Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

- Ísland sparkaði Ongland út!

Føroyingar vóru á gosi, tá teir vunnu á Eysturríki við 1 - 0  12 september í 1990. Vit hava av góðum grundum litið aftur á tað málið, sum ein varða í okkara fótbóltssøgu. Hetta gav okkum mót at trúgva upp á okkum sjálvar í altjóða fótbóltshøpi, har vit eisini hava roynt okkum seinastu 26 árini – onkuntíð stoltir og aðrar tíðir minni stoltir!

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Men aldri eru vit tó komnir so langt sum grannar okkara, Ísland, hava megnað í hesari EM kappingin – og hvør hevði roknað við tí, at grannanir komu so langt!?

Teir hava spælt og vunnið sigrar, sum førdi teir til sjálvt endaspæli; og í kvøld stóðu teir andlit til andlit við sjálvt tað enska landsliðið, ein av risunum í altjóða fótbólti.

Men hetta bragdi Íslendinga í kvøld gevur okkum føroyingum enn størri mót og trúgv í altjóða fótbóltshøpi, tí við hesum er sannað, at tað ikki er givið, at tað altið eru teir stóru, sum eru sjálvskrivaðir til at sigra; teir lítlu hava eisini ein møguleika!

Tað sá ikki gott út teir fyrstu fáu minuttirnar, tá Onglendingar skoraðu við einum brotsparki 1 – 0. Men so javnaðu Íslendingar, og tá ressaðist man aftur í stólinum, og tá so Íslendingar gjørdu støðuna til  2 – 1, og helt hesa støðuna allan fyrra hálvleikin, tá spurdu donsku fótbóltsviðmerkjarnir: Hvad er der ved at ske? Og teir sóu tað, sum teir ikki trúðu uppá. 

Tá bert eitt kvarter var eftir, og støðan framvegis 2 – 1 til Ísland, tá byrjaði niðurteljingin av álvara, og tá sást, at nervarnir hjá ensku slipsamonnunum hingu uttaná.

Hóast føroyska landsliðið aldri enn er komið har til, so sótu allir føroyingar, nógvir á nýggju gróttrappuni í Vágsbotni, negldir til sjónvarpsskýggjan, eins spentir og tað skuldi verið føroyska landsliðið – eitt prógv um hvussu nær knýttar hesar báðar tjóðir eru mitt úti í tí brúsandi Atlantshavi. 

So hendi tað, sum eingin hevði tora at rokna við – lítla tjóðin í Norður Atlantshavi sparkaði risan í altjóða fótbólti út úr EM-kappingini – man má siga, at hetta hevur verið ein hendingarík vika hjá Onglendingum - fyrst koyra teir seg sjálvan út úr EU, síðani verða teir koyrdir út úr EM!