Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Elin N. W. Tausen, leiðari á Dagstovninum í Løkjatúni er næstforkvinna í Føroya Pedagogfelag.

Pedagogfelagið kannar trivnaðin hjá limunum

Pedagogfelagið hevur júst sett eina kanning í verk, sum skal kanna trivnaðin hjá limunum. Felagið ynskir á henda hátt at fáa nøkur hagtøl at arbeiða við, og at fáa at vita, hvussu limirnir í veruleikanum hava tað í arbeiðinum. Tað eru tey bæði, Niclas Heri Jákupson og Katrin Reinert, sum standa fyri kanningini fyri Pedagogfelagið.

- Frá álitisfólkum hava vit fingið teldupostbústaðir hjá 1200 limum, so vit mangla enn at fáa nógvar teldupostaddressur, so allir limir hava møguleika at svara spurningum. Men enn er tíð at vera við, tað er bara at senda okkum teldubústaðin pedagog@pedagogfelag.fo, sigur Elin N. W. Tausen, næstforkvinna í Pedagogfelagnum.

Evstamark at svara spurningum er sunnudagin 8. februar.

Allir limirnir í felagnum eru fevndir av kanningini, hjálparfólk, pedagogar og leiðarar. Og øll øki eru eisini við, serstovnaøkið, dagstovnaøkið, ja, allastaðni har, sum limir í Pedagogfelagnum arbeiða.

Kanningin var send út týsdagin 28. januar. Um so er, at onkur limur ikki hevur fingið áheitan um at senda teldupostbústaðin til Pedagogfelagið, so kunnu tey framvegis gera tað.

Tung arbeiðsbyrða
Elin N. W. Tausen sigur, at nevndin í felagnum hevur varhugan av, at limirnir trívast ikki nóg væl í arbeiðinum.

- Arbeiðsbyrðan er tung, arbeiðsuppgávurnar kanska ov ógreiðar, og tað verður ein ójavnvág í.

Hetta kann eisini vera ein orsøk til, at fólk arbeiða niðursetta tíð. Hvat er tað, tey ikki orka, hví megna nógv ikki at arbeiða 40 tímar á dagstovnaøkinum? Avleiðingarnar av bygnaðarbroytingunum á starvsøkinum, hvat ger tað við starvsfólkini? Tað eru sovorðin viðurskifti, vit ynskja at finna útav við kanningini, sigur næstforkvinnan í Pedagogfelagnum.

Fakfagnaður
Á fakfagnaðinum, sum Pedagogfelagið skipar fyri 19. februar, hava vit bjóðað Tine Maj Holm, arbeiðsumhvørviskonsulenti í Socialpædagogernes Landsforbund (SL) í Danmark, á vitjan. Hon kemur úr einum umhvørvi, sum júst í hesum døgum setur sjóneykuna á sálarliga arbeiðsumhvørvi.

- Her heima sigur arbeiðsgevarin, at hann upplivir ongan trupulleika við arbeiðsumhvørvinum, her gongur alt fínt. Men tað eru vit bara ikki so vís í, sigur Elin N. W. Tausen.

Kanningin, sum Pedagogfelagið nú ger, verður gjørd eftir sama leisti sum kanningin, ið Starvsmannafelagið gjørdi seinasta heyst. Men í kanningini hjá Pedagogfelagnum eru spurningar, sum eru serliga viðkomandi fyri tey, og sum ikki vóru við í kanningini hjá Starvsmannafelagnum.

Kanningin leggjast fram
Klokkan 19.00 um kvøldið tann 19. februar, tað er tá fakfagnaðurin er, verður úrslitið av trivnaðarkanningini løgd fram. Tine Maj Holm fer at taka nøkur lyklatøl úr kanningini í sínari framløgu um dagin, og hon verður eisini við um kvøldi. Tá fer Niclas Heri Jákupsson eisini at greiða frá úrslitinum av sjálvari kanningini og Tine hevur eina framløgu um arbeiðsumhvørvi og fakligheit.

Øll kunnu møta upp hetta kvøldið, men Elin N. W. Tausen sigur, at felagið fer at bjóða politikarum og øðrum ábyrgdarfólkum at vera við.


Kelda: http://www.pedagogfelag.fo/tidindi/vis-grein/grein/pedagogfelagid-kannar-trivnadin-hja-limunum-300/