Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ongin breið semja møgulig

- Í Framsókn vóna vit tó, at hetta verður møguligt, sigur Framsókn í viðmerking á Løgtingi til pensjónsnýskipanina.

Framsókn hevur viðgjørt lógaruppskotið um pensjónsnýskipan, sum landsstýsismaðurin í fíggjarmálum fer at leggja fram í næstum. Málið er sent til hoyringar hjá vinnulívi og áhugabólkum. Framsókn hevur í dag sent soljóðandi skriv til landstýrismannin í fíggjarmálum.

Pensjónsnýskipanin

Framsókn hevur, orsakað av umstøðunum, ikki haft møguleika at fylgt við í eftirlønararbeiðinum sum partur av politiska fylgibólkinum. Vit hava tó fingið eina viku til at umrøða, viðgera og viðmerkja uppskot áðrenn hetta verður sent út til hoyringar.

Tað er sera umráðandi, at nýggja eftirlønarskipanin byggir á eina breiða semju, soleiðis at álit er á skipanini. Arbeiðslagið, sum samgongan vísti, tá hon yvir nátt kollrendi alla eftirlønarskipanina, er so stórt og álvarsligt álitisbrot, at skal álit fáast á eina nýggja eftirlønarskipan, má hon vera væl fyrireikað og lýst sera væl, so at øll kunnu føla seg trygg við skipanina.

Hetta meta vit í Framsókn ikki at lógaruppskotið, sum tað fyriliggur livir upp til. Uppskotið fevnir bert bert inngjaldspartin av skipanini og ikki um hvussu skipanin annars fer at virka við útgjald. Hvørjar mótrokningar, ið gjørdar fara at verða og hvussu uppskotið annars skal virka, sum sosialt trygdarnet við eftirlønaraldur. Vit minna á, at eftirlønarnýskipanarlógin júst hevur tað endamál, at koma ístaðin fyri ta almennu skipan, sum vit í dag hava og sum vit vita, ikki røkkur til tann í lutfallinum vaksandi eftirlønarskaran av fólki.

Samanumtikið metir Framsókn, vísandi til at málið um lóg um eftirlønarviðurskifti hevur verið ávegis í nógv ár og at málið framvegis ikki er loyst, at málið eigur at verða loyst uttan óneyðugan steðg. Eftir at sitandi samgonga hevur broytt skattingina av eftirlønum er tað vorðið bráðneyðugt at fáa eina loysn á spurninginum.

Við útgangsstøði í tilmæli frá millum annað Heimsbankanum og Búskaparráðnum vil Framsókn mæla til at:

• skipanin skal vera í privatum høpi

• skipanin skal vera individuell

• skipanin skal vera tvungin

Í tann mun uppskotið lýkur hesar treytir vil Framsókn viðmæla uppskotinum.

Orsøkin til hettar tilmælið er at:

• Ein privat og individuell skipan vil eggja til uppsparing. Ein slík skipan eggjar fólki til at taka búskaparliga ábyrgd av egnum lívi. Orsøkin til hesa størri eggjan er at tað er eitt beinleiðis samband millum, hvussu nógv tú sparir upp og hvussu nógv ein fær aftur.

• Við eini skipan sum er privat og individuell er ábyrgdarkensla fyri peninginum á hóskandi støði, kanska serliga aktuelt í hesum døgum tá hugsað verður um ALS málið.

• Við eini skipan sum er privat og individuell heldur enn samhaldsfast verður politiska uppíblandingin avmarkað. Hettar avmarkar td. at politikara læna úr grunninum, ávirka avgerðir, seta treytir um sosialan atburð, alt ávirkan sum merkir minni avkast til tann ið sparir upp í ringast føri nærum eingin.

• Ein privat og individuell skipan eggjar fólki til at arbeiða longur, td. longur enn 67 tí peningurin er teirra egni.

• Umráðandi er at fáa flest øll at bera sín part av skipanini. Ein privat og individuell skipan vil avmarka talið av “free riders”. “Free riders” kunna td. vera fólk ið arbeiða uttanlands, ella ikki rinda skatt í Føroyum, men koma her sum pensjónistar.

• Ein samhaldsfast skipan heldur enn ein privat og individuell vil skapa umfordeilingar, ið ikki eru væl grundaðar, tvs. nýggja skatt. Tað er grundleggjandi skeivt at blanda eitt sosialpolitiskt umfordeilingsendamál upp í eina pensiónslóggávu.

Sum ført fram eru avmarkingar í verandi uppskoti tí tað hvørki lýsir búskaparlig ella sosial árin. Nærri greinað, eigur uppskotið í størri mun at lýsa búskaparligu hjáárinini og avleiðingarnar soleiðis at møguligt verður at javna neilig árin. Eitt dømi, av mongum, um møguligt neiligt búskaparlig hjáárin kundi verið, at ein broyting í uppsparingin vil ávirka møguligan hjá smærri fyritøkum at fáa fígging. Hettar tí størri partur av tí samlaðu uppsparingin er bundin td. í pensjónsgrunnum og vil hettar ávirka møguleikan til at byrja egi virksemi, ið er ein av grundarsteininum undir búskaparvøksturi.

Verður hugt at tí sosialu dimensiónini er neyðugt at lýsa, hvussu ein møguligt mótrokning í verandi pensjón verður skipað. Td. vil ein ov høg mótrokning minka um hugin og vilja at spara upp, meðan eitt ov lágt útgjald av grundpensjónini vil skapa ein stættarmun millum pensjónistar, ið ikki er sosialt rættvísur. Tey sosialu atlitini vísa, at uppskotið um tvungna uppsparing, í størri mun, má lýsa eina heildarmynd tvs. ein samlaðan pakka fyri pensjónsøkið. Ein samlaður pakki, har grundupphæddin og mótrokningar verða lýst, heldur enn bert eitt uppskotið um tvungið inngjald.

Í Framsókn ásanna vit, at tað er umráðandi, at vit skjótast gjørligt fáa at vita hvussu inngjaldið í skipanina verður, men halda at tað er eins umráðandi at fáa at vita, hvat vit gjalda inn til og hvussu skipanin annars fer at verða umsitin. Sum vit skilja málið, er ætlanin er at fáa inngjaldspartin samtyktan beinanvegin og at sosiali og búskaparparturin koma seinni í ár.

Av somu orsøk er ongin breið semja møgulig. Í Framsókn vóna vit tó, at hetta verður møguligt – tá uppskotið hevur verið til hoyringar, og allir partar hava víst á fyrimunir og vansar. Lógaruppskotið um eftirlønir, sum samtykkjast skal á løgtingið í næstum, má lýsa eina heildarmynd av eftirlønarviðurskiftunum hjá føroyingum í framtíðini – fólk mugu vita hvat teimum er í boði soleiðis at tey kunnu byrja at leggja sín búskap og livihátt hareftir.

Fyri Framsókn

Poul Michelsen, tingmaður