Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

“Eg eri ógvuliga fegin, hetta var ein sera góð jólagáva at fáa”, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, nú felagið vegna seks stovnsleiðarar hevur vunnið á KAF í Fasta Gerðarrætti. Úskurðurin slær fast, at stovnsleiðarar eisini hava rætt til førleikaviðbót.

Pedagogfelagið vann í Fasta Gerðarrætti

Fasti Gerðarrættur hevur í dag givið Føroya Pedagogfelag viðhald í, at seks stovnsleiðarar í Tórshavnar Kommunu hava rætt til førleikaviðbót. Tað eru skjótt tvey ár síðani, at felagið kærdi málið fyri Fasta Gerðarrætt, og forkvinnan í felagnum fegnast um, at málið loksins fekk eina avgerð, og at Pedagogfelagið vann.

Skrivað hevur: Ingolf S. Olsen - PRESS

Seks stovnsleiðarar hjá Tórshavnar Kommunu kunnu av sonnum fegnast í dag, tí eftir skjótt tvey ára bíðitíð hava teir nú fingið dóm fyri, at teir hava rætt til førleikaviðbót. Tað hevur Fasti Gerðarrættur staðfest í sínum úrskurði.

Tað merkir eisini, at stovnsleiðararnir afturút fáa goldið viðbøturnar, sum kommunan av órøttum strikaði.

Øll seks hava rætt til hægstu førleikaviðbótina, sum er 1.250 krónur um mánaðin.

Tveir teirra, sum ongantíð fingu viðbót, men sambært úrskurðinum skuldu havt fingið hana longu 1. august 2009, eiga tískil førleikaviðbót í 65 mánaðir hvør til góðar.

Hini fýra, sum mistu viðbótina í fjør heyst, eiga víðbót í 15 mánaðir hvør til góðar.

Tað var Føroya Pedagogfelag, sum vegna stovnsleiðararnar hevði stevnt sáttmálamótpartin, KAF (Kommunala Arbeiðsgevarafelagið) í Fasta Gerðarrætt við kravi um, at Tórshavnar Kommuna helt sínar skyldur viðvíkjandi førleikaviðbótunum.

Pedagogfelagið lat longu 10. apríl í fjør Fasta Gerðarrætti kæruritið, so viðgerðin hevur verið drúgv.

Leiðarar hava rætt
Úrskurðurin hjá gerðarrættinum slær fast, at eisini stovnsleiðarar hava rætt til førleikaviðbót eftir grein 22 í sáttmálanum millum almennu arbeiðsgevararnar og Pedagogfelagið.

Tórshavnar Kommuna hevur hinvegin hildið uppá, at stovnsleiðarar frammanundan fáa løn fyri leiðslu, og at ætlanin við grein 22 ikki var, at stovnsleiðarar so eisini skuldu hava førleikaviðbót omaná. Men tað skulu teir, hevur Fasti Gerðarrættur altso gjørt av. Tað er nevniliga eingin avmarking í grein 22 um, hvør kann fáa førleikaviðbót. Tað er ein meting í hvørjum einstøkum føri.

“Eg eri ógvuliga fegin, hetta var ein sera góð jólagáva at fáa”, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

Hóast Føroya Pedagogfelag og tess advokatur allatíðina hava verið sannførd um, at tey tulkaðu sáttmálan rætt, og at stovnsleiðararnir hava rætt til førleikaviðbót, tá teir hava nomið sær eftirútbúgving í sambandi við arbeiðið, so dylir Maud Wang Hansen ikki, at hon kortini var eitt sindur bangin fyri úrslitinum, áðrenn tey fingu úrskurðin í dag.

“Eg havi verið nervøs, tí vit hava fyrr sæð, at tað hevur eydnast almennu arbeiðsgevarunum at taka vunnin rættindi frá okkara stovnsleiðarum. Og sjálvt um málið tyktiskt púra upplagt, so ber jú ongantíð til at garantera úrslitið av einum máli, tá tað skal gerast av í rættinum ella í gerðarrættinum”, sigur hon.

Ja og nei
Málið snýr seg um fýra stovnsleiðarar, sum høvdu fingið játtað førleikaviðbót, men mistu hana aftur, og tveir, sum fingu noktandi svar frá Tórshavnar Kommunu, hóast umsitingin hevði mælt til, at teir fingu førleikaviðbót.

Teir fýra fyrstnevndu høvdu eftir umsókn í 2008 fingið tilsøgn frá Tórshavnar Kommunu um, at teir fóru at fáa førleikaviðbót. Tað hevði umsitingin fyrst mælt til, og seinni váttaði so táverandi trivnaðarstjórin í kommununi, at hann tók undir við tilmælinum frá umsitingini. Tó gekk tað mesta av einum ári, áðrenn stovnsleiðararnir í august 2009 fingu bræv frá kommununi um, at teimum var játtað førleikaviðbót frá 1. august sama ár.

Tað var Katrin Petersen sála, sum var leiðari fyri Børn og ung í Tórshavnar kommunu, tá viðbøturnar vóru viðgjørdar á fyrsta sinni, og hon hevði dyggan fakligan førleika til at gera eina meting, og tað var hesa meting, sum fyrrverandi trivnaðarstjórin og kommunan góðtóku, meðan núverandi trivnaðarstjórin ikki metti, at heimild var fyri at játta førleikaviðbótina og tí noktaði tveimum av leiararnum, at fáa hana og tók hana aftur frá hinum fýra dagstovnaleiðararnum.

Allir hesir fýra stovnsleiðararnir hava tikið sonevndu SSL-útbúgvingina á Føroya Læraraskúla (nú námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum), áðrenn teir søktu um førleikaviðbót. SSL-útbúgvingin er ein eftirútbúgving í samskifti, organisasjón og leiðslu. 

Hinir báðir stovnsleiðararnir, sum eisini høvdu tikið SSL-útbúgvingina, søktu eisini um førleikaviðbót í 2008, og eisini her mælti umsitingin til, at umsóknirnar vórðu gingnar á møti, soleiðis at teir skuldu fáa førleikaviðbót frá 1. oktober 2009.

Tað hendi tó ikki, og í februar 2011 fingu teir boð frá kommununi um, at umsóknir teirra um førleikaviðbót ikki vórðu gingnar á møti.

Samstundis fingu teir fýra stovnsleiðararnir, sum høvdu fingið førleikaviðbót hoyringsskriv frá kommununi um, at frá 1. mai 2011 fór kommunan ikki longur at lata førleikaviðbót til leiðarar á dagstovnaøkinum.

Viðbótin strikað
Hetta varð mótmælt, og restina av 2011 samskiftu partarnir aftur og fram um málið. Millum annað vildi kommunan hava eina útgreining av, hvønn týdning SSL-útbúgvingin hevði fyri arbeiðið hjá stovnsleiðarunum, og seinni skuldu teir eisini útgreina, hvørji ítøkilig leiðsluamboð, eftirútbúgvingin hevði givið teimum.

Í september 2011 segði Føroya Pedagogfelag so Tórshavnar Kommunu sína hugsan um ætlanina at strika førleikaviðbøturnar, og um noktandi svarið til hinar báðar stovnsleiðararnar.

Onki hendi tó tá. Teir stovnsleiðararnir, sum høvdu fingið játtað førleikaviðbót, fingu hana framhaldandi, meðan hinir báðir onki fingu.

Men tíðliga í juni 2013 sendi Tórshavnar Kommuna stovnsleiðarunum, sum høvdu fingið játtað førleikaviðbót, nýtt hoyringsskriv um at hon ætlaði at strika førleikaviðbøturnar. Seinni sama mánaða fingu tríggir av teimum skriv um, at avgerðin var tikin, og at viðbótin fór at detta burtur 30. september 2013. Tað gjørdi hon eisini tá hjá teimum øllum – eisini hjá tí fjórða stovnsleiðaranum, sjálvt um hesin ongatíð hevði fingið nakað skriv um, at endaliga avgerðin var tikin.** Allur úrskurðurin hjá Fasta Gerðarrætti kann lesast her:
http://www.pedagogfelag.fo/fileadmin/pedagog/download/ymiskt/Urskurdur_19._desember_2014/urskurdur_19_._desember_2014.pdf

----
§ 22 í Sáttmálanum fyri pedagogar millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið: 

Førleikaviðbót kann latast fyri eftirútbúgving. Hesar viðbøtir eru førleikaviðbøtur og eru knýttar at starvinum. Fyri at kunna fáa førleikaviðbót, skal útbúgvingin verða kravd og eftirútbúgvingin skal verða frá góðkendum útbúgvingarstað. Sjálvt um pedagogur hevur tikið meira enn eina eftirútbúgving, so verður bara ein viðbót latin. Er starvið parttíðarstarv, verður viðbótin samsvarandi setanarbrøkinum.

Eftirútbúgving 120 tímar: 750,- kr
Eftirútbúgving 160 tímar: 1.000,- kr.
Eftirútbúgving 200 tímar: 1.250,- kr.