Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ÓSJÓNLIGIR OPPONENTAR - tjakfundur læraraskúlahøllin

Leygarkvøldið 23. januar varð lýst til almennan tjakfund í Læraraskúlahøllini.  Tað vóru ung fyri Miðflokkin, UFM, sum skipaðu fyri. 

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Tey høvdu bjóðað tí væl kenda og roynda kristna tjakaranum Dr. Michael Brown úr USA at tjakast um samfelagsligu árinini í samband við lógarbroytingar í hjúnarbandslógini, sum í hesum døgum er eitt heitt evni í Føroyum. 

Fyrireikararnir høvdu bjóða 14 løgtingslimum, sum eru millum uppskotsstillararnar til nýggju hjúnarbandslógina og umboðum fyri LGBT at vera móttjakarar/opponentar í tjakinum við Michael Brown. Men tað sjáldsama vísti seg, at ikki ein av teimum bodnu vóru at síggja í læraraskúlahøllini, tí eingin teirra møtti upp til fundin. Átakið varð kortini gjøgnumført í leygarkvøldið 23. januar. 

Tá eingin av opponentunum møtti upp at taka lut í tjakinum, so valdi Michael ístaðin at hava ein fyrilestur um evni, sum vardi í hálvan tíma. Í fyrilestrinum greiddi Michael frá teimum avleiðingum, sum tað kemur at hava á samfelagið at umdefinera/umgreina hjúnabandið.  Seinni á fundinum var tað Arni Zachariassen, sum hevði samrøðu við Michael um sama evni, har fólkið í salinum og lurtarar á netinum høvdu møguleika at seta spurningar.  

Fyrireikararnir siga í tíðindaskrivi, at “Michael Brown var bæð sakligur og faktuellur og at øll dokumentatiónin tók støði í samfelagsligum hagtølum, og at talan var um eina sekulera argumentatión heldur enn eina religiøsa argumentatión!”

Tað vóru væl yvir 200 fólk, sum leitaðu inn í læraraskúlahøllina hetta kvøldið at hoyra Michael Brown. 

Sunnumorgunin talaði Michael í Kelduni í Skálabotni.