Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pedagogfelagið:Noktar limum at søkja størv í forskúlunum

Føroya Pedagogfelag hevur í dag boðað alment frá, at felagið noktar limum sínum at søkja størv sum námsfrøðingar í forskúlunum.

Pedagogfelagið hevur gjørt kommunalu arbeiðsgevarnar varugar við, at eingin avtala er um lønarog arbeiðsviðurskiftini hjá námsfrøðingum í forskúlunum, og at hetta er sáttmálabrot. Undir sáttmálasamráðingunum seinast var semja gjørd um, at lønar- og arbeiðsvikurskifti hjá námfrøðingum í forskúlunum skuldu vera avgreidd 1. mei 2014, men hetta er ikki eydnast.

Samráðingar hava verið um at flokka hesi størv, meðan námsfrøðingarnir hava arbeitt í forskúlunum. Tað ber ikki til longur. Tað er sera umráðandi, at ein varðandi avtala verður gjørd um hesi størv.

Tað hevur verið vónleyst at røkka eini semju við arbeiðsgevararnar um, hvussu lønar- og arbeiðsviðurskiftini hjá námsfrøðingunum í forskúlunum skulu vera.

Tí mugu vit nú siga við arbeiðsgevararnar, at vit meina tað í álvara, at okkara limir kunnu ikki arbeiða undir óskipaðum viðurskiftum, har kommunurnar løna teimum sum starvast í forskúlunum ymiskt, umframt at viðurskiftini annars eru ymisk og ótrygg.

Felagið heldur, at tá okkara limir og lærarar skulu arbeiða á jøvnum føti innan skúlans gátt, so skulu teir eisini arbeiða eftir somu treytum.

Kommunurnar fara í næstum at søkja eftir námsfrøðingum til forskúlarnar, men so leingi eingin avtala er millum Pedagogfelagið og kommunurnar noyðast vit at siga við okkara limir, at hesi størv skulu teir ikki søkja.

Tórshavn 2. mai 2014

Maud Wang Hansen, forkvinna

Føroya Pedagogfelag