Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvør stendur aftanfyri boðini frá Tórshavnar Kommunu um at taka aftur útbjóðingina av Skúlanum á Fløtum?
 
Eg og mong onnur við mær mundu ikki gerast sørt bilsin av at hoyra í útvarpstíðindunum á middegi í dag, leygardag 23. juli 2016, at Tórshavnar Kommuna nú boðar frá, at avgjørt er at bjóða Skúlan á Fløtum út av nýggjum - útbjóðingin av byggingini er ógildað ella tikin aftur.
 
Hvør hevur tikið hesa týðandi avgerð veit eg ikki, men málið er hvørki viðgjørt í Fíggjarnevndini, í Býráðnum ella í samgonguni.
 
Samstundis verður boðað frá, at arbeiðið verður boðið út av nýggjum í Heyst. Hetta er heldur ikki viðgjørt politiskt, hvørki í Fíggjarnevndini, í Býráðnum ella í samgonguni.
 
Í almennu fráboðanini verður sagt, at bygginevndin hevur gjørt av at fylgja tilráðing frá teknisku umsitingini, um at ógilda og bjóða út av nýggjum.
 
Tað rætta og vanliga er, at ein bygginevnd gevur ráð og vegleiðing til umsitingina. Síðan gerð avvarandi umsiting, um neyðugt, eitt tilmæli til politiska myndugleikan til viðgerðar og støðutakan.
 
Tí vendir alt á høvdið í hesum málinum.
 
Ein bygginevnd fyri eitt skúlabyggjarí er typiskt bara ráðgevandi og vegleiðandi um innihaldið í skúlanum, t.d. funktiónalitetur og her pædagogisk og undirvísingarlig viðurskifti, sum bygningurin skal rúma - og onki annað. Sostatt hevur ein slík nevnd ongantíð heimildir at taka týðandi avgerðir um eina verkætlan, herundir taka avgerðir um útbjóðing, taka tøkniligar avgerðir, gera bindandi avtalur, útvega fígging o.a. Bygginevndin hevur vanliga beinleiðis tilknýtið til ein verkætlanarbólk, sum leiðir, planleggur, organiserar, stýrir og hevur eftirlit við verkætlanini.
 
Er hetta eftirfarandi tíðini, so virkar tað sum, at bygginevndin nú skal vera við til at taka politiskar og fyrisitingarligar avgerðir, og siga teknisku umsitingini, hvat skal gerast og avgerast.
 
Hetta arbeiðslagið ber boð um leiðsluloysi, sjálvsøkni, bypassing og onga virðing fyri Býráðnum, Fíggjarnevnd ella samgongu.
 
Tað er Býráðið, sum hevur evstu verkætlanarábyrgd í hesum ætlaða byggjarínum og skal tí eisini taka avgerðir, sum hava stóran týdning fyri verkætlanina.
 
Tað at ógilda eina útbjóðing av einum risa-byggjarí er ein stór avgerð, sum kann fáa stórar avleiðingar, og tí skal politiski myndugleikin avgera slíkt.
 
Spurningurin er tí, hvør stendur aftanfyri hesi boðini frá kommununi?
 
Annfinn Brekkstein
Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin