Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Óneyvur løgmaður

Í tíðindaskrivi, sum Løgmansskrivstovan sendi út seint hóskvøldið, verður roynt at rættleiða Dag & Viku. Eg skal við hesum vísa á, at Dagur & Vika ikki hevur tørv á nakrari rættleiðing í hesum føri.

Í sonevndu rættleiðingini vil Løgmansskrivstovan útgreina, hvat løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir, veruliga meinti við í sínum svari til tíðindamannin hjá Kringvarpi Føroya um løgfrøðiligu frágreiðingina, ið varð almannakunngjørd 7. oktober. Frágreiðingin, sum sambært løgmanni, slær fast, at onki óregluligt er farið fram í sambandi við viðgerðina av Skálafjarðartunlinum.

Løgmansskrivstovan eigur at vera evsta trygdin fyri, at landsins viðurskifti verða umsitin haldgott og trúliga. Vit vænta, at umsitingin kann skjalprógva og grundgeva fyri sínum avgerðum. Vit vænta eisini, at Løgmansskrivstovan gongur fremst, tá ið tað ræður um opinleika og innlit. Men framferðin hjá løgmanni og Løgmansskrivstovuni seinastu tíðina hevur av álvara máað burtur av álitinum. 

Í hesum ítøkiliga máli hevur Dagur & Vika spurt stjóran á Løgmansskrivstovuni ikki minni enn tríggjar ferðir, hvørjir løgfrøðingar hava eftirmett løgfrøðiligu frágreiðingina, sum Kaj Leo Holm Johannesen fekk frá Sjúrði Rasmussen, sum sambært løgmanni er fremsti løgfrøðiligi ráðgevi hjá Løgmansskrivstovuni.

Vit vilja hava tann spurningin svaraðan, tí løgmaður í Degi & Viku 8. oktober segði, at orsøkin til, at frágreiðingin ikki var almannakunngjørd fyrr enn 7. oktober, var, at frágreiðingin var ikki endaliga liðug. Hon hevði verið “trýstprøvað” hjá øðrum løgfrøðingum, sum løgmaður málbar seg.

Minnast skal á, at løgmaður fá sekund frammanundan sigur, at hann við hesi frágreiðingini leggur lok á málið. Tá hann so síðani sigur, at frágreiðingin er “trýstprøvað” av øðrum løgfrøðingum, so er tað sagt fyri at styrkja um trúvirði á frágreiðingini. Einki annað kann lesast inn í setningin.

Tí hava vit sett spurningin heilar tríggjar ferðir, hvørjir aðrir løgfrøðingar hava eftirmett frágreiðingina. Tað er tí, vit hava biðið um innlit í arbeiðssetningin til frágreiðingina, í skjalayvirlitið um, hvør hevur fingið frágreiðingina og um hvør, ið hevur viðgjørt hana.

Sambært skjalayvirlitinum hjá Løgmansskrivstovuni, so er einki skjal lagt aftrat málinum eftir 4. september – dagin fyri, at landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, var koyrdur úr starvi. Sambært Marjuni Hanusardóttir snúði uppgávan hjá Sjúrði Rasmussen seg júst um at meta, um tað var grundarlag fyri at reisa sakarmál móti landsstýrismanninum. Hetta hevði løgmaður longu tikið støðu til 5. september, tá hann koyrdi Kára P. Højgaard frá av politiskum ávum.

Hvat er tað so fyri “trýstprøvar” av frágreiðingini hjá Sjúrði Rasmussen hjá øðrum løgfrøðingum, sum løgmaður tosar um? Tað stutta svarið er, at har eru ongar. Tað er tað, sum Marjun Hanusardóttir nú í fleiri teldupostum eisini hevur váttað fyri Kringvarpinum. Og tað er tað, sum sæst í skjalayvirlitinum.

Hóskvøldið roynir Løgmansskrivstovan so at fortelja okkum, at tað, ið løgmaður í veruleikanum meinti í Degi & Viku 7. oktober var, at Sjúrður Rasmussen hevði biðið Marjuna Hanusardóttir og Gunnar Holm-Jacobsen um viðmerkingar. Tað var “trýstprøvin”. Hetta sæst tó ikki í skjalayvirlitinum. Marjun Hanusardóttir ikki løgfrøðingur. Gunnar Holm-Jacobsen er løgfrøðingur, men hann er deildarstjóri fyri Uttanríkistænastuna. Í telefonsamrøðum við Kringvarpið hevur hann gjørt greitt, at hann ikki hevur fingist við tunnilsmálið. Sambært skjalayvirlitinum er tað heldur einki, sum bendir á, at hann hevur verið partur av málinum.

Tað var tí ikki rætt, tá løgmaður í sjónvarpsstovuni sigur, at frágreiðingin er “trýstprøvað” hjá fleiri løgfrøðingum.

Og nú koma vit aftur til yvirskriftina. Dagur & Vika hevur í fleiri førum víst á, at løgmaður hevur verið sera óneyvur við sínum útsagnum. Innsløgini í Degi & Viku hóskvøldið og í kvøld eru bert tey seinastu dømini í røðini.

Liljan Weihe

Tíðindaleiðari

Kringvarp Føroya