Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oyggjatíðindi á alnótini

Add to Cart

Hvar endar einglapressan?

Hetta blaðið er seinasta prentaða útgávan av Oyggjatíðindi. Higartil eru tvær útgávur komnar á marknaðin ísenn. Onnur prentað, hin sum Pdf fílur á alnótini, hendan seinna hevur verið sera hent hjá føringum uttanlanda og sjómonnum.

Øll vita vit, at Einglapressan er ein lukkaður klubbi, har ávísir bólkar ikki mugu viðgerast kritiskt. Fáa fólk ikki talufrælsi, verður systemið stirvt, og ymiskt løgið hendir í samfelagnum.

Alnótin hevur fram um alt styrkt talufrælsið, og uttan Facebook, Twitter og Skype høvdu kollveltingarnar í Norður-Afrika neyvan hent við tí rúkandi ferð og koordinatión, sum var neyðug í slíkari støðu.

Í Føroyum fingu vit onga uppgerð við áttatiárini, men ídag, tjúgu ár seinni er høvuðsamboðið hjá maktini, Einglapressan eisini á veg út.

Fólk tíma ikki at lesa lívsstílssøgurnar í Sosialinum, hjá teimum sum hoyra til. Hendir nakað álvarsamt, klappa allir í ísenn. Tað er ein tríeinigheit millum Dimmu, útvarpið og Sosialin. Tey mugu fyri guðs skyld ikki nevna Oyggjatíðindi, tí í teirra verð, er blaðið ikki til.

Rás2 hevði einaferð eina seriøsa sending, sum kallaðist “Undir Kleinsvarða”, har fór eisini alt maskinaríið í sving, fyri at steðga hesum. Soleiðis var eisini í Tunesia, Libya og Sýrialandi, men har ger fólkið nakað við tað.

Finnur Helmsdal segði at Einglapressan niðurgjørdi, og framdi ágang ímóti  Oyggjatíðindi, fyri at fjala útyvir sítt egna máttloysi, og manglandi integritet og væntandi kritiskum journalistikki.

Tað var/er lættar at niðurgera Oyggjatíðindi, helt Finnur Helmsdal, sáli.

Eingin las blaðið, men alíkavæl vistu øll, rættiliga detaljerað, hvat ið stóð í blaðnum. Tað er komiskt at hesir “kulturellu danskarar”, sum ikki eru føringar, sleppa at senda pantifútan eftir hampafólki. Tað er ikki meiri enn vika síðan, at “tey bæði bløðini”, vildu hava studning úr landskassanum til útberingina.

Men var teirra uppgáva eittans at skapa toku, heldur enn kjak, so er teirra lívsyrki fullkomið, sum tokutalarar í einum landi, har næstan alt tey nerta við er vorið til andligan mjørka.

Men vit eru nøkur, sum ikki trúgva uppá at einglapressan fer til himmals. Tað er horisonturin hjá teimum ov lítil til.


Cr.


Add to Cart