Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ongin heimild í lóg um vinnuligan fiskiskap at forða

Tað er ongin heimild í lóg um vinnuligan fiskiskap at forða fyri, at feløg eru fíggjað 100% við lánspeningi. Heimildir at seta treytir til íløguførleika og eginpening hava verið í lógini, men hesar heimildir vóru strikaðar í 2007.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður svarar upp á skrivligan fyrispurning frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. 29/2015: Viðvíkjandi keyp og sølu av fiskiskipum- og loyvum.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hví Asbjørn Senior fyrst fekk noktað fiskiloyvi vegna ov stóran
   útlendskan eigaralut, men fáar dagar seinni fekk loyvi útskrivað?

2. Kann landsstýrismaðurin greina søluna farnu viku, sum Kringvarpið bar tíðindi um, har fiskiskip vórðu
    keypt og seld fyri tveysifraða milliónaupphædd millum feløg við somu eigarum?

3. Veit landsstýrismaðurin, hvat ítøkiliga orsøkin er til hesar sínámillum keyp og sølur? 

4. Hvørja ávirkan hevur tað á fiskiloyvini hjá feløgunum? 

5. Hvussu nógvar skipasølur við fiskiloyvi vórðu framdar frá 1. januar til og við 31. august 2015 og 
    frá 1. september 2015 til 11. februar 2016?

6. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at steðga keypi og víðarisølu av fiskiloyvum?

Svar

Til nr. 1.
Landsstýrismaðurin málsviðgerð ikki einstøk mál og umsóknir í fyrisitingini, men kann upplýsa:

Í desember 2015 eru mannagongdir eftirmettar og avtalaðar millum Fiskimálaráðið og Vørn í sambandi við eftirkanning av eigaraviðurskiftum v.m. í sambandi við umsóknir um flyting av veiðiloyvum, tá ið skip verða keypt og feld.

Orsøkin til, at Fiskimálaráðið noktaði at flyta veiðiloyvið á Asbjørn Senior var, at felagið, sum eigur skipið Asbjørn Senior, sambært almenna roknskapinum fyri 2014 hevði ábyrgdarlán til útlendskan lánveitara. Av hesi orsøk metti fiskimálaráðið ikki, at treytirnar í § 7 í lóg um vinnuligan fiskiskap vóru loknar.

Tá tað var skjalprógvað fyri Fiskimálaráðnum, at tað millum lánveitara og lántakara var avtalað, at lánið var eitt veðlán, har lánveitarin ikki stendur aftanfyri aðrar kreditorar í felagnum. Og tá ið Skráseting Føroya hevði góðkent og almannakunngjørt roknskapin hjá felagnum fyri 2015, har tað varð alment fráboðað, at tað ikki var ábvrygdarlán í felagnum, metti Fiskimálaráðið, at viðurskiftini ikki longur vóru í stríð við ásetingarnar í § 7 í lóg um vinnuligan fiskiskap. Tí gav Fiskimálaráðið loyvi til at flyta veiðiloyvið á Asbjørn Senior.

Tað er ongin heimild í lóg um vinnuligan fiskiskap at forða fyri, at feløg eru fíggjað 100% við lánspeningi. Heimildir at seta treytir til íløguførleika og eginpening hava verið í lógini, men hesar heimildir vóru strikaðar í 2007.

Til nr. 2.
P/f Baglhólmur seldi skipið Tórun K við veiðiloyvi til nýstovnaða dótturfelagið Sp/f Tórun K. Dagin eftir seldi Sp/f Tórun K skipið aftur til móðurfelagið, hesaferð uttan veiðiloyvi. Sp/f Tórun K fekk frá Vørn tilsøgn um veiðiloyvi á annað skip innan 2 ár, sbrt. § 8, stk. 4 í lóg um vinnuligan fiskiskap.

P/f Baglhólmur seldi eisini skipið Lopranshólmur við veiðiloyvi til nýstovnaða dótturfelagið Sp/f Lopranshólmur. Nakrar dagar seinni seldi Sp/f Lopranshólmur skipið aftur til móðurfelagið, hesaferð uttan veiðiloyvi. Sp/f Lopranshólmur fekk frá Vørn tilsøgn um veiðiloyvi til annað skip innan 2 ár, sbrt. § 8, stk. 4 í lóg um vinnuligan fiskiskap.

Til nr. 3.
Landsstýrismaðurin veit ikki, hvat orsøkin er til hesar sínámillum keyp og sølur.

Til nr. 4.
Fiskiloyvi verða sett úr gildi, tá skip verða seld. Feløgini Sp/f Tórun K og Sp/f Lopranshólmur hava tó fingið tilsagnir um veiðiloyvi á annað skip sbrt. § 8, stk. 4 í lóg um vinnuligan fiskiskap. Soleiðis kunnu feløgini keypa sær skip aftur og fáa flutt veiðiloyvi á hesi skip áðrenn 1. Januar 2018. Fáa feløgini skip inn, og veiðiloyvini verða flutt á hesi skip, kunnu feløgini aftur fáa útskrivað fiskiloyvi til at fiska við nýggju skipunum.

Til nr. 5.
Fiskimálaráðið hevur vent sær til Skipaskrásetingina og fingið yvirlit yvir sølur av fiskiskipum tey bæði umbidnu tíðarskeiðini.

Uppgerðin yvir, um skipini eru seld við ella uttan loyvum, er grundað á málsviðgerðina í hvørjum einstøkum føri, antin í Fiskimálaráðnum ella hjá Vørn. Lagt er til grund, um skipið hevði ella ikki veiðiloyvi, tá tað varð selt.

Í tíðarskeiðinum 1. januar 2015 til 31. august 2015 eru sambært Skipaskrásetingini skrásettar 24 sølur av fiskiskipum. Í tveimum førum eru skip seld við veiðiloyvi.

Í tíðarskeiðinum 1. september 2015 til 11. februar 2016 eru sambært Skipaskrásetingini skrásettar 19 sølur av fiskiskipum. Í 4 førum eru skip seld við veiðiloyvi.

Til nr. 6
Landsstýrismaðurin arbeiðir støðugt við at eftirmeta og finna ítøkiligar loysnir, ið á rættartryggan hátt kunnu steðga spekulasjón við loyvum og fiskirættindum.

Høgni Hoydal
landsstýrismaður