Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Persónligt frælsi til hvat?

Undir herrópinum persónligt frælsi ynskja politiskir flokkar at broyta okkara samfelag frá at vera eitt land, har vit hava verið samd um felags virði og samleika til at vera eitt land, har individualisman verður hálovað. Trúskapur móti hjúnarfelaga, børnum, familju, grannalagi, fedrum og morali er skiftur út við trúskap móti sær sjálvum. Eg, meg, mær og mítt verður tikið fram um alt annað. At ofra seg fyri øðrum enn sær sjálvum er ikki longur virðismett.

Hetta er rákið í dag, men hetta var ikki gamalt. Okkara søga er mettað við frásøgnum um, hvussu vit bygdu land saman. Vøkru søgurnar um samanhald og hjálp í neyðini, har lagnan rakti hart, siga frá um eitt samfelag, har eg, meg, mær og mítt varð sett til síðis til frama fyri næstan. Eitt nú søgan um bygdina Søldarfjørð, sum fyri skjótt 80 árum síðani var fyri teirri vanlagnu at missa nógvar av sínum forsyrgjarum við sluppunum Immanuel og Lauru. Vit hoyra søgur um, hvussu fólk hjálptu hvørjumøðrum á merkisverdan hátt, uttan at nakar visti, hvør hjálpti hvørjum. Onkuntíð stóð rokaður matkovi í túninum hjá einkjum og børnum, áðrenn tey vóru á fótum um morgunin. Onkuntíð komu menn úr grannaløgum at sláa teigarnar hjá einkjum, áðrenn tað lýsti fyri degi. Børn, sum høvdu mist pápan, fingu aðrar “pápar”, sum tóku ábyrgd fyri øðrum enn sínum egnu. Ikki varð givið, tí man hevði til yvurs, men heldur av heitum hjarta.

Hesi fólkini, har nøkur framvegis eru á lívi og kunnu siga frá, høvdu annað og meiri í huga enn at dyrka seg sjálvi. Hugtakið persónligt frælsi mundi liggja teimum sera fjart. Tað, sum vigaði mest í teirra hugaheimi, var tørvur og trivnaður næstans.

Men hesi virði tykjast ikki at læra nútíðarmenniskjuna stórvegis. Nú skal sjálvsøknið setast í hásætið.

• Nú skulu vit broyta rúsdrekkalógina, tí “tey vaksnu” vilja hava persónligt frælsi til at kunna keypa eina reyðvínsfløsku í matvøruhandlinum afturvið danska búffinum eitt leygarkvøld. So mugu børnini og teirra rættur til rúsfrítt umhvørvi – teirra persónliga frælsi - víkja. So mugu børnini gjalda prísin fyri persónliga frælsið teirra vaksnu.

• Nú skal hjúnarbandslóggávan broytast, tí nú vilja menn giftast við monnum.

• Og nú eru tað andlitini og útsjóndin á valevnunum, sum hava alt at siga, tá veljast skal millum valevnini. Emballaga heldur enn innihald.

• Nú er tað kvinnan, sum skal ráða yvir egnum kroppi, og ófødda, verjuleysa barnið í móðurlívi hevur mist sín rætt.

• Nú skal kristni út úr skúlunum, tí tann boðskapurin snýr seg um næstrakærleika og ábyrgd fyri øðrum enn sær sjálvum. Samfelagið skal sekulariserast (avkristnast), tí kristniboðskapurin er ótíðarhóskandi. Hóast hann hevur bygt okkara samfelag upp og er grundarlagið undir vesturlendskum vælferðarpolitikki.

Guido Westerwelle, týskur uttanríkisráðharri og samkyndur, sigur: “Ger tað, sum tú hevur hug til, so leingi, sum tú ikki gerst teg inn á onkran annan.”

Dómarabókin sigur í síðsta ørindi: “Á teimum døgum var ongin kongur í Ísrael; hvør maður gjørdi, sum honum líkaði best.”

Bill Justinussen, valevni Miðfloksins**