Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Øll privatisering økir um inntøkumunin hjá teimum vælbjargaðu

Øll hini fara niður í løn.

Góður høgraradikalur stættarpolitikkur leiddur av manni, ið hevur havt trupult við at finna út av,  

hvat ið er hansara, og hvat onnur eiga. Ein funnin frensur til privatiseringsuppgávuna, sum hann hevur boðað frá skal leggjast fyri løgtingið fyri 1. juni.

Lat meg fyrst skriva eitt sindur um dreymaland fólkafloksins hitt gjøgnumprivatiseraða USA, sum teir høgraradikalu eisini hava sum fyrimynd:

Tey ríkastu – tað eina procentið - í USA hevur tey bestu húsini, teir bestu læknarnir, tær bestu útbúgvingarnar, og sær mann upp á landsins samlaðu virðir, so kontrollerar hetta eina prosentið 40 % av øllum virðunum.

Men pengarnir hava - at síggja til - ikki fingið tey mest vælhavandi til at skilja, at teirra lagna í longdini er flætta saman við, hvussu hini 99% av fólkinum liva. - Citatið stammar frá einum av Heimsins kendastu økonomum, amerikanaranum Joseph Stiglitz og kundi lesast í magasininum Vanity Fair. Her fer Stiglitz, sum til dagligt er professari við Universitet of Columbia í New York, til frontalálop á tað vaksandi ójavna býtið av vælferð í egnum føðilandi. 

Allur vøksturin í USA hevur gagnað toppinum í samfelagnum. Tá vit síggja ójavnarnar í USA, so halta vit aftaná øll londini í Europa, hvat viðvíkur inntøkubýtinum. Sjálvt tey latínamerikonsku londini sum t.d. Brasilia hava verið betri til at býta virðini, lyfta tey fátækstu og minka nakað av gjónni millum tey ríkastu og restina, - sigur hann.

Tann Nobelprísvinnandi økonomurin gevur ikki nógv fyri tað sokallaðu `produktivitetsteoriina`: At hægri inntøkur til tey best løntu vil gagna samfelagnum við øktari nýtslu og investeringum. Tað er annars nevnda teoriin, sum tey neo-liberalu og summir klassiskir økonomar oftast benytta sær av, tá teir skulu argumentera fyri, hvussu ójavnin í samfelagnum í longdini kemur øllum til góðar.

`Prógvini eru ov tunn` sigur Stiglitz. Toppchefarnir eru harafturímóti teir, ið hava verið við til at skapa tann fíggjarliga bylgjudalin, sum Heimurin hevur liva undir, og samstundis hava teir liva eitt lív í marglæti við stórum lønarhækkingum.

Hvat vilja avleiðingarnar blíva fyri USA við teimum stóru fíggjarligu ójavnunum?

Stiglitz trýr, at tær fara at verða sera stórar og hættisligar. Tí tann økti ójavnin rørir við eitt grundleggjandi kjarnuvirði, ið hevur við sjálva uppfatanina av USA sum eitt land, har øll kunnu klatra til tops. Tann amerikanski dreymurin um, at sjálvt um ikki øll eru fødd líka, so hava øll eins møguleikar fyri at røkka einum nógv betri staði enn tað, tey komu frá. Men dreymurin er so við og við vorðin ein hvørvisjón – eitt Fata Morgana, og hvat fara fylgjurnar at verða?

Og her er hann ikki einsamallur. Tann grisktføddi samfundsdebattørurin, rithøvundurin og succesríki stovnarin av internetmedianum Huffington Post, Ariana Huffington, er inni á tí sama í síni bók frá 2010, Third World America.: Um vit ikki justera kósina......kunnu vit lætt enda sum eitt land har einans finnast tveir stættir, tey ríku og so øll hini. Fyristilla tær Mexico ella Brasilia, har tey vælhavandi liva handan hegn vard av monnum, ið svinga við maskinpistólum, sum skulu halda kidnapparunum burturi.

Stiglitz sær ein triðja vanda: At ójavninin viðførir eina alvorliga risiko fyri undirinvesteringum í felags vælferð t.d. tann almenna heilsusektorin, gransking, útbúgving, ið søguliga sæð hava verið basis fyri innivatiónum sum internetið.

Ein donsk gallupkanning viðvíkjandi privatiseringum, setur dønum spurningin: Heldur tú at prísurin fyri teg sum skattaborgara verður ódýrari við at leggja uppgávur í privat regi? 

Og heili 64% svara, at tað trúgva tey ikki uppá, meðan 25% svara, at tað rokna tey við. 

Verður hugt eftir, hvussu politiska býtið er, so kunnu vit síggja, at vinstravongurin ikki trýr upp á, at økta kappingarstøðan fer at merkja, at prísirnir verða settir niður, meðan høgravongurin er meira optimistiskur. Men yvirornað sæð er myndin ikki at taka feil av, tí 2/3 av fólkinum ikki trýr uppá , at prísirnir verða niðursettir eftir eina privatisering.

Og spurd um tey generelt halda, at servican fer at verða betri ella verri, um uppgávan verður flutt í privat regi, svara 50% at tey rokna við verri service og 20 - 27 % rokna við, at ongin broyting verður, meðan 12 til 13% trúgva, at servican kan broytast til tað betra.

Byrja vit føroyingar fyrst at ganga privatiseringsvegin, so kunnu vit rokna við, at gingið verður allan vegin at enda. Tí er neyðugt at fólkið við eini fólkaatkvøðu verður spurt, um vit eru fyri ella ímóti privatiseringum. Jørgen og aðrir kensluleysir egoistar kunnu ikki bara dríva okkum út í botnleyst umhvørvi. Tí um privatiseringsvegurin verður gingin, so endar hann við, at øll idealir fyri javna og sociala trygd verða tileinkisgjørd. Hetta fer at merkja, at tann fíggjarliga orkan verður fuldt út avgerandi fyri hin einstaka og hansara heilsu, júst soleiðis sum tað gongur fyri seg í USA, har mong fátøk ikki hava ráð til at gjalda tær dýru heilsutryggingarnar. 

Og niðurstøðan endar við fylgjandi orðum: Tað svitast ikki, at tað eru tey vælhavandi, ið fáa mest burtur úr privatiseringini, meðan teir veikari samfelagsbólkarnir risikera at verða gíslatiknir í einari pressaðari vælferðarskipan. Tað, ið fyri tey fíggjarligu vælstillaðu merkir betri servicu og betri kvalitet, merkir fyri tey fíggjarliga veikari stillaðu socialan og fíggjarligur ójavna, so tað stendur eftir. 

Tað er upp á hægstu tíð, at høgraradikalu privatiseringsforkempararnir verða steðgaðir. Hetta eru hjataleysir harrar, ið einans hava seg sjálvar og síni egnu fyri eyga. Hini eru bert til í tann mun, tey kunnu brúkast til eitthvørt fyri lítið og lætt. Annars er eingin áhugi fyri teimum, hvørki so ella so.`. Føroya fólk eigur sanniliga betri uppiborið, men tey fáa tað ikki, uttan at tey seta hart ímóti hørðum.

Við jóltíðir kunngjørdi Jørgen, at samgongan ætlar at privatisera ein part av Landsverki (rætt einum vissum Harra ytsta lið á lítlafingri, og hann fer við allari hondini – og kanska væl meira afturat). Sagt varð eisini, at ein bólkur skuldi viðgera ætlanini fram til 1. juni, tá uppskot skuldi leggjast fyri løgtingið.

Tað er onki minni enn ein katastrofa, um málið verður majoriserað ígjøgnum. Tí so standa stórir partar av fólkinum verjuleys. Vit mugu og skulu fáa eina fólkaatkvøðu um málið. Meirilutin í løgtinginum er vónandi fyri tí, serliga um tann helvtin av sambandsflokkinum, ið ikki er farin í høgraradikala leypin, men fastheldur hina social-liberalu kósina, gongur inn fyri, at málið skal loysast á nevnda hátt.

Bólkurin hjá Jørgini má kannast náðgreiniliga, so hann ikki velur síni egnu fólk ella eisini eitt fleirtal, ið meinar sum hann. Fólkini mugu vera væl kvalifiseraði og reiðilig í allar endar og kantar. Einki politiskt hokus pokus, og einki lusk. Verða spælireglarnar ikki hildnar, so má nýggjur bólkur etablerast.

Hetta síðsta kravið stendst m.a. av tosinum um flóttafólk ella ei. Tað undrar meg sára, at ein niðursettur bólkur í 2011 er komin til umleið 10 - 15 avgerandi forðingar, sum viðførdi og viðføra stop fyri flóttum til Føroyar. Eg sigi ikki, at so ikki er, sum sagt verður, men tað sum undrar meg er, at løgmaður – sum skuldi kent nevndu niðurstøðu – nú á nýggjárinum 2014 tosar alment um, at Føroyar – sum er - kunnu taka 40 – 60 flóttafólk. 

Her er okkurt, ið ikki ruggar rætt, tí antin hevur áðurnevndi bólkur einki trúvirði, tí hann er settur av landsstýrismanninum við ´røttu fólkunum`, ið sostatt eisini eru komin til landsstýrismansis `røttu niðurstøðu`, og tað er ein katastrofa. Ella eisini tosar løgmaður móti betri vitan, tí vit eru í einum valári, og so er tað eisini ein katastrofa, men av einum heilt øðrum slag. Ein trúðvirðiskatastrofa, sum djúpast sæð er stemmufiskarí undir alt lágmark.

Vónandi fáa vit eina frágreiðing um, hvat ið er hvat í flóttafólkamálinum, tí tað kann kasta ljós yvir privatiseringsmálið, og tað fráboðaða bólkaarbeiði, sum sjálvandi verður lagt fram fyri almenningin til umrøðu. Er tað bestilt arbeiði, har niðurstøðan er gjørd fyrst, ella er tað kvalificera og neutralt? Tað fer tíðin at vísa.

Men óansæð hvussu víkir og vendir, so er tað mest neyðuga fyri okkum at fáa steðgað Jørgini og hansara privatiseringsætlanum - ongantíð ov skjótt. ** Og hetta stríðið hevur brúk fyri okkum øllum.

Samhaldsfasta vælferðarsamfelagið skal varveitast. Kosta hvat tað kosta vil.

Gott nýggjár øll somul.

Dagfinnur Danbjørg