Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ongar ætlanir um at dagføra Kaldbaksvegin, og ongar kanningar av garði fyri alduskoli

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 38/2016 eftir § 52a í Tingskipanini til Henrik Old, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, um dagføring av Kaldbaksvegnum

Løgtingið Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur viðvíkjandi tí at dagføra Kaldbaksvegin?

2. Eru ætlanir um, at brúka av grótinum frá Eysturoyartunlinum at breiðka og nútímansgera vegin frá Kaldbaksbotni til Kaldbaks?

Svar

Til spurning 1:
Eftir at landstýrismaðurin hevur umrøtt málið við Landsverk, er niðurstøðan tann, at tað ikki í løtuni eru ítøkiligar ætlanir um at dagføra Kaldbaksvegin stórvegis. 

Ferðslan á vegnum er góð 500 akfør um samdøgrið, og í mun til hesa ferðslu verður mett, at vegurin er nøktandi bæði í mun til ferðslutrygd og framkomuleika.

Vegurin er smalur, men hevur ein stóran part av strekkinum eina breidd, so at vanligir bilar kunnu møtast við ansni. 

Tað er eisini rímiliga tætt ímillum møtiplássini, men tað kundu kanska verið gjørd fleiri møtipláss, og møguliga kundi eisini verið bøtt um sýnið við t.d at taka onkra ‘nøs’ burtur.

Viðvíkjandi máan undan vegnum er tað serliga eitt stað, har ið munandi burturmáan er staðfest. Hetta er umvælt, og talan var ikki um eina stóra umvæling. 

Landsverk metir, at vegurin kann haldast á einum nøktandi støði við vanligum viðlíkahaldi og møguliga onkrum trygdarábótum so sum møtiplássum, og/ella við at betra um sýnið. 

Til spurning 2:
Tað eru ikki ætlanir um at brúka grót frá Eysturoyartunlinum til at breiðka vegin. Um vegurin skal breiðkast út á sjógv, eigur stórt grót at verða lagt sum verjugrót. 

Ivasamt er, um hetta fæst frá tunnilsarbeiðinum, og um tað fæst, skal eyka arbeiði gerast fyri at skilja tað frá tí fína tilfarinum. 

Breiðkanin av vegnum hevði bara verið umleið 1 metur, so tað hevði stórt sæð bara verið brúk fyri stórum gróti til breiðkanina.

Landsverk hevur ikki kannað, um garður fyri alduskoli átti at verið gjørdur partar av strekkinum, men um garður skal gerast, verður helst neyðugt at fylla nógv upp. 

Tað sær út til, at tað er tætt ímillum dýpdarkurvarnar, so fyllingin hevði komið langt út.

Onkur strekki eru, har ið vegurin kundi verið breiðkaður á landi, til dømis inni í Kaldbaksbotni, men so eiga brúgvar o.a. eisini at breiðkast. 

Ein nágreinilig kostnaðarmeting er ikki gjørd av hesum. 

Tórshavn, 18. januar 2017

Henrik Old
landsstýrismaður