Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Røðan hjá Duritu Tausen, forkvinnu í Krabbameinsfelagnum til 25 ára hátíðharhaldið hjá Onkologiska ambulatoriinum fríggjadagin 10. februar.

Onkologiska ambolatoriið 25 ár

Dan Klein --- 14.02.2017 - 09:30

Onkologiska ambolatoriið 25 ár 
Hjartaliga til lukku við árinum góða onkologiska ambolatorium.
 
Týsdagin á døgurða var ein sum eg arbeiði saman við her úti og vitjaði ein vinmann, sum var og fekk kemo frá tykkum. Tá ið hann kom aftur til arbeiðis, var tað fyrsta hann segði: tað er fantastiskt, at tað ber til at fáa viðgerðina í Føroyum.
 
Krabbameinsfelagið var sett á stovn við tí høvuðsendamálið at bøta um viðurskiftini hjá krabbameinssjúklingum. Eitt av størstu ynskjunum hevur alla tíðina verið, at so nógvar viðgerðir sum til ber, kunnu verða givnar í Føroyum. Soleiðis, at fært tú krabbamein, so kanst tú vera heima, millum tíni egnu. Og á einum sjúkrahúsið, sum er so lítið fremmant, sum til ber.
 
Tá ið Krabbameinsfelagið fylti 25 ár, í 2004, varð bókin ’Okkara millum’ givin út. Í bókini er millum annað skrivað um tað, at onkologiska ambolatoriið varð sett á stovn í 1992 og orðarætt stendur: ’Hetta má metast sum størsta framstig, tá ið talan er um krabbamein, viðgerð og røkt í Føroyum’.
 
Onkologiska ambolatoriið er ment nógv hesi 25 árini. Hvørja viku eru nógvir krabbameinssjúklingar, sum fáa hjálp her. Og tað er tykkum at takka. Dugnalig, ágrýtin starvsfólk. Leiðsla, sum hjúklar um tykkum. Viljin at fáa tingini at rigga. Geva bestu viðgerð, so útlitini kunnu vera so góð, sum til ber. At hjálpa, lætta um. Mangan man tað eisini vera at ugga.
 
Í 2011 fekk eg staðfest krabbamein og viðgerðina fekk eg á Ríkissjúkrahúsinum. Tá ið eg kom heim, eftir 1. kemoviðgerðina, fór eg sjálv út á Landssjúkrahúsið við journalini hjá mær. Óivað havi eg verið so mikið uppsnissað, at eg havi hildið tað vera ein møguleika at knýta meg at onkrum her úti. Og tað eydnaðist.
 
Tá ið eg minnist aftur á tann dagin, og ta tíðina, so haldi eg, at tað er tað einsamallasta eg nakrantíð havi kent meg. Í øllum førum síðani eg bleiv vaksin.
 
Tá ið eg kom við journalini, var eg víst til tykkara. Eg møtti Steinbjartu. Og tað gjørdi allan munin. Tá ið eg kom inn her, var høvdið um at spreingjast í stúranum, serliga um møgulig og ómøgulig hjáárin. Ríkissjúkrahúsið hevði givið mær eitt telefonnummar, sum eg kundi ringja til. Tann telefon varð tikin ein tíma um dagin. Millum 8 og 9 um morgunin.
 
Størsta stúranin var: hvat geri eg, um eg liggi og ringi meg av pínu, havi tað av hundinum til og tað byrjar t.d. kl. 10 um morgunin? So skal eg bíða í 22 tímar, og tað er ræðuliga leingi at bíða. Og so segði Steinbjarta: ’Góðasta, tú skalt ikki liggja og pínast. Tú vendir tær til okkara.’
 
Tá ið eg fór út aftur, við nummarinum hjá tykkum í lummanum, skein sólin og eg næstan sveimaði. Tað var ongantíð neyðugt hjá mær at seta meg í samband við tykkum. Men eg visti, at eg kundi.
 
Enn eru krabbameinssjúklingar, sum mugu av landinum at fáa viðgerð. Ynski er, at allir krabbameinssjúklingar, hvar viðgerðin so er, kenna seg so tryggar, sum til ber og eisini kenna seg sum sjúklingar í føroyska sjúkrahúsverkinum. Tað krevur samskipan. Nokk so nógv verður gjørt burtur úr tí í Krabbameinsætlanini og eitt tilmæli er at seta sjúklingasamskipara í starv. Nevnt verður, at hann kann verða settur á onkologiska ambolatoriinum. Vanliga er tað føðingardagsbarnið, sum ynskir sær gávur. Men ta gávuna fari eg at ynskja okkum øllum.
 
Hjartaliga til lukku við árinum. Tit hava sett nógvar varðar hesi 25 árini. Við vissu um, at tit fara at seta enn fleiri, fari eg vegna Krabbameinsfelagið at ynskja tykkum, og okkum øllum, alt tað besta, í tíð sum kemur. 
 
Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum