Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pensla allan ælabogan á tín slitna kropp......ella?

Tórbjørn Jacobsen:

Onkur livdi í steinøldini, summi í víkingaøldini, onnur í miðøldini og tað er ikki so nógv fráliðið, síðani tey flestu tosaðu um atomøldina. Nú sigur onkur, at vit liva í hini akkumulerandi øldini, har alt og øll eru hertikin av huginum fyri vøkstri umvegis størri nýtslu. Ráðandi búskaparskipanin í heiminum tykist standa ella falla við vøkstri í framleiðsluni, og harvið í nýtsluni hjá fólki, og sjálvsagda avleiðingin er, at orkunýtslan veksur samsvarandi. Orkukeldurnar eru fleiri, men berandi fundamentið undir tí stóra lopinum í menningini síðani ídnaðarbyltingina eru steinrunnu keldurnar, oljan serliga, og ilt er at hugsa sær, hvussu vælferðarstøðið hevði verið í okkara parti av heiminum, um ikki slapst framat einum javnt vaksandi fossi av fossilum brenni.

Vit vita ikki ítøkiliga, hvussu stórar hinar eftirverandi keldurnar eru, men kortini vita vit, at tær eru avmarkaðar, og tað plagar ikki at gagna prísgongdini brúkaranum til fyrimunar. Í mun til la belle époque, táið trøini tóktust vaksa inn í Himmalin, síggja vit nú í konturarnar á økslini á fleiri mótum. Krossvegir. Flónandi bumban í upphitingini brýtur við vanahugsanina um ótálmaðan vøkstur, og tað sum kanska er mest átrokandi evnið júst í dag er, hvussu vald onkursvegna er relaterað til hesa avmarkaðu orkuna, sum seinri í ár kann gerast ein føroyskur veruleiki, um Statoil rakar á kelduna, vit hava bíðað eftir í eina tylft av árum. Hvussu snarar tað dagsins samfelag, og hvønn vegin fara vit, og hvør skal ráða fyri, hvørjar rásir eru frægast gongdar í einum oljuframleiðandi Føroyum?

Olja og vald

Eitt Atlas, har olja og vald verða tvinnað saman, sigur meira um heimin enn so mikið annað. Størsti fólkavøksturin í nýggjari tíð hevur verið í arabiska heiminum, fram við syðra armi á Miðjarhavinum, í Miðeystri og á arabisku hálvoynni. Búskapurin er at kalla bara kolvetnisbaseraður, og mæti teirra í heiminum er bundið at hesum, annars høvdu vit givið hesum londum líka lítið gætur sum londunum í Miðafriku. Teir stjórna í nøkur ár fram sjuntinum til okkara vælferðarmekanismur. Býtið av búskaparliga ágóðanum er kortini ikki stórt frægari enn í Venezuela, har eufori´in kring hin karismatiska Hugo Chávez í stóran mun er horvin sum døgg fyri sól, og miklar sosialar rembingar og misbrot, kriminalitetur, av øllum handa slag, alt íkomið av ræðandi ójavna býtinum av fólksins ognum, eru um at spreingja valdsstøðuna hjá Nicolás Maduro í luftina.

Hendir tað, broytist støðan í Miðameriku og í caribiska økinum munandi, eitt nú í Cuba, sum í stóran mun fekk sín mista sovjetsubsidieraða búskap endurkompenseraðan við bíligari olju burturúr heita vinskapinum ímillum Chávez og Castro. Meira kann lesast um hetta í ævisøguni um Hugo, har hann greiðir frá, hvussu hann sum miseydnaður hernaðarligur kvettleiðari í fyrstu syftuni útlagin endaði í Habana, har hann kom at sita við Gamaliels føtur. Ella við føturnar hjá “the grand old caribbean fox”, sum hann tekur til. Nevni hetta bert fyri í smáum bitum at geva eina mynd av, hvussu nógv vald liggur í kolvetninum, táið tað spríkir úr jørðini ella úr havsins djúpu námum, og hvussu tað kann brúkast og misbrúkast.

Ráevni og mentanir

Tá oljan verður umrødd, snýr tað seg oftast um peningavald, men vit mega ikki gloyma, at her hongur so mangt annað uppi við. Ein heilt stórur spurningur er, hvussu mentanin í einum samfelag broytist, tá brádliga ákomnar ytri umstøður gera seg galdandi. Áðrenn vit venda heim á klettarnar, gera vit ein lítlan avstingara til Latínameriku aftur. Inni í Yasuni-regnskóginum, sum aftur er partur av Amazonas frumskóginum, búgva nakrir ættarbólkar, sum ikki hava verið í sambandi við umheimin nakrantíð, í túsundir av árum. Soleiðis hava teir ment sína egnu mentan í veiði og samvirkan hvør sær í egnum hagapørtum. Onkuntíð hevur verið áfast, eitt nú ímillum Huaorani og Taromenane-fólkini, men ikki í størri mun enn tað, at ringa grannalagið ikki hevur foykt hvørki aðra ella hina ættina burtur av Jørðini.

Virðingin fyri hesum fólkum og teirra frábýli er orsøkin til ásetingina í ecuadoriansku grundlógini um, at økið tey búgva í: “ikki kann býtast tíansheldur nemast av øðrum.” Vanliga tulkingin av grundlógargreinini er, at ikki er loyvt fremmandum at fara undir eitt nú leiting eftir olju í umráðnum, sum ættbólkarnir hava hevdina yvir. Sambært konstitutiónini. Men sum ikki einaferð sigraði grádigheitin, ein túsund ára gomul mentan er týdningarleys, tá oljukapitalurin ger innrás, og heldur ikki grundlógin tykist hava týdning sum barriera fyri Rafael Correa forseta og politisku skipan hansara í Quito. Ringasta avleiðingin er, at ættbólkarnir, sum nú vera trýstir og hóttir burtur úr egnum landi, eru í opnum stríði og nú ein dagin framdi Huaorani-fólkið eina rættiliga massakru hinumegin markið, har m.a. 14 kvinnur og nøkur børn vóru avrættað bara tann eina dagin.

Huaoraniararnir hava akslað síni skinn við oljufeløgini og albrynjaðir leypa teir á við skammbyrsum ímóti illa útgjørdu grannunum, sum framvegis ikki fáa víðgyrt seg við øðrum enn steinaldarvápnunum, sum teir altíð hava brúkt, serliga í veiðuni. Málið kann tykjast lítið, talingur er um lutfalsliga fá fólk, men her møtast túsundir ára gamlar mentanir við stórkapitalistiskan grammleika, og intervenerar heimssamfelagið ikki, so foykist hendan gamla mentanin til fyrimunar fyri stutttíðaráhugamálini hjá kapitalinum. Heimurin er kortini farin at ressast um málið, og Rafael Correa, sum annars varð valdur í 2007, til tess at knæseta socialismuna í hesari øldini í Ecuador er longu nú heilt illa stjølaður av samanbrestunum í frumskógini. Hann stendur andlit til andlits við ein trupulleika, har partur av hansara egna fólki, sum yvirlivdi ræðuligu kolonialiseringina hjá spaniólum, umfarssjúkur og álop, nú gongur til grundar, bara tí at útlendskt peningavald vil hava hendur á ráoljuni undir fótum teirra. Málið er meiri eksistentielt enn tað er stórt í fólkavavið, men hóast hetta síggja vit í døminum eitt egghvast mark ímillum ymisk divergerandi áhugamál, í hesum førinum har oljan er annar parturin.

Psykologiska Oljufjallið

Myndaliga/psykologiskt hava føroyingar leingi staðið á Oljufjallinum. Stríðið um havbotnin og undirgrundina var byrjanin, og síðani dispositiónsrætturin til ráevnini var fluttur heimaftur úr Keypmannahavn, hava vit onkursvegna ligið á takinum fram ímóti tí, sum kann henda seinri í ár, at kolvetni í rakstrarverdugum nøgdum verður funnið á føroyska landgrunninum. Vit, sum hava staðið á tí veruliga Oljufjallinum, góðar átta hundrað metrar omanfyri sævarmála Miðjarðarhavsins, vita, at haðani sært tú inn í tann heilaga staðin Jerusalem, men vit vita eisini, at nakað er eftir á mál, táið tú stendur á trom fjalsins. Labbast skal oman ígjøgnum líðina, framvið látnum og grivnum gýðverskum soldátum, sum fullu á valinum í stríði við ósamdar grannar, síðani framvið Getsemane urtagrðinum - ígjøgnum Kedrondalin – yvir um løkin, og haðani uppá Borgina, sum so mangar heimsfatanir halda seg varða av og eiga sín ognarlut í – átrúnaðarliga og heimspekiliga. Vit vita eisini, at fólkið hinumegin Kedron í sínari tíð ikki kendi vitjanartíð sína, táið ein alkendur gýðingur gekk síni seinastu spor um hesar leiðir fyri áleið tveimum millennium síðani.

Kenna vit vitjanartíðina?

Spurningurin er so um føroyingar í góðari tíð kendu sína vitjanartíð í mun til tað, sum kann henda í egnum búskaparøki um nakrar fáar mánaðir.

Tey flestu eru helst samd um, at politiska skipanin, nevndirnar og embætisverkið frá byrjan gjørdu eitt dygdargott arbeiði, tá stikast skuldi av við kørmum um oljuvirksemi undir og í Føroyum. Semja var tá, og semja hevur mær vitandi verið um allar broytingarnar síðani. Ivaleyst eru fleiri meiningar millum fólk, um tað fer at dryppa nóg mikið á djáknin, tá tað einaferð fer at grimdarregna á prestin, tá staðfestingin kemur um funna olju, sum kann takast upp við fíggjarligum vinningi. Um Føroyar fara at fáa nógmikið burturav vinninginum eftir verandi ásetingum? Tey flestu skilja, at kostnaðurin er ovurhonds stórur, tá royndarborað verður á Føroyaleiðini, ein øgilig íløga í óvissu, tí er tað týðandi at balansera soleiðis, at kapitaláhugamálini ikki verða stygd burtur úr økinum í leitifasuni. Hinvegin eigur kjakið at vera tikið uppaftur um, hvussu fólkið í landinum – samfelagið - skal honorerast, tá framleiðsla einaferð gerst veruleiki.

Hóast vit ikki enn hava rakt við kolvetni í nóg stórum máti, so ber til at siga, at Føroyar longu eru komnar inn í oljuøldina. Greinin í kolvetnislógini um, at allur flutningur út og inn av feltinum skuldi um føroyskan bryggjukant, hevur verið atvoldin til, at nógv virksemi hevur verið í landinum, nú ímillum 7 og 8 boringar hava verið, og tað sama verður galdandi, nú ætlanir eru um at bora brunnin frá 2012 lidnan og at seta á hin níggjunda brunnin seinri í ár. Runavíkar havn hevur hýst oljuveitingarhavnini øll árini, og sum havnarmeistari kann eg staðfesta, at allar eftirmetingarnar higartil hava víst, at tað hevur gingið sum eftir ánni, og staðfestast kann eisini, at rímilig inntøka er í hesum, eisini í klingruvirknaðinum longur burtur frá bryggju, atløgusíðu, trukkum, kránum og terminalarbeiðarum.

Oljuásin Runavík/Tórshavn

Vit vita eisini, at arbeiðarar á feltinum verða skrásettir og gjalda skatt í Føroyum, og eitt nú hevur Atlantsflog eisini havt lukrativar sáttmálar, eisini í ár, um tyrluflúgving í sambandi við royndarboringarnar. Alt tilsamans ein rímiliga trivalig spaðing til búskapin og samfelagið. Í stóran mun hevur virksemið verið miðsavnað í miðstaðarøkinum – í Runavík og í Tórshavn. Hóast hetta ikki er eitt formaliserað býti, so hevur hetta roynst væl, at skrivstovuvirksemið er í høvuðsstaðnum, meðan tað praktiska feltarbeiði hevur verið í Runavík. Tá koyrandi verður ígjøgnum Tangafjarðartunnilin um 4-5 ár, kann hendan samstarvsásin gerast uppaftur magnfylri. Runavíkar býráð hevur annars fyrireikað eina kompletta oljuveitingarhavn í økinum ímillum Skála og Skálafjørð, klár at seta í verk tann dagin staðfestingin kemur um, at kolvetnisframleiðsla verður úr føroysku undirgrundini. Frekvensurin verður ein heilt annar, og nógmikið av upplandi er ein fyritreyt fyri nøktandi leveransum, skal hendan vinnan, við teimum ovurhondsstóru krøvunum, fáa tað service, sum er neyðug til optimalan rakstur.

Tað sum fyrireikararnir av ráðstevnuni dyrgdu eftir, var ein meting um tað, sum koma skal ella kann, tá egið steinrunnið brenni spríkir inn yvir Føroyar. Hvørjar avleiðingar, vansar og fyrimunir verða av broyttu kørmunum í landinum, nú ein brádliga ákomin og nýggj framleiðsluvinna kanska er ítøkiligur veruleiki um eini 10 ár? Hevur politiska skipanin gearað seg til at taka ímóti hesi flóðalduni við einum fjølbrigdaðum undirstøðukervi, sum tekur hædd fyri stjórnarskipanarligum, búskaparligum, mentanarligum, vinnuligum og arbeiðsmarknaðar-, kappingar-, og sosialum viðurskiftum, ja, á øllum samfelagsbreytum, sum kunnu koma undir trýst, og í denn grad verða ávirkaðar av eini so vavmiklari vinnu í mun til tað, sum frammanundan er uppdriftin í samfelagnum?

Ófyrireikaðar Føroyar

Bæði tað stutta og tað drúgvara svarið er nei. Landsins myndugleikar hava onga fyrireiking gjørt yvirhøvur, til tess at taka ímóti hesum fremmanda kropsluti, sum so brádliga kann gerast ein partur av okkara samfelagslikami. Tað er ikki so frægt, at tað verður tikið uppá tungu í politisku skipanini, harvið tykist tað, sum hava menn og kvinnur á teimum bonaðu rókunum bara lagt seg afturav í vælpolstraðu taburettunum, meðan dollarteknini blaktra og blikstra sum mureldar í teimum annars troyttu eygum teirra. Tó so, onkur uttanlandsferð er gjørd til Alaska, fyri mongum Harrans árum síðani, og helst var ein fíggjarnevnd einaferð í Noregi og hugdi at skipanini við Oljugrunninum, ella Pensiónsgrunninum, sum teir nú rópa hann, men orðaskifti kom onki burturúr, hvørki í tinghúsi, í landsstýri ella ímillum fólkið, sum eigur samfelagsskipanirnar og tað møguliga kolvetnið undir havbotninum.

Skoytast skal kortini uppí, at fakbólkar í handverki og verkfrøði dúgliga taka lut í hesi vinnu í øðrum londum, og at føroyingar eru farnir at gera íløgur í flótandi eindir í frálanda-vinnuni, men tað er á ongan hátt orsakað av eini skipaðari politiskari ætlan yvirhøvur. Tí hon finst bara ikki. Føroyskur politikkur røkkur bara ein dag fram í tíðina, tað finst í løtuni ongin strategi fyri, hvussu vit røkka einum ásettum yvirskipaðum máli, tí tað málið finst snøgt sagt ikki. Alt snýr seg um at spæla fólk í húsi í danska heimastýrinum, at leska vinir og kenningar og í óvitan at destabilisera tað sum virkar, alt í eini roynd at sleppa um tinggáttina næstu ferð, fyri at hendan høpisleysa kringekjuferðin kann halda fram.

Tað er sjáldsamt so óbúgvin hin politiska skipanin er vorðin, og hon versnar dag frá degi. Vit liggja í grannlagi við Hetland, Skotland og Noreg, og royndirnar teir hava gjørt sær hesi seinastu nógvu árini áttu at komið okkum til fyrimunar. Vit kundu sum minsta mark farið undir at sett upp teir bygnaðir, í hvussu er tær verjumekanismur, ið teir so við og við á menningar- og vakstrarleiðini hava skipað av ringum og góðum royndum. Sigldi sjálvur nakað uppá Hetland, tá teir fóru undir at taka oljuna uppá land í Sullom Voe, men tað var greitt, at teir ikki høvdu fyrireikað seg til hesa nýggju vinnuna. Fiskivinnan í Scalloway misti á stokkinum í kappingini, serliga í lønarkappingini á arbeiðsmarknaðinum, og endin var, at alt steðgaði upp og fiskiloyvini vórðu uppkeypt av fremmandum kapitali. Seinri kom oljugrunnurin, sum m.a. tveitti nakað nógvar milliónir av krónum eftir Norrønu, men tað fingu teir sum kunnugt ikki nógv burturúr.

Noreg er annað dømi. Har hevur politiska skipanin higartil megnað at skáksiglt ímillum allar oljumilliardirnar. Men hevði Oljugrunnurin í sínari tíð ikki absorberað dastið av peningafloyminum úr skjótt vaksandi oljuvinnuni, so hevði búskapur Noregs farið í luftina sum ein glóðheitur guvubjølgur, ið tók alt fyri sær. Alt vanligt vinnulív, sum var har frammanundan, hevði verið foykt burtur í vónleysu kappingini frá steinrunnu flóðalduna, sum skolaði inn yvir landið. Higartil hava teir megnað at hildið stand, men til tey seinastu stórtingsvalini hava greiðar ábendingar verið um, at flokkar, serliga á uttasta høgraveinginum, eru farnir at atkvøðuspekulera í trivaliga Pensiónsgrunninum.

Búskapargrunnurin

Finnbogi Ísakson, sáli, royndi í 1997 at leggja fram uppskot á Føroya løgting um at skipa ein átøkan grunn í Føroyum, sum kundi hýsa møguligum serinntøkum, eitt nú inntøkum frá oljuvinnu, tá tann tíðin kom. Tað var sum at sletta vatn á gás. Tjóðveldi hevur seinri í fleiri umførum gjørt tað sama, eisini til fánýtis. Í 2011 eydnaðist tað kortini at fáa minnilutasamgonguna hjá Sambandi og Javnaði at taka undir við einum Búskapargrunni. Fíggjarnevndarlimirnir Magni Laksáfoss og Tórbjørn Jacobsen saman við skrivaranum í nevndini Høgna Joensen, snikkaðu til eitt uppskot burturúr fleiri áður kendum modellum m.a. frá Tjóðveldinum og frá Magna sjálvum, frá tíð hansara sum fíggjarmálaráðharri. Uppskotið bleiv samtykt. Fyrstu krónurnar, sum runnu í hann, vóru frá uppboðssøluni av makreli hetta sama árið. Tá hendan samgongan tók við valdinum seinri hetta árið, í 2011, var eitt tað fyrsta fíggjarmálaráðharrin, Jørgen Niclasen, gjørdi, við lóg at tøma grunnin aftur. Fólkaflokkurin hevði eftir øllum at døma brúk fyri uppboðssølumilliónunum, sum teir retoriskt høvdu so velduga stóra andstygd fyri nakrar krákumánaðir frammanundan. Tað alra ringasta við hesi atferð er, at ikki ber til at hava álit á skipanini við einum Búskapargrunni, um slíkir charlatanar framhaldandi sleppa at ganga leysir í politisku skipanini.

Republikkin má ikki flóta á oljuuppdriftini

Stjórnarskipanarmálið verður eyðvitað eitt meginmál, tá olja er funnin í rakstrarverdugum nøgdum. Klassiski spurningurin um loysing ella samband, sum sterkari og veikari hevur verið eitt afturvendandi tema í 4, 5 ella 6 dimensionala spektrinum í føroyskum politikki, kann tá koma inn í sína endaligu fasu, har málið um føroyska nationalstatin umsíðir verður avgreitt.

Kortini er tað vandakós og vandamikil hugsanarháttur at lata Republikkina flóta við uppdriftini frá kolvetnispengunum aleina. Frammanundan hava vit ikki ein burðardyggan búskap, ikki tí at tað ikki ber til, við tí kolossala tilfeingi, sum svimur í føroyskum sjógvi, men tí at politiska vanstýringin og danski blokkstuðulin forðar fyri hesum. Erlendur Patursson plagdi siga, at fiskastovnarnir og stovnsrøktin, holl umsiting av tilfeinginum, er varandi búskaparliga grundarlagið undir Føroyum. Haðani kom hugsanin um at seta fiskimarkið út á, ella sum onkur sigur, inn á 200 fjórðingar. Tað ræður um at fáa skil á teimum viðurskiftunum, áðrenn oljupeningurin fyllir holini í einum tíðaravmáldum horisonti á kanska hálvthundrað ár. Tað verður sum hjá kellingini, tað fer at fløva nakað í okkara tíð, men fíggjarliga frostbitið kemur inni í framtíðini hjá okkara eftirkomarum. Tað er alneyðugt, eg vil næstan siga ein fyritreyt yvirhøvur, at skil fæst á búskapinum, sum vit kenna í dag, at vit gera verandi búskap burðardyggan, við varandi tilfeingiskeldum, áðrenn nøkur slúsa verður opnað úr externum grunni ella grunnum.

Stjórnarskipanarliga sambandið ímillum Føroyar og Danmørk er bara materielt. Tað snýr seg bert um krónur og oyru, hóast onkur íhaldin danskur riddari í Føroyum eigur onkrar merkiligar kenslur í barmi sínum mótvegis hennara Hátignar - Margrethe Alexandrine Þorhildur Ingrid. Tað snýr seg eina og aleina um pening. Um at eitt land dag og dagliga keypir sær valdið yvir einum øðrum landi, og tann dagin annar peningur rennur niður í blokkskaktina, so er logikkurin sólarklárur, at eigarin av fænum er skiftur út, og spurningurin er so, um valdið fylgdi við, eisini tað er ein politiskur spurningur, sum greiði má fáast á sum skjótast. Í einum landi har vinnupolitikkur, fiskivinnupolitikkur incl., í alt ov stóran mun ella bara verður stjórnaður av kapitaláhugamálunum, vina- og kenningar gávubúðin hjá hesum landsstýrinum hevur longu í stóran mun savnað alt tilfeingi og allan kapitalin á nøkrum fáum hondum, so er tankin ikki fjarur, hvussuleiðis oljukapitalurin fer at agera í mun til oddvitar landsins, kemur hann í somu lyklastøðu sum ríkisveitingin.

Pensla allan ælabogan á tín slitna kropp......ella?

Sum onkur spurdi nú ein dagin, hypotetiskt sjálvandi, uttan at seta nøvn á: - Fer ein landsstýrismaður at tæna fólksins søk, alternativt kapitalsins søk, á hesum altarinum, mótinum, um hann í framtíðini anonymt verður leskaður við einum tvær millióna BMW-vogni frá eini duldari adressu í Monte Carlo, við eini glantriferð yvir um hav fyri at vitja eitt tónleikastudio í Memphis ella um hann situr í einum glóðheitum potti og tvinnar leggirnar saman við einum oljusjeiki, ið letur honum eitt Rolexur ella bæði tvey í hálvtannað hundrað túsund króna klassanum fyri dygga tænastu, ja, tað eru spurningarnir fólk seta sær, og sum vit skulu byrgja upp fyri kunnu henda, og tað gera vit bara við at fáa skil á verandi samfelagsstrukturi. Tá verður Republikkin eisini ein sjálvfylgja.

Oljuvinnan verður tíðarmáld, tað vita vit. Tí er tað ógvuliga umráðandi, at tað eru vit, sum stjórna gongdini og ikki oljufeløgini, tí skal strammast optimalt upp í politisku strukturunum, fyri at samfelagið skal hóra undan, tá vit aftur sita eftir við upprunaligu vinnunum um eini hálvthundrað ár. Helst við einum trivaligum kassa, sum er trygdin hjá teimum, ið koma skulu so langt fram, sum vit síggja í ókomna tíð. Tað eru ikki vit, sum skulu pensla ælabogan á okkara slitna kropp, fyri at tekkjast kundunum á harðføra marknaðinum, men heldur vit, sum frá byrjan seta treytinar, og tað gera vit bara, um vit fáa skil á egnum húsi fyrst.

Orðaskifti fer sjálvandi at taka seg upp um vit skulu sigla, tryggja, ein Búskapargrunn so við sjeytumma seymi, at ikki ein króna skal brúkast sum tøð í dagsins samfelag. Júst hetta er mál, sum má viðgerast við hárfínari nøs. Skjótt er at festa í fíggjarligu guvubjølgarnar, men eyðvitað ber til at gera infrastruktuellar íløgur og íløgur í mentanina, sum er meginuppdriftin í landinum. Hugsi tað var Gunnar Hoydal, sum kom við hugtakinum, at av hvørjari tunnu av olju skal ein pottur fara beinleiðis til føroyska mentan, hetta er framvegis ein kredda, sum væl kann brúkast, og sum framtíðartryggjar føroysku tjóðina.

José Mujica

Fyri at enda har, sum vit byrjaðu. Nú eru tað meiri enn hálvthundrað ár, síðani eg var í Montevideo, - tá ráddi ein fascistisk hernaðarjunta fyri borgum. Á sama hátt sum í fleiri øðrum londum í Latínameriku, hevur fólkið tikið sær ræðið aftur. Eisini í Uruguay. Hin sermerkti José Mujica hevur verið forseti síðani 2009. Hann er gamal Tupamaros partisanur, ein guerillero, marxistur, sum kortini hevur lagt seg á miðvinstra kósina hjá Lula og Rousseff í Brasilia og Bachelets í Kili. Hann hevur verið búraður inni í neyðarsligum fangatippum stóran part av lívinum, og var endaliga latin leysur, tá heimland hansara fekk fólkaræði aftur í 1985, tá hevði hann verið virkin uppreistrarmaður í 16 ár. Uruguay hevur ein búskaparvøkstur á 3% um árið, men forsetin er hvørki til sølu ella til fals. Hann flutti út úr forsetaborgini, eftir at hava búð har í nakrar dagar, hann treivst ikki í marglætinum, og er fluttur inn í eini heilt smá hús, hann flýgur bara á bíligastu setrum, hann koyrir í eini avgamlari fólkavognsboblu og meginpartin av forsetalønini donerar hann til sosialar verkætlanir. Hann hevur stikni til alt, sum líkist ovurnýtslu, hann tekur undir við homosexuellum hjúnaløgum, er fyri fríari fosturtøku og legalisering av cannabis. Samstundis er Uruguay tað tryggasta og minst korrupta landið í Latínameriku. Hetta við at liva eftir førimuni er eisini hansara politikkur, og hann hevur ikki treytaleyst álit á, at marknaðurin fer at skipa øll viðurskifti fyri okkum. Sum hann sigur: “Blinda trúgvin á, at langtíðar búskaparligur vøkstur áhaldandi fer at koma umvegis vaksandi nýtslu”, er blindgøta og hvørvisjón. Hann argast um alt, sum fer ímillum fingrarnar á okkum, tað verið seg tilfeingi, orka ella tíð. Hann heldur at vit kunnu endurbrúka at kalla alt í dag. Livdu vit javnbjóðis og í javnvág við ressourcu´num, við hóskandi afturhaldni, høvdu hesar sjey milliardirnar, sum manna klótuna, fingið seg mettar hvønn dag. Men trupulleikin er helst, at vit hugsa meiri sum tjóðarbólkar, lond og ikki sum eitt ættarslag í dýraríkinum. Trøini fara ikki at vaksa inn í Himmalin í Akkumulatiónsøldini, heldur ikki í Føroyum. Men royndin at finna burðardyggar loysnir yvir tíð á orkuøkinum, nýtslan av varandi keldum, er leiðin fram, tí verður føroyska oljuævintýrið eisini eitt intermezzo, sum ikki má káma fyri ídnum royndum eftir at metta tørvin við varandi orkukeldum.

Tað ræður um at halda javnvágirnar, skal jørðin hóra undan. Tað ræður um at seta eina politiska kós, tí hann ið onga kós hevur, hann fær ikki undanvind á nakrari ætt. Gera vit onki við spurningin, kann tað enda sum hjá amerikumonnum í Vietnam, tá onki alternativ var til hin korrupta seinasta suðurvietnamesiska forsetan, sum bleiv atvoldin til hugtakið: “ Sink or Swim, with Ngo Dinh Diem.” Tá tropparnir hjá Võ Nguyên Giáp høvdu gjørt bart, var bara ein leið farbær út úr Vietnam, og tey flestu minnast ta seinastu hernaðartyrluna, sum lætti sær á frá takinum á amerikansku ambassaduni í Saigon. Tá var ikki svimjandi longur.** Vit skulu eisini svimja sum fiskar í vatninum um hálva øld, tá oljuævintýrið kanska er farið framvið okkum. Tí ræður um at vera meiri fyrivarin, enn vit higartil hava verið. Blíðan byr.