Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Onki prógv kom á borðið

Mikudagurin var ásettur, sum seinasti dagurin fyri sakarmálinum, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevði lagt í móti fimm kringvarpsfólkum, og einum blaðstjóra, sum í starvinum á portal.fo var tann, sum tók uppaftur avdúkingar, sum longu vóru kendar í 1997. Viðgerðin í rættinum vísti tó, at onki nýtt var at frætta, og onki prógv varð lagt fram fyri, at landsstýrismaðurin hevði svikað í tolli. 

Grein í Oyggjatíðindum, 20. februar 2015, tá sakin í móti teimum fýra var fyri í Føroya rætti.

Dan Klein, journalistur, greinaði

Kringvarpið og ávísir portalar og bløð, hava gjørt sera nógv burturúr sokallaða tollmálinum, men synd at siga, at nakað, sum helst nýtt er komið fram.

Vit fingu í vikuni at hoyra, at dómarin hevði ávarað Svein Tróndarsson, um, at hann var í fer við at bróta tagnarskylduna, men blaðstjórin á Dimmalætting, bleiv bara við, at greiða frá viðurskiftum, hann hevði fingið kunnleika um, gjøgnum starv sítt.

Aftaná rættarfundin boðaði hann eisini alment frá á portali, at tað fyri hann var nógv meira átrokandi at fáa sannleikan um brot á tollógina enn at halda tagnarskylduna. Men tey tíðindini vóru tikin av aftur netinum, tí tey vóru ikki at finna aftur.

Millum vitnini hjá tíðindafólkunum, var eisini, Guðrið Joensen, sum er útbúgvin løgfrøðingur. Hon var leiðari á lógardeildini hjá Toll & Skatt, og sambært in.fo, segði hon í rættinum, at tað var nakað inn í 1993, at hon fyrstu ferð hoyrdi um tollmálið í Sørvági.

Hon váttaði tað, sum Oyggjatíðindi langt síðani hevur skrivað, at hon heitti á Una Vestereið, at hyggja uppá málið. Hetta gjørdi Taks, aftaná at Skipafelagið hevði fingið rokningina fyri at útflýggja ótollaðar vørur til Niclasen-fyritøkuna. Her var grundgevingin, brot á tollógina.

Taks velur at melda Jørgen Niclasen, fyri sama brot, men tað bar ikki til, sambært táverandi fútanum, sum hevði ríkisadvokatin aftanfyri sína avgerð.

- Eg haldi, vit hoyrdu aftur um málið frá løgregluni í 1994, har sagt var, at ákæra ikki fór at verða reist móti Niclasen-fyritøkuni. Vit tóku avgerðina hjá fútanum til eftirtektar, og her endaði tann eksterni partur av málinum fyri okkara viðkomandi, segði Guðrið. 

Hon varð eisini spurd, um tað ber til at missa ein tollkreditt, uttan at felagið, sum hevði kredittin, veit tað, og her helt hon, at tað eigur ikki at bera til. 

- Tað er bæði fyritøkan, sum hevði tollkredittin og flutingsfelagið, sum eiga at fáa fráboðan um tað, tá tollkreditturin verður tikin aftur, segði Guðrið Joensen.

Tá ið Oyggjatíðindi viðgjørdi hetta mál aftaná at hava fingið alment innlit, kannaðu vit eftir um Taks hevði sent fútanum avrit av brævi frá Taks til Niclasen-fyritøkuna, sum prógv fyri, at tollkreditturin var uppsagdur, men hetta skjal var ikki við.

Trupulleikin er, at eitt slíkt skajl finnst ikki, og tað er rættiliga avgerandi fyri málið. Onki prógv kom á borðið.

Dómur fellur komandi mikudag.

--------

Hetta var grein áðrenn dómadagin í Føroya rætti, sum tey fýra taptu. Nú bíða tey eftir landsrættinum, men støðan er lítið øðrvísi frá støðuni í Føroya rætti. Onki prógv kom á borðið um, at Jørgen Niclasen, hevði svikað í tolli.