Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oprop til danan Virgar T. Dalsgaard

Tú Virgar, hevur nú í ein heilan mansaldur sitið við delirium tremens (møludillu og mølagron) niðri í Danmark og hunddálkað føroysku tjóðskaparrørsluna, bæði tey núlivandi og tey undanfarnu.

At tú, sum strandaður 68-ari í Danmark, hevur átikið tær uppgávuna at siga hvussu vit skulu búleikast í Føroyum, er ein dekan og stórur gloypibiti. Men tað sær út til, at tú hevur fullan stuðul frá teimum svartastu afturhaldskreftunum í Føroyum; tað vil siga Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum.

Hetta skal vera ein áheitan til tín um at gevast við hesum hatursfulla goraganginum. ”Krage søger mage”, sigur eitt danskt orðatak, so halt tú teg bara í friðð niðri í Danmark við øllum tínum negtivu tankum um alt, sum bara luktar av føroyskum dirvi og mansmóti til at standa á egnum beinum.

Við tjóðskaparheilsan

Bogi Gaard Joensen

Sørvági