Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ongin skal verða fyri vanbýti

Nú skal ein altíð ansa sær ikki at vera ov avgjørdur í spádómum um framtíðina, men eg vænti framvegis ikki, at Klakkur samanlagt fer at hava minni at fiska næsta ár samanborið við í ár. Væl at merkja, um ikki ógvuslig kvota/fiskidagaskerjing verður allastaðni, har skipið hevur rættindi. Hendir tað, so verður allur flotin skerdur og hevði eisini verðið tað, sama hvør fiskivinnuskipan var galdandi.

Les eisini hesar greinarnar:
http://nordlysid.fo/hvi+skal+okkara+livsverk+tveitast+ut+i+ovissu.html
http://www.nordlysid.fo/ongin+orsok+til+dapurskygni.html
http://www.nordlysid.fo/liggjas+hevur+alla+orsok+til+at+vera+dapurskygdur.html

Tað er rætt, at kvotan á Flemish Cap minkar. Men tað merkir ikki neyðturviliga, at so minka samlaðu veiðimøguleikarnir hjá línuflotanum samsvarandi.

Fiskimálaráðharrin arbeiðir áhaldandi fyri at útvega okkum nýggj fiskirættindi í fremmandum sjógvi og fyri at økja verandi kvotur. 

Tað er ein grundhugsan í fiskivinnupolitikkinum hjá hesi samgonguni, at stóra økingin í uppsjóvartilfeinginum seinastu árini eisini skal koma sperda botnfiskaflotanum til góðar, ikki minst línuflotanum, millum annað við umbýti við onnur lond. 

Tað verður longu gjørt, og í tann mun botnfiskakvotur minka, eigur uppaftur meira fokus at vera á at kompensera minkingina við umbýti.

Henda samgongan ætlar ikki bara at hyggja at, um onkur veiðibólkur verður fyri vanbýti í mun til aðrar, orsakað av minkandi kvotu, men fer alla tíðina at gera sítt ítarsta fyri at forða fyri ella avmarka niðurskurð í veiðimøguleikum.

Eg kann ikki lova, at fiskimálaráðharrin fer at fáa alla minkingina á Flemish Cap innaftur við býtishandlum, men hinvegin er tað als ikki vist, at roknistykkið verður so vánaligt fyri Líggjas Johannesen og Klakk, sum hann leggur tað fram.

Tí tað er ikki eitt krav í uppskotinum til nýggja fiskivinnulóg (Løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi), at fiskimálaráðarrin SKAL brúka sjey prosent av øllum fiskatilfeingi á øllum leiðum til menningarkvotu. Eins væl og hann hevur heimild at luta ein part út sum menningarkvotu, so hevur hann eisini heimild at lata vera.

Og tað er heldur onki krav, at hann SKAL selja tey 25 prosentini ella part av teimum sum langtíðarrættindi. Í tann mun tey verða seld sum stutttíðarrættindi, eru antitrustreglurnar ikki í gildi, og tá kann Klakkur eisini vera við, sjálvt um tann eini eigarin av skipinum hevur rakt antitrustloftið.

Í mínum fyrra svari til Líggjas Johannesen legði eg dent á, at umrokningin frá fiskidøgum til kvotur í føroyskum sjógvi í størri mun tekur støði í veruliga fiskiskapinum enn í tillutaða fiskidagatalinum. Fiskiskapurin seinastu fimm árini verður í uppskotinum vektaður 75 prosent, meðan fiskidagatalið verður vektað 25 prosent. 

Rættvísið í hesum kann tað sjálvsagt vera ymiskar meiningar um, men umrokningarlykilin avspeglar politiska ynskið um at taka luft úr skipanini – at minka um tað potensjella veiðutrýstið, ið kann aktiverast, so títt og knapt stovnarnir koma fyri seg aftur. Og lykilin avspeglar eisini, at nógvir útlutaðir dagar ikki verða nýttir, tí eigararnir av teimum hava fingið rættindi aðrastaðni eisini. 

Tað er støðan hjá til dømis Klakki og øðrum línuskipum, sum hava fingið framíhjárættindi á fjarleiðum.

Tí haldi eg ikki, at tað er heilt rímiligt, tá Líggjas Johannesen brúkar teir 112 tillutaðu fiskidagarnar seinasta fiskiár sum grundarlag fyri at siga, hvussu nógv hann fer at missa í føroyskum sjógvi frameftir. Tí Klakkur brúkti bara 64 av teimum 112 fiskidøgunum seinasta fiskiár.

Ætli mær tó ikki at keglast um tøl. Tað avgerandi er, at um ongi ógvuslig inntriv verða gjørd í botnfiskiskapin undir Føroyum næsta ár og í rættindini á fjarleiðum – onnur enn tey, sum longu eru gjørd á Flemish Cap – og fiskimálaráðharrin framhaldandi fer at vísa sítt framúr hegni at útvega føroyska flotanum kvotur á fjarleiðum, so eigur Líggjas Johannesen ikki at óttast fyri at verða við sviðusoð.

Ingolf S. Olsen
framsøgumaður í fiskivinnumálum, Tjóðveldi