Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Paradoksið um ringu pínuna og kortini vera frískur

FYRISPURNINGUR:Um ein persónur er um at ganga av verðini av pínu og eftir kanning í Føroyum fær at vita, at einki er at síggja, og viðkomandi tí er "frískur", hóast ikki ber til at flyta seg uttan við krykkum, er skiljandi, at hesin ger eina roynd sjálvur, um hann hevur fíggjarligan møguleika.

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur sett Fyrispurning eftir Tingskipanini § 52a  um skanning fyri ryggtrupulleikar, settur landsstýrismanninum í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvussu nógvir sjúklingar verða CT-skannaðir árliga fyri ryggtrupuleikar?

2. Hvussu nógvir sjúklingar verða árliga kannaðir í MR-skannaranum fyri sama?

3. Er nøktandi serkøn manning tøk á Landsjúkrahúsinum til MR-skannaran, so hesin kann nøkta tørvin
        og kann brúkast optimalt, ella er talan um bíðitíð?

4. Er tað rætt, sum landstýrismaðurin upplýsti, at eingin bíðitíð er til akuttar rygg-skurðviðgerðir, 
        og at bíðitíð annars bert  er 2 til 4 vikur?

5. Hvussu stórur er metti kostnaðurin fyri eina vanliga ryggskurðviðgerð, tá hendan verður framd í
        Føroyum, ella meirkostnaður, um hendan verður gjørd í Danmark?

6. Góðkennir føroyska heilsuverkið privathospitalið Hamlet í Danmark sum viðgerð-arstað? 

Viðmerkingar
Eg setti líknandi spurning til  landstýrismannin fyri nøkrum døgum síðani. Tá var eg vitandi um, at fleiri sjúklingar við ryggtrupuleikum hava bíðað mánaðir upp til ár uttan at hava fingið hjálp. 

Eftir at svarið frá landstýrismanninum er vorðið alment, hava fleiri persónar fráboðað, at svarið ikki samsvarar við teirra royndir, at fáa hjálp frá føroyska sjúkrahúsverk¬inum. Nakrir sjúklingar hildu seg hava bíðað so leingi, at tey ikki orkaðu at ganga við nógvu pínuni. Tí eri eg kunnaður um 3 persónar, sum ikki sóu aðra loysn enn at leita sær hjálp á privathospitali í Danmark. Fyri teir lá kostnaðurin millum 80 tús. og 170 tús. kr.

Í svarinum sigur landstýrismaðurin, at almennu Føroyar ikki endurrinda sjúklingum útreiðslur í sambandi við skurðviðgerð, um hesir ikki eru "visiteraðir" og kaution¬eraðir av yvirlækna í føroyska sjúkrahúsverkinum. 

Um ein persónur er um at ganga av verðini av pínu og eftir kanning í Føroyum fær at vita, at einki er at síggja, og viðkomandi tí er "frískur", hóast ikki ber til at flyta seg uttan við krykkum, er skiljandi, at hesin ger eina roynd sjálvur, um hann hevur fíggjarligan møguleika. Tað skuldi verið ein sjálvfylgja, at viðkomandi fekk sama endurgjald, sum tað hevði kostað tí almenna, um ein sjúklingur hevur verið til kanningar hjá serfrøði í Danmark t.d. Hamlet og kann skjalprógva ein diskusprolaps, sum ikki kundi staðfestast í Føroyum. Tað mátti verið ein "vinn vinn" støða fyri allar partar, um viðkomandi so skjótt sum gjørligt fær staðfest, hvat feilar, og fær møguleikan fyri skurðviðgerð, um hendan krevst fyri at fáa arbeiðsførleikan aftur.

Á Løgtingi,   20. apríl 2016
 
Kári P. Højgaard