Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Óskiljandi – yvirhøvur ongin samanhangur í teoriini og praksis hjá Miðflokkinum

Jenis noyddi meg til knappaborðið, tá hann sum lækni og politikari royndi at fjala út yvir vánaligu fíggjarstøðuna, ið viðførir trongstøðu á fleiri økjum á landssjúkrahúsinum . At ein lækni kann fáa seg alment at verja politiskar sparingar, ið raka sjúkrahúsið meint, er óskiljandi, tað er ónt gjørt. Hartil kemur, at Jenis í fleiri ár hevur sagt, at hann er kristin, men hvussu kristin er mann, tá tey sjúku ikki kunnu fáa tað hjálp, teimum tørvar. Og tað ger tað enn grefligari og óndari, tá sami politikari er partur av samgongubólki, ið letur 100-tals skattakrónur ganga leysar. Tá eru eingi mørk. Halleluja. Hvar er kristindómurin og næstakærleikin tá? Kanska farin upp i royk. Kann nakar taka tílikan kristindóm fyri fult? 

Og nú meðan eg taki mær av, hvussu antikristiligt miðflokkurin førir seg fram, og meðan –tey samkyndu í miðflokkaeygum spedølsku – hava verið í miðlunum og takka teim mongu góðgerðarunum, íð á ymsar hættir hava víst vælvild og slóa vegin fram móti javnstøðu, so loyvi eg mær, at taka – enn eina av floksins mongu andsøgnum.

Men fyrst fari eg til søguna um, hví tað at vera samkyndur gjørdist synd hjá jødunum í gl. Testamenti fyri uml. 4000 árum síðum. Hetta kom av, at teir tá livdu nær einum heidnum fólki, ið hevði ritualir við samkyndari luttøku, og tá fleiri og fleiri jødar vístu sterkan áhuga fyri hesum heidnu og teirra rituellu seremonium, so tóku teir jødisku leiðararnir og stemplaðu samkynt sex sum grova synd. Teir vildu hava jødarnar heima hjá teimum sjálvum og onga aðra staðni. Og jødarnir fóru ongantíð aftur til umrøddu heidningarnar.

At vit 4000 ár seinri í einum sera fjarskotnum landi, skulu fasthald jødiska sjálvgjørda religiøsa lóg um leiklutin hjá samkyndum, sum hevði heilt aðrar orsøkir enn sexsuellar, nevnliga at halda seg frá heidnum fólkí fyri 4000 árum síðani í Miðeystri, hetta má vera ella rættari sagt er toppurin av toppinum av menniskjansligum infantiliteti. 

Ongastaðni í Nýggja Testamenti verða samkynd dømd ella fordømd– og ongastaðni verður Jesus siteraður fyri at taka støðu til tey samkyndu. Harafturímóti tosaði hann nógv um næstakærleika, bæði í samband við sjúk - eisini tey á sjúkrahúsunum (sum eg havi skrivað um), tey sum eru svong, og annars øll, ið hava hjálp fyri neyðini. Somuleiðis at hjálpa teimum, sum Miðflokkurin hongir út og isolerar. Og Jesus sigur í givnari støðu: Tann, sum er reinur, kann kasta fyrsta steinin. -

At Miðflokkurin ikki góðtekur demokratiið eigur at diskvalifisera hann sum politiskan flokk. Aðalgrundarlagið undir okkara fólkaræði er, at fleirtalið til eina og hvørja tíð avgerð øll mál. Miðflokkurin hevur lagt tær treytir við, at samstarvspartnarnir skulu halda sær frá tí teir kalla etisk mál, men sum í høvuðsheitum í praksis er at kúga og isolera samkynd, tí annars leggur hann arbeiðið frá sær og blokerar framhaldandi arbeiði. Á henda hátt gíslatekur hann fullkomuliga ósek fólk, ið bert ynskja at liva við sínu íbornu náttúru, soleiðis sum Skaparin nú einaferð hevur skapt tey. At seta demokratiið soleiðis út av spælinum og annars spæla Várharra, við 4000 árs gomlum jødiskum søgum í skjáttuni átti ikki at verðið góðtikið sum nakað sum helst yvirhøvur.

Dagfinnur Danbjørg.