Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pensjónsnýskipanin til 1. viðgerð í gjár

Løgtingið fór í gjár undir at viðgera pensjónsnýskipanina. 1. viðgerð av teimum seks lógaruppskotunum, sum eru partur av nýskipanini, vóru á skránni til løgtingsfundin í gjár.

Pensjónsnýskipanin hevur verið leingi ávegis. Uppskotini vórðu send til hoyringar í heyst, og nógv nýttu høvið at gera viðmerkingar. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, sigur, at viðgerðin av hoyringarsvarunum hevur havt við sær, at nýskipanin er vorðin meira fullfíggjað.

“Eg fegnist um, at tað hevur eydnast at gera eina haldføra nýskipan, ið fer at tryggja verandi og komandi fólkapensjónistum eina betri pensjón”, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í stuttari viðmerking.