Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pendlan í Føroyum fer at økjast


SAMFERÐSLUÆTLAN: Pendlaramynstrið í Føroyum er í støðugari broyting, millum annað tí landið verður meira og meira samanbundið. Lítið er tí at ivast í, at stóru ferðsluútbyggingarnar fara at økja um talið av føroyingum, sum fara at pendla millum bústað og arbeiðspláss. Eitt pendlarapláss er eitt knútapunkt, har tveir ella fleiri vegir møtast, sum ger tað møguligt at skifta frá privatbili til buss, ella at savnast við øðrum fyri at koyra víðari í einum bili.

Sum gongdin er, verða Føroyar í framtíðini at rokna sum ein størri býur, tá flestu oyggjar eru knýttar saman, og møguligt er at ferðast eftir landi millum bústað og arbeiðspláss. Sjóleiðir verða niðurlagdar, tí tunlar koma ístaðin, og bæði vinnan, ferðavinnan, privatkoyring og almenn koyring fara at brúka undirstøðukervið á landi meira og á ein øðrvísi hátt. Lítið er at ivast í, at eitt av úrslitinum av hesum broytingum verður, at talið av pendlarum fer at økjast í stórum. Millum annað tí nýggj ferðasambond lata upp fyri nýggjum møguleikum, soleiðis at tað er lættari at ferðast millum heimið og eins dagliga virksemi.

Heitið pendlan stavar frá orðinum ”pendul”, sum merkir at sveiggja aftur og fram. Ein pendlari er ein persónur, sum ikki býr og arbeiðir í sama geografiska øki. Pendlanin er oftani ein hvønndagsferð millum bústað og arbeiðspláss, men kann eisini vera ein ferð við longri tíðarbilum ímillum. Tí verður ein, ið ferðast regluliga millum heim og arbeiðs-, útbúgvingar ella frítíðarstað, nevndur pendlari.

Nógvastaðni er nógv ferðsla á vegunum, serliga í meldurstíðini til og frá arbeiði. Tá kann vera skilagott, at pendlarapláss verða gjørd á sentralum støðum fyri at stuðla undir pendlanina og gera tað lættari at koyra saman, brúka bussar ella súkkla ein part av ferðini. Hetta er eisini betri fyri umhvørvið. Í bussinum ber til at slappa av ella fáa sær eitt gott prát við onkran annan ferðandi, meðan súkklingin fær ein í form og gevur harvið eitt annað slag av vælveru. 

Nakrir hentleikar eiga at vera tøkir á teimum størru pendlaraplássunum sum eitt nú ruskspannir, bíðirúm, vesi, parkering og hentleikar til súkklur. Øll pendlarapláss hava tó ikki sama tørv á øllum hesum hentleikum. Eitt nú tey plássini, sum ikki eru knútapunkt fyri almennari ferðslu.

Landsverk og Strandferðslan mæla til, at ein heildarætlan fyri pendlarapláss verður gjørd í samstarvi við viðkomandi kommunur. Somuleiðis at hesi verða staðsett strategiskt, soleiðis at møguleikarnir eru fleiri at koyra við hvørjum øðrum ella nýta almennu flutningsmøguleikarnar. Tað vil siga bæði bussar og ferjur. Harafturat skulu hentleikar vera til súkkling, soleiðis at fólk trygt kunnu seta súkkluna frá sær á hesum plássum.

Framhaldið av Samferðsluætlan 2018-2030 kann takast niður í pdf-útgávu HER.

Eisini er ein serlig undirsíða her á www.landsverk.fo gjørd til Samferðsluæltan 2018-2030, sum kann síggjast HER.

Myndirnar sýna stóru pendlaraplássini oman fyri Skipanes og í Skálafirði.
Myndir: HeinesenMyndir/Landsverk©