Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Babba tók hana við á horuhús í Hollandi

Tað er so trupult hjá hesi mammuni, tí myndugleikarnir vilja ikki taka hana í álvara.

 

Tað hevur eydnast pápanum til hennara egnu børn, at sleppa undan at verða kannaður, so hann verður mettur egnaður at vera pápi, bara við at vera tann peni og siðiligi, sum altíð er at síggja saman við børnunum. Hann dugur væl at tosa, men enn betur at lúgva, og sjálvt um ein lygnin fyri og onnur eftir verður avdúkað, er tað greitt, at myndugleikarnir hava valt síðu.

 

Myndugleikarnir hava ta fatan, at maðurin ansar børnunum fyrimyndarliga, tó at tað kann prógvast, at ein tá 16 ára gomul dóttur fekk mammurolluna, tá mamman var burturstødd, og uttan at hon visti av. Hetta vísir, at maðurin ongantíð hevur tikið ábyrgd av børnunum.

 

Men tað, sum mest heldur hesi mammuni uppi er tankin um hvat hon sjálv mátti í gjøgnum, sum barn, sum hálvvaksin, og sum kona til ein mann, sum sterkur illgruni hevur verið um, misbrúkar síni egnu børn, sum hann heldur fast um, sum reyðagull – tí børnini eru góð aktiv til fleir-millióna arv, sum fyrr er lýst í blaðnum. 

Tað ger ongan mun,  at eitt av børnunum hevur rópt neyðarróp á facebook, tí babba dámdi hansara pissiling, og ein eldri sonur hevur váttað misbrúk, og at ongar kanningar verða av hesum álvarsliga málinum.

 

Ein dóttur hevur tíðiliga verið úti fyri óhugnaligum hendingum, og hevur eisini skorið í seg sjálva – tíðilig tekin um, at hon hevur havt stórar trupulleikar.

 

Mamman bleiv sjálv misbrúkt, sum bara 4 ára gomul av sínum egna pápa. Hetta lat seg gera tí mamman varð sálarliga koyrd niður. Paradoksið her er, at hendan kvinnan bæði elskaði og hataði mammu sína, og skilti ikki, at mamman var passifiserað, og ikki evnaði at hjálpa henni í neyðini.

 

Nú hava hennara egnu børn somu kensluna um hana, tí tað hevur eydnast fyrrverandi manninum, at gera ein falskan sálarliga profil av henni, sum skitsufrena og ikki eftirfarandi. Hetta bleiv gjørt saman við læknum, sum vit hava nøvnini á.

 

Men mamman hevur ræðulig minni frá barna- og ungdómsárunum, sum tó geva henni bæði styrk og treiskni at bjarga børnunum undan somu lagnu. Sum ta ferðina, pápi hennara tók hana við til Holland bert 12 ára gomul, har tey vitjaðu skøkjuhús.

 

Hetta var eitt ræðuligt upplivilsi. Pápin er millióningur, og bíðlegði fínt hotel. Tað var tíðiligt, at hann hevði ein vinarskara, sum hann pleygaði í barrini, og gjørdi avtalur við.

Í dag pínir tað kvinnuna at tosa um, men samstundis er hetta pínan, ið heldur henni til eldin, tá tað snýr seg um hennara egnu børn. Hon minnist tá pápi hennara  á hesum túrinum, tók hana við á horuhús, har hon so sanniliga ikki var vælkomin, tí skøkjurnar tveittu alt møguligt eftir henni. Helst tí, at tær vildu ikki kapping frá so ungum kroppi…

Lesið meira í blaðnum, sum fæst til keyps fyri kr. 7,50.

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html

Add to Cart