Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Øll skulu hava tak yvir høvdið

Bústaðarpakkin vendir skeivt 
Tað skulu vera bústaðir til øll í okkara vælferðasamfelag - alt annað er ikki nøktandi.  

Bústaðarpakkin hjá sitandi samgongu vendir sosialt skeivt og ger mismun á, tá talan er um leigumarknaðin. Privat kunnu nú leiga út fyri kr. 100.000,- skattafrítt, meðan partafeløg ikki hava hendan møguleika. Tí er vinnulívið fyri mismuni og júst teirra íkast á bústaðarmarknaðinum manglar fyri at nøkta eftirspurningin.

Fyri at fáa stórt útboð á marknaðinum av bústøðum, mugu líka kappingarfortreytir vera galdandi fyri allar aktørar, eisini tað privata vinnulívið, sum sær út til ikki at hava nakran góðan í sitandi samgongu.

Greitt uppgávu- og ábyrgdarbýtið
Tað verður tosað nógv, men alt endar við, at Bústaðir skal loysa allan bústaðartørvin. Tað kemur Bústaðir ikki at gera, men skuldi veri ein aktørur saman við øðrum, sum loysti tann meira bráddliga íkoma tørvin.

Tí er neyðugt, at man býtir upp, hvørjar uppgávur land, kommunur, fíggjarstovnar  og entrepenørar/ vinnan hava.

Landið skal levera lógarregulerandi skipanir til ymiskleikan, kommunurnar skulu útvega lendi og tað, sum har hoyrir til, meðan entrepenørar og fíggjarstovnar ávikavist byggja og fíggja. Eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýtið manglar.

Tað er m.a. okkara politiska uppgáva at hava stuðulskipanir, sum gera tað møguligt hjá fíggjarliga veikum familjum, t.d. einligir forsyrgjarar við børnum at fáa íbúðarstuðul. Íbúðarstuðul til veikar samfelagsbólkar sum nevnt omanfyri, so okkara vælferðasamfelag eisini kann geva teimum ein møguleika til ein hóskandi bústað anno 2019.

Ov nógvar bindingar
Tað vísir seg, at vinnan og fíggjarstovnar luttaka ikki í byggiverkætlanum, tá álagdar verða ov nógvar bindingar útyvir tað, sum ein byggisamtykt loyvir. 

At seta krøv og órealistiskar bindingar til byggisnið, útsjónd o.a., hevur við sær, at hesi krøv økja um kostnaðin á byggingini og prísurin verður hareftir.

Vit hava í dag brúk fyri øllum aktørum til sethúsmarknaðin, leigumarknaðin og íbúðarmarknaðin, eins og vit seta okkara álit á, at aðrir fíggjaraktørar fara at bjóða fígging til íbúðarbygging, lutaíbúðarbygging o.s.fr.

Eg gangi inn fyri, at tað verða føroyskar handverkarafyritøkur og byggimeistarar, sum fara at byggja - tá vita vit, hvat vit fáa.

Vit mugu ansa eftir, at vit ikki innflyta útlendskar byggineyðloysnir.

Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu