Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ongin vitjar: Bjørnin svevur

Sergei Vorobyov, er svenskur ríkisborgari, men Bjørn á Heygum, hevur ikki vitjað russaran, og svarar ikki uppá fyrispurningar.

Oyggjatíðindi 3. desember 2010

Sergei Vorobyov, sum er innlagdur á deild 2 undir tvingsli seinasta hóskvøld, royndi at koma í samband við russiska konsulin, Árna Dam, men hetta var ikki komið nakað burturúr.

Leygardagin settu vit okkum í samband við russiaks konsulin, Árna Dam.

Hann sigur, at tá Sergei ringdi til hansara, sat hann í eini floghavn uttanlanda, men sambandið var sera vánaligt, og onki kom burturúr.

Konsulin lovaði blaðnum at kanna viðurskiftini, og um neyðugt, at vitja russaran. Mánadagin boðaði Árni Dam, russiskur konsul frá, at Sergei Vorobyov, ikki var russiskur ríkisborgari, men hevði adressu í Svøríki, og har var hann so eisini skrásettur.

Sostatt var hetta ikki ein sak fyri russiska konsulin í Føroyum.

Men Sergei hevði eisini ringt til Bjørn á Heygum, svenska konsulin, men hesin hevði ikki hirt honum svar.

Hjá einum, sum undir tvingsli er stongdur inni, er tað tungt ikki at fáa hjálp nakrastaðnar frá, so Sergei ringdi fleiri ferðir til svenska konsulin. So oftani, at hann bleiv klagaður av Betrice á Heygum, konu konsulin, sum arbeiðir á skrivstovuni, fyri ikki at geva manninum frið at arbeiða!?

Mikudagin sendu vit ein teldupost til svenska konsulin, Bjørn á Heygum, advokat, sum var soljóðandi:

Fari eftir áheitan frá Sergei Vorobyov, ið er russari, men svenskur ríkisborgari, at spyrja, hví tú ikki vitjar hann á deild 2, har maðurin er innlagdur undir tvingsli, og uttan rættarsókn.

Havi eisini skilt, at vanligu mannagongdir ikki heldur eru fylgdar, og verji tilnevndur av rættinum.

Sergei Vorobyov, upplýsir, at hann uttan orsøk verður niðurbundin í songina, og at hann sostatt er úti fyri píning.

Tað verður honum eisini noktað, at samskifta yvir interneti, og tað sigur hann er eftir boðum frá løgregluni.

Fari at spyrja svenska konsulin í Føroyum, hvat hann ætlar sær at gera fyri at hjálpa.

Kann eisini venda mær beinleiðis til svenska konsulatið í Danmark, um tú ikki setir teg føran fyri at svara hesum teldubrævinum.

Men onki hoyrdist frá konsulinum.

Yvirlæknin, Tórmóður Stórá, sigur við blaðið, at tey hava fráboðað konsulátinum, at Sergei Vorobyov, liggur hjá teimum.

Hvat konsulát hava tit fráboðað?

- Vit hava vent okkum til russiska konsulátið.

Men Árni Dam, konsul, sigur, at Sergei er ikki russiskur ríkisborgari?

- Sum eg skilji støðuna, hevur Sergei Vorobyov, dupult ríkisborgaraskap - bæði í Russlandi, og í Svøríki, segði Stórá, men enn er Sergei innistongdur, og noktar at eta.

Bjørnin svevur...

Meira í morgin...