Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Parkeringin ábyrgd hjá tí almenna

- Tórshavnar kommuna hevur ikki sent parkeringsvørðar niðan í Hoydalar at skriva bøtur. Eg ivist eisini í, um parkeringsvørðunum er heimilað í tænastubúnum hjá Tórshavnar kommunu at skriva bøtur í økinum. Tí kommunan hevur ikki samtykt sonuparkering, tvørturímóti hava vit sagt nei til, at sonuparkering verður í økinum, sigur Heðin Mortensen um parkeringsviðurskiftini í Hoydølum.

- Sokallaða og illa lýdda grótkastið í Hoydølum varð gjørt av Landsverk. Kommunan steðgaði hesum arbeiði. Økið hoyrir alt sum tað er undir Búnaðarstovuna og verður umsitið av Skógrøktini og skúlanum sjálvum – hesi saman við løgregluni hava avrátt at gera økið til sonu og at skriva bøtur í økinum.

- Eg loyvi mær eisini at ivast í, um løgreglan saman við landsmyndugleikum yvirhøvur hevur myndugleika at gera eina parkeringssonu í Tórshavnar kommunu, uttan at spyrja kommununa eftir.

- Tað almenna eigur alt økið í Hoydølum. Var nakar sum helst vilji til at loysa henda trupulleika, so var langtsíðan avsett eitt øki til parkeringspláss, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í viðmerking.

Nevnast kann, at hóast parkeringsvørðarnir eru í starvi hjá fútanum, so er tað Tórshavnar kommuna, sum betalir teirra løn.

Serstakt øki

Hoydalar er í mangar mátar eitt serligt øki. Har varð bygdur ein studentaskúli fyri nógvum árum síðan. Næminga- og starvsfólkatalið er fleirfaldað síðan tá, men eigarin – landsstýrið – hevur ikki brúkt pengar, hvørki uppá at betra hølisumstøðurnar, parkeringsviðurskiftini ella at viðlíkahalda bygningin.

Skúlin liggur í einum serligum náttúruøki, sum er fevnt av eini serstakari byggisamtykt, við strongum ásetingum um hvat og hvussu byggjast kann í økinum. Partur av økinum er eisini skógarfriðaður.

- Tað stutta av ti langa er, at tað ber ikki til at byggja hvar sum helst í Hoydølum, tí at økið skal varðveitast sum tað serstaka náttúruøki, tað nú einaferð er. Beint sunnanfyri, har verandi skúli er, loyvdi serstaka byggisamtyktin tó, at tað bleiv bygt aftrat, og har hevur skúlin nú sett upp fyribils skúlastovur, meðan bíðað verður eftir Marknagilsdeplinum, sigur Heðin Mortensen.

Gongdin í málinum

Trupuleikarnir við parkeringsviðurskiftunum við Studentaskúlan í Hoydølum er eitt fleiri ára gamalt mál. Fyri 10 árum síðan – í 2002 – vísti Ferðslunevndin fyri Tórshavn (mannað av umboðum fyri løgregluna og kommununa) Studentaskúlanum á, at hetta er ein trupuleiki, sum skúlin og avvarðandi ráð í landstýrinum máttu loysa, tí alt økið er ogn hjá landinum og ikki hjá kommununi.

- Hetta er heldur ikki øðrvísi enn einhvør annar sethúsaeigari ella bygningseigari í kommununi hevur skyldu til – nevnliga at syrgja fyri, at hava nøktandi tal av parkeringsplássum til tað virksemi, sum er í bygningunum. Landsstýrið gjørdi tó ongantíð nakað við hetta.

- Fýra ár seinni – á heysti í 2006 – fór Landsverk av sínum eintingum undir at gera eina stóra uppfylling tvørturum friðaðu fløtuna í Hoydølum. Tað var nærmast so breitt sum ein lítil flogvøllur tvørturum, og oyðilegði fullkomuliga dámin av hesum serliga náttúruøkinum, sigur Heðin Mortensen.

- Hóast Landsverk visti, at friðingarlóggávan og ein serstøk byggisamtykt eru galdandi fyri økið, og at loyvi skuldi gevast frá friðingarmyndugleikunum og kommununi, lótust teir sum onki, men byrjaðu bara arbeiðið, sum kommunan tí ikki hevði annað val enn at steðga við hóttan um at leggja fútabann. Landsverk kærdi kommununa til Innlendismálaráðið, sum tó kom til eina greiða niðurstøðu um, at Landsverk hevði ikki heimild til at gera seg inn á Fløtuna í Hoydølum.

- Heldur enn at loysa trupuleikan við manglandi parkeringsplássum, har hann kundi loysast – nevnliga sunnanfyri verandi fimleikahøll – innførdi leiðsla skúlans sína egnu parkeringsskipan, sum førdi til at ein næmingur bleiv burturvístur. Mikið rok stóðst av hesum, og endaði tað við at skúlaleiðslan mátti bakka.

- Í staðin innførdi leiðslan so parkeringsbann fyri næmingarnar. Hetta var bert at flyta trupuleikan, og tað vísti seg eisini beinanvegin, at býlingsvegirnir kring um í Hoydølum blivu fyltir við bilum hjá næmingum. Parkeringin var sera tilvildarlig og óskipað, og kommunan fekk fleiri kærur frá íbúgvum, sum nóg illa sluppu til og frá sínum húsum. Kommunan var tí noydd at gera nakað við henda trupuleikan, sigur borgarstjórin.

Tíðaravmarking?

- Framvegis uttan at fyrihalda seg til, at trupuleikin í Hoydølum er, at har eru alt ov fá parkeringspláss, og at gera so nógv pláss tey kunnu innanfyri tað økið, har tað kundi loyvast, søkti leiðsla skúlans so í 2011 um at fáa parkeringsplássið hjá sær undir kommunalu parkeringsansingarskipanina við tíðaravmarking á 30 minuttir. Tó skuldu nøkur – m.a. starvsfólk - fáa eitt serligt kort, sum gav teimum loyvi at standa longur enn 30 min.

- Eins og í 2002 mátti kommunan gera skúlan varugan við, at hetta bar ikki til, tí talan er um eitt privat øki, og parkeringsplássini eru ikki ætlað til vanliga almenna nýtslu, men til ein útvaldan skara av fólkum, sum leiðsla skúlans skuldi taka avgerð um. Kommunan ger sjálvandi heldur ikki parkeringspláss á øðrum privatum ognum, so hví fyri landsstýrið?

- Niðurstøðan er, at leiðsla skúlans, Landsverk og landsstýrið hava brúkt fleiri ár og roynt øll møgulig løgin krumspring at fáa onnur at loysa trupuleikan fyri seg, í staðin fyri bara at brúka nakað av peningini at gera tey eyka parkeringsplássini, sum kundu verið gjørd innanfyri góðkenda byggifeltið við verandi skúla.

- Seinasta krumspringið hjá skúlaleiðsluni er nú, at tey í samráð við Landsverk og løgregluna hava innført sína egnu sonuparkering við skúlan í Hoydølum. Parkeringsvørðarnir hava so eftir øllum at døma fingið harraboð frá løgregluni um, at teir eisini skulu hava eftirlit við hesum parkeringsplássum. Hetta er gjørt, uttan at kommunan er kunnað ella hevur játtað hesum. Kommunan fer tí eisini at spyrja seg fyri hjá løgregluni, um hvat tað er fyri skipan, tey nú hava sett í verk í Hoydølum uttanum kommununa.

- Kommunan undrast almikið á, at skúlaleiðsla, Landsverk og løgregla nýta so nógva orku uppá at tryggja lærarunum parkeringspláss. Trupuleikin fyri bæði lærarar og næmingar kundi nevnliga verðið loystur sera einfalt – nevnliga við bara at gera fleiri parkeringspláss á lógliga góðkendum økinum til hetta endamálið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.