Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

OPERATION MOBILISATION - 60 ár síðan stovnan

Kendi missiónsfelgasskapurin Operation Mobilsation, stytt OM, rundar tey 60 árini í ár. Felgasskapurin hevur verið kendur í Føroyum tey seinastu 55 árini, har hundradavís av føroyingum hava fingið sínar andaligu náðigávur royndar bæði á landi og á sjógvi.

Kristiliga tíðindatænastan 
v/Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Tað var fyri 60 árum síðani, í 1957, at stovnarin av OM, George Verwer, saman við øðrum, fór til Mexico at býta út kristiligan lesna og bíbliur. Hesin túrurin gjørdist íblásturin til tað, sum seinni kom at eita Operation Mobilisation, og sum hevur sent út trúboðarar í túsundatali um allan heim, bæði við akførum eftir øllum heimsins kontinentum, og við skipum á øllum heimsins høvum. 

Í dag, 60 ár seinni, umfatar OM 3.400 fólk, frá meira enn 100 londum, sum virka í 115 londum. Í 2004 keypti OM gomlu Norrønu, sum kom at eita Logos Hope. 

“JUBILEUMSÁTAK”
Júst á 60 ára jubileumsárinum økir Operation Mobilsation um sítt virkisøki, við at gera íløgu í ein áarbát, sum skal sigla eftir Europeisku áunum og kanalunum og náa tær mongu milliónirnar, sum búgva fram við Europeisku áarbakkunum – sera passandi, at hendan nýggja visiónin hjá OM skal føðast júst á 60 ára jubileumsárinum hjá Operation Mobilsation. 

60 ára minningarhaldið varð hildið 10 juni í Forest Hill í London, har George Verwer og aðrir hildu takkarrøður. Síðani verður farið á eina takkarferð, har minnishald verður í fleiri býum: Í Týsklandi 1-2 juli. Í Belfast 23. september. Í Dublin, Írska republikkin, 21 - 22 oktober og í Birmingham, Ongland 05. oktober. 

------------

ZAREPTA 50 ÁR
- minningarhald í heyst 

Tað eru í ár 50 ár síðani Zarepta varð tikið í brúk. 

Kristiliga Tíðindatænastan
v/Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Tað var 06. oktober í 1965, at spakin varð settur í á fyrsta sinni, og eitt ár og nýggju mánaðir seinni, sunnumorgunin 02. juli 1967, varð breyðbróting hildin við fullsettum sali í Zarepta við fólki úr øllum landinum. Harvið var húsið tikið í brúk og halgað Harranum. Longu tveir dagar seinni kom tað fyrsta holdið í Zarepta. Hetta vóru 114 dreingir í aldrinum 10 -14 ár.

Ígjøgnum hesi 50 árini hevur nógv nýhugsan verið at sæð í Zarepta, sum er vaksið við fleiri 100 prosentum bæði við atliti til leguluttakarar, starvsfólk og bygningar, sum í dag telja tríggjar stórar høvuðslonir.

Leiðslan í Zarepta hevur gjørt av, at føroyafólk skal fáa høvið at uppliva Zarepta á 50 ára degnum, og síggja og hoyra hvussu arbeiði byrjaði í smáum við næstan ongum økonomiskum midlum, og hvussu Harrin hevur leitt og signað hesi seinastu 50 árini. 

Dagurin er settur at vera leygardagin 14. oktober, sum verður lýstur nærri seinni. 

------------

SAMKOMAN Í BETESDA 
OG FYRSTI SALURIN
- 100 ár liðin

Tað eru í ár 100 ár liðin síðani samkoman í Betesda í Klaksvík var stovnað og síðani fyrsti salurin, sum eisini bar navnið Betesda, varð tikin í brúk. 

Kristiliga Tíðindatænastan
v/Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Hetta verður feirað virðiliga, tá ein drúgv og spennandi hátíðarskrá er gjørd, sum kemur at fevna um tað mesta av heystinum við ikki minni enn 6 møtirøðum bæði í september og í oktober. Hátíðarhaldið byrjar leygadagin 02. september við einum sokallaðum Betesdadegi.   

Nógvar broytingar og nógvur vøkstur hevur verið í Betesda hesi 100 árini. T.d. kann nevnast, at fyrsta Betesda varð reist í 1917 har bókasavnið er. Í 1928 varð nýggjur salur bygdur, og tá varð hann reistur á núverandi grundina. Í fimtiárunum varð salurin longdur, og fyrst í sekstiárunum varð salurin breiðkaður. Hesin salurin varð tikin niður í mars í 2012 til tess at geva pláss fyri nýggja prýðiliga salinum, sum varð tikin í brúk leygardagin 15. mars 2014 - samkoman hevur aldri brúkt annað navn enn BETESDA!

Hvat sjálvt innihaldið í hátíðarskránni er, verður boðað frá sum heystið nærkast.