Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oyvindur kann koma til okkara

Perlur: Hetta segði Martin Heinesen, ein av ánarunum av privata tunnilsfelagnum, tá ið blaðið, 6. Oktober 2006, spurdi um dátur, privata felagið hevði fingið ókeypis frá LV, var prísasettur partur, tá felagið seldi til Kaupthing

Oyggjatíðindi hevur sent skrivligan fyrispurning, til tríggjar av teimum, sum fyri blaðnum hava váttað, at teir hava selt prosjektið hjá arbeiðsbólkinum við Eysturoyartunnlinum til Kaupthing/LÍV.

Fyrispurningurin er sjálvandi settur við atliti til viðmerkingarnar hjá Oyvindi Brimnes, stjóra í Landsverk.

Teir sum hava fingið skrivligan fyrispurning, eru: Símun Johannesen, bygdaráðsformaður, Tummas Eliasen, stjóri í LÍV, og Martin Heinesen, jarðfrøðingur:

Fyrispurningurin:

Niðanfyri havi eg sett fyrispurning til Oyvind Brimnes, um hvør eigur tilfarið, sum arbeiðsbólkurin hevur hevur útvega sær í samband við tunnilsprosjektið, og selt víðari.

Oyvindur sigur seg hava hoyrt sum slatur, at talan er um tilfar, sum LV eigur upphavsrættin til.

Hann nevnir so nøkur dømir um hvat tilfar, arbeiðsbólkurin ikki kann ella kundi selja víðari.

Fari at biðja teg gera eina viðmerking til tað, sum Oyvindur Brimnes, sigur um upphavsrættin til fleiri dátur, sum hann metir liggur hjá Landsverki.

Skal eisini gera vart við, at landsverkfrøðingurin sigur seg ikki vita um nakað av hesum tilfari við upphavsrætti er partur av handlinum við Kaupthing/LÍV.

Men blaðið fekk bara svar frá einum, og tað var Martini Heinesen, jarðfrøðingi, sum hinvegin týðiliga ikki vil lyfta lokinum, um arbeiðsbólkurin hevur sett upplýsingar, LV eigur rættindini til.

Martin Heinesen, sigur soleiðis í teldubrævi til blaðið:

Eg haldi ikki, at eg eigi at gera viðmerkingar til útsagnir frá Landsverkfrøðinginum. Arbeiðsbólkurin samskifti í sínum arbeiði við nógvar serkønar persónar, stovnar og myndugleikar.

Um Landsverksfrøðingurin metir okkum at hava gjørt nakað skeivt, rokni eg við, at hann vendir sær til okkara um tað, sigur Martin Heinesen.

Hinar hava vit sum sagt ikki hoyrt frá, so vit mugu bíða eftir at vita, um talan her er um at arbeiðsbólkurin kann hava selt Føroya Fólks ogn. Hetta avvísir Martin Heinesen so heldur ikki.

--------

Síðani greinina í 2006, er tað hent, at Kaupthing bognaði, og fór aftur til Íslands, men gamli Eik-grunnurin yvirtók privata tunnilsprosjektið. Grunnurin fór á heysin, men áðrenn hann varð kannaður fyri møgulig lógarbrot, varð gamla tunnislprosjektið tikið upp úr svarta holinum, pussað eitt sindur av, og seinast fólk frættu, var tað møguligt, at landsstýrið kundi fara inn í samráðingar við privata tunnilsfelagið.

Hendan møguleikan hava bæði táverandi landsstýrismaðurin í Innlendismálum, Annika Olsen, og núverandi landsstýrismaður, John Johannesen, sagt vera møguligan.

Og so er spurningurin: Hvat við LV-dátunum, sum LV longu hevur goldið, og verður tað ein partur av einum møguligum keypi?

Nú er eisini ein nýggjur landsverkfrøðingur settur fyri Oyvind Brimnes.