Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pantskipanin handað Landsstýriskvinnuni

Handilsvinnufelagið handaði hósdagin í farnu viku Landsstýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum loysnina hjá Handilsvinnufelagnum til nýggja føroyska pantskipan.
 
Handilsvinnufelagið er komið á mál við føroysku pantskipanini, sum felagið hevur arbeitt við seinastu tíðina. Loysnin varð handað Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsu- og innlendismálum, á fundi hósdagin í farnu viku.
 
Almenna framløgan verður á Handilsvinnuráðstevnuni hósdagin 15. februar kl. 9 – 12 á Østrøm í Tórshavn.