Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Óluva R. Eidesgaard vart ph.d. við Københavns Universitet

Hósdagin 17. juni vardi Óluva R. Eidesgaard ph.d.-ritgerð sína við Københavns Universitet. Óluva hevur kannað møguleikar fyri at brúka tulkingar av wire-line loggum frá boringum í sambandi við kanningar av jarðgoymslueginleikum, í breiðari marking, í føroyska basaltháslættanum. Ritgerðin ber heitið: "Investigation and applicability of interpreted well log data within the Faroe Islands Basalt Group (FIBG)"

Óluva R. Eidesgaard arbeiðir á Jarðfeingi og hevur verið innskrivað til ph.d.-lesturin á Københavns Universitet.

Vegleiðarar hava verið Lars Ole Boldreel, lektari á IGN, Københavns Universitet, Niels Hemmingsen Schovsbo, seniorgranskari á GEUS og Jana Ólavsdóttir, granskari á Jarðfeingi.

Í metingarnevndini vóru Michael Larsen, høvuðsráðgevi hjá Ineos Oil and Gas Denmark, Sverre Planke, professari á CEED, Centre of Excellence, Oslo og Kresten Anderskouv, lektari á IGN, formaður.

Verjan fór fram umvegis netið. Óluva R. Eidesgaard var á Jarðfeingi saman við starvsfeløgum, meðan metingarnevndin sat í Keypmannahavn og Oslo. Starvsfelagar og familja fylgdu við í verjuni á netinum.

Ritgerðin byggir á tríggjar vísindaligar greinar, harav ein er almannakunngjørd, ein er til fakliga meting og tann triðja er um at vera klár til meting.  

Óluva R. Eidesgaard greiddi fyrst frá gransking síni og síðani svaraði hon spurningum og kjakaðist við metingarfólkini. Hon stóð seg væl, men fekk eisini fleiri góð ráð við á vegnum til, hvussu hon kann arbeiða víðari við síni gransking.

Eftir nærum tríggjar tímar tók metingarnevndin samanum á einum stuttum fund. Formaðurin kunngjørdi síðani, at metingarnevndin var samd um, at talan var um eina góða ritgerð, verju og kjak. Mælt varð tí universitetinum til, at Óluva R. Eidesgaard fær tillutað ph.d.-heitið. 

Aftaná verjuna var hugnaløta á Jarðfeingi fyri starvsfeløgum, familju og øðrum.

Á myndini frá vinstru: Jana Ólavsdóttir, granskari og hjávegleiðari, Óluva R. Eidesgaard, nýklaktur ph.d., og Niels Christian Nolsøe, stjóri, øll á Jarðfeingi.

Samandráttur

Høvuðsendamálið við hesi serritgerð er at kanna møguleikar fyri at brúka tulkingar av wire-line loggum frá boringum í sambandi við kanningar av jarðgoymslueginleikum, í breiðari marking, í føroyska basaltháslættanum. Kannað varð millum annað (i) eina grunna jarðhitaskipan, (ii) trý vulkansk løg við gassi, funnin í eini oljuboring (Anne-Marie - Well 6004-8-1a), í borar ígjøgnum ein vulkanska áarósa í Hetlandsrennuni eystanfyri Føroyar og (iii) jarðgoymslueginleikar hjá tveimum legugrýtislindum og teirra møguliga leikluti í CO2 (Carbon Capture and Storage) jarðgoymslukompleksum. Kanningarnar verða framlagdar í trimum vísindaligum greinum, ið serritgerðin, saman við hesum samandrátti, fevnir um.

Eitt úrval av wire-line loggum var tøkt til allar tríggjar greinarnar, sum verða framlagdar í hesi serritgerð, og í øllum trimum greinunum verða loggarnir brúktir til at tulka boraðu vulkansku røðina við góðum úrsliti. Teir verða eisini brúktir sera nógv í sambandi við útrokning av poknustigum, sum er ein umráðandi partur av jarðgoymslulýsingini av teimum kannaðu eindunum – tó styðjað av øðrum tøkum og týðandi tilfari, so sum kjarnumátingum og ImageJ-greiningum.

Í kanningunum av grunnu jarðhitaskipanini vístu Optiski televiewarin og floymismátarin seg at vera mest týðandi, tí ein samanrenning av hesum báðum gav eina sera góða mynd av, hvar vatnið rennur inn, og harumframt var møguligt at síggja rættuliga neyvt, hvussu opnar rivurnar eru, og hvønn veg tær venda. Loggeyðkenni og loggútroknað poknustig saman við serliga petrofysisku kjarnukanningunum og tunnslíbum vóru brúkt fyri at skilja jarðarløgini í kannaða økinum umframt jarðgoymslueginleikarnar av kannaðu eindunum.

Úrslitini av arbeiðinum, ið er lagt fram í hesi serritgerð, fer vónandi at vera við til at fáa eina betri fatan av teimum ymsu jarðgoymslunum og jarðgoymslueginleikunum, ið eru at finna í føroyska basaltháslættanum, og vónandi eisini vera við til at skapa ein góðan arbeiðshátt í sambandi við kanningar og nýtslu av vulkanskum jarðgoymslum, bæði í Føroyum, men eisini í øðrum vulkanskum hástættum, í framtíðini. Vónandi kann hetta arbeiðið hava við sær, at jarðhitaorka fer at verða brúkt meira og vera við til at lata upp møguleikar fyri CO2-goymslum í føroyska basaltháslættanum. Saman við einum møguligum vøkstri í nýtslu av varandi orkukeldum kann hetta vera við til at lækka CO2-innihaldið í lofthavinum og harvið hjálpa Føroyum at røkka eini røð av teimum 17 heimsmálunum, ið vórðu løgd fram av ST í 2015.