Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Onnur øld

Kongshavnar havnastýri

Tíðindaskriv:

Fríggjadagin hin 07. februar eru hundrað ár liðin síðani fyrsti fundurin varð hildin í Kongshavnar havnastýri. Orsøkin var, at lóg bleiv samtykt hin 18. oktober 1913 um Kongshavn (Skálafjørðin) sum skipahavn. Nú, táið felagsskapurin setir á næstu øldina, er ætlanin at marka dagin í Løkshøll fríggjadagin hin 07. februar frá kl. 16-18, har Kongshavnar havnastýri bjóðar til alment átak við hesi skrá:

Súni í Hjøllum, formaður, bjóðar vælkomin.

Jógvan Gregersen, stjóri á Vaðhorn, hugleiðir um vinnumøguleikar í Kongshavn. Tórbjørn Jacobsen, havnarmeistari, Runavíkar havn, hugleiðir um Kongshavn. Ólavur Gregersen, stjóri í Syntesa, hugleiðir um broytandi umstøður í Norðurhøvum.

Kári Sverrisson syngur og spælir.

Orðið er frítt, og spurningar úr salinum kunnu setast teimum, ið hava havt orðið, og teimum sum í dag manna nevndina í Kongshavnar havnastýri. Samfelagsfrøðingurin Jóannes Hansen stjórnar fundinum. Eftir fundin verður ábit og kaffi.

_ _ _

Kongshavnar havnastýri er upprunaliga stovnað sambært lóg og egnum reglementi til tað at stjórna skipaferðsluni inn og út av og kring um á Skálafjørðinum og at krevja inn havnagjøld frá skipum. Kommunurnar, sum eiga fjøru framvið fjørðinum, varða av felagsskapinum, og ídag eru tær Nes Kommuna, Runavíkar kommuna, Eysturkommuna og Sjóvar kommuna. Ábyrgd og rættur fylgja einum lykli, sum er lagdur eftir fjaralongdini hjá hvørjari kommunu sær.

Kongshavnar havnastýri hevur virkað øll hesi hundrað árini, og nógvir menn hava mannað nevndina í hesum tíðarmáli. Fyrsta trýfjerðingsøldin er væl skilgreinað í bókini Samstarv, sum Oluf Innan Glyvur legði til rættis fyri Stýrið. Í Stýrinum í dag sita: Súni í Hjøllum, formaður, Tórbjørn Jacobsen, næstformaður, Jonhard Danielsen, Brandur Jacobsen og Jens Kristian Rasmussen.

Greitt er, at Skálafjørðurin longu frá fyrstuni fólk komu til landið hevur verið brúktur sum trygg havn hjá skipum og bátum. Í “Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782” skrivar J. C. Svabo eisini, at fýra havnir í Føroyum eru góðar skipahavnir: “neml. Vestmanhavn, Klack (Klaksvík), Trangisvaag og Kongshavn, som skulle holdes for gode Vinterhavne.....”. Navnið er kortini eldri, tí longu í 1650 skrivar stýrimaðurin Bagge Wandels, at teir hetta árið hin 11. august “....gik wi til Segels og seglede hen mod Kongshaffuen.”

Súni í Hjøllum, formaður.