Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú 90 ára gamla Petra Arge saman við børnunum Ólavi, Jógvani, Jórun, Magna og Suffíu í 1960.

Petra Arge 90 ár í dag

Í dag eru 90 ár síðani Petra Arge í Havn varð borin í heim Úti í Grógv í Syðrugøtu. Hon var fyrsta barnið hjá Suffíu úr Úti Guttastovu og Jóan Elias Gregersen úr húsunum Fyri oman Oyruna.

Bæði fornavn og eftirnavn hjá Petru vóru úr faðirættini. Petra eftir ommuni, sum var bóndadóttir av Húsgarði, og Gregersen frá abbanum Ólavi úr Inni Guttastovu. Í móðirættina var omman Kunoyar Jóhanna og abbin Pól Kristoffur Poulsen í Úti Guttastovu.

Sjálv varð Petra fødd í húsunum, sum Absalon Jacobsen av Dunganum bygdi úti í Grógv í 1890unum, tá hann tók við eftir Skúla-Jógvan at stýra úthandlinum hjá Jørgen Bech & Sønner. Hendan handilin yvirtók Absalon seinni.

Søgan um, hví Petra er fødd í húsunum hjá Absalon, er, at farbróðurin Jóan Pauli Gregersen hevði yvirtikið húsini, men hann og Sára vóru ikki gift enn, so Suffía og Jóan Lias fluttu inn, meðan teirra hús vórðu gjørd liðug á Sagulagnum beint heiman fyri handilin.

Suffía var kend fyri sítt bindingarvirki og Jóan Elias sum keypmaður í Gøtu. Systkini vóru sjey, fýra systrar og tríggir brøður. Nú eru tríggjar systrar eftir.

Handil og skúli

Handilin – ella Pakkhúsið, sum summi siga enn - bleiv ein stórur partur av teimum ungu árunum hjá Petru og hennara næstu skyldfólkum. Jóan Pauli yvirtók hann, tá Absalon tíðliga í 20unum flutti út á Skálafjørðin og tók upp sítt stóra virksemi har.

Pápin Jóan Elias var fiskimaður á ungum árum, ein av teimum, sum stovnaði Fiskimannafelagið. Hann fór nú at arbeiða við handilin, sum við bæði ráfiskamóttøku úti í Ráfiskakjallaranum og íshúsum við Salvará og heimi í bygdini tók móti fiski og læt hann virka.

Í 1931 tók Jóan Elias við handlinum og rak hann í eini 30 ár. Handilin varð nú ein hjartatáttur í barnaheiminum hjá Petru, og bæði børn og vaksin høvdu sína dagliga gongd og yrki har.

Petra gekk í skúla við Gøtugjógv um tað mundið, tá gøtufólk bygdu sær nýggjan og framkomnan skúla, sum var liðugur í 1929. Oddamaður millum lærararnar var Gamli lærari, S.P. úr Konoy, og tey høvdu eisini kvinnu sum lærara. Tað var Helga Øregaard.

16 ára gomul fór Petra í 1938 til Havnar at ganga í preliminerskúla á løgtingsins studenta- og preliminerskeiði, sum var stovnað árið fyri. Har fekk hon prógv summarið 1940, beint eftir at Føroyar vóru hersettar.

Nú gekk leiðin norður aftur til Gøtu. Har varð Petru’sa lutur øll stríðsárini at standa í handlinum, at vera við til at keypa inn og føra bøkur, og annars at vera við í húsarhaldinum hjá mammuni, sum longu fyri kríggið var farin undir bindingarvirki, ið bara vant upp á seg.

Miðstøð á Tinghúsvegnum

Petra trúlovaðist Niels Juel Faber Arge í Havn, f. 20. august 1920. Hann tók nýmálsligt studentsprógv í Havn sama summarið, sum hon tók preliminerprógv. Tey giftust 24. november 1945. Brúdleypið varð hildið í Gøtu, men nú flutti Petra til Havnar.

Tey bæði bygdu stór og stásilig hús millum Tinghúsvegin og Hoydalsvegin á einum grundstykki, sum var sett saman av einum luti frá Húsagarðsbóndanum og einum luti frá Tróndi Hansen. Húsini vórðu sett mitt á hetta samanlagda stykki - kanska fyri at onki tvíbýti skuldi koma fyri seinni.

Tann gamla og eyðkenda adressan var Tinghúsvegur 55, beint yvir av gomlu Telegrafstøðini. Gøtunummarið varð seinni justerað til 59 og bygt er bæði vítt og breitt hinumegin vegin, men hesar miklu broytingar hava ikki havt varandi ávirkan á atmosferuna í heiminum hjá Petru, tó at onkur trø í vakra urtagarðinum ikki toldu umskiftið.

Á Tinghúsvegnum situr Petra framvegis, og hon situr væl. Børn, verbørn, ommubørn, langommubørn og vinkonur eru tíðum gestir. Tey yngstu kenna tað sum rættar ævintýraferðir at fara inn til hennara, tí har er so nógv at fáa og síggja og nerta við.

Vit vóru fimm systkin, so mamma hevði nóg mikið at síggja til heima við hús. Í 30 ár var pápi útvarpsstjóri og gekk upp í hetta starv við lív og sál. Mammu’sa lutur lá ikki eftir í eggjan og undirtøku, men eisini atfinningum, um hon helt tað vera rímiligt.

Hon hevur ikki verið tann, sum hevur gjørt mest um seg alment, men hon kann hava sínar avgjørdu meiningar um bæði stórt og smátt. Politiskt hevur hon ikki ivast í sjálvsbjargniskósini - fyri ikki at siga tjóðveldishugsjónini.

Hon helt seg eisini aftrat teimum, sum vildu fremja áhugamálini hjá kvinnum í Føroyum. Tessvegna var hon millum teirra, sum stovnaðu Kvinnufelagið í Havn í 1952, og fyrsta árið var hon tiltakslimur í nevnd felagsins. Tað er um tað lagið, at Kvinnutíðindi var einasta blað, sum Tinghúsvegur 55 helt og fekk borið á dyrnar.

Húsarhaldsskúli og maskinskriving

Undir krígnum var Petra á húsarhaldsskúla hjá systrunum í Santa Frants Skúla. Hetta skeið vardi tríggjar mánaðir og var eitt kærkomið høvi at sleppa burtur úr heimbygdini eina tíð, tá ungdómurin var innilæstur og ikki slapp av landinum til nakað sum helst í fimm ár.

Tá tey fyrstu fýra børnini, sum komu eftir fimm árum frá 1946 til 1951, dugdu gott og væl at ganga øll, fór hon miðskeiðis í fimmtiárunum at læra seg bæði stenografi og maskinskriving hjá frk Rosenberg í Jóannes Paturssonargøtu.

Hetta kom væl við. Fyrst fekk hon starv sum avloysari á Ríkisumboðnum, og tá tað var liðugt, ringdi skrivstovustjórin í Tinganesi Johan Djurhuus. Hann hevði hoyrt, at Petra dugdi at skriva upp á maskinu og spurdi, um hon ikki kundi koma at avloysa í journalini í landsstýrinum.

Síðani gekk leiðin í Sjóvinnubankan, har hon var, til hon skuldi eiga ein eftirnølara í 1959. Tá mátti tú í slíkum umstøðum gevast í tínum starvi uttan vissu fyri at fáa tað aftur. Seinni arbeiddi Petra eitt nú á Matrikulstovuni, til hon í 1966 lendi sum skrivari á bispaskrivstovuni.

Hetta varð hennara lívsstarv á arbeiðsmarknaðinum. Har hevði hon sína føstu gongd hvønn seinnapart í meir enn 25 ár sum biskupsskrivari hjá fyrst Jákupi Joensen, síðani Eivindi Vilhelm og at enda Hans Jacobi Joensen.

Har hitti hon nógv fólk, og var í støðugum sambandi við landsins prestar. Vit plagdu í skemti at ugga okkum við, at tað kundi ikki ganga okkum heilt galið her á fold, tí mamma starvaðist jú í himmiríkis forgarði í Havn.

Lat ikki mótið falla

90 ár eru 90 ár. Tað umgongst ikki, at tey seta síni merki. Mamma hevur havt góða heilsu, men eitt ættarbregði hevur nívt hana seinastu árini. Sjónin er vorðin vánalig, men afturfyri hevur hon hugagóð troytt meginpartin av teimum bondum og fløgum, sum bókasøvn, blindastovnar og onnur kunna bjóða.

Hon hevur hildið fram at ganga sínar føstu túrar á morgni, hóast tryggari leiðir eru valdar og túrarnir eru styttir eitt sindur, og hon er framvegis hjá frisøri hvønn einasta fríggjamorgun kl. 9.

Pápi doyði í 1995, stutt áðrenn tey kundu halda gullbrúdleyp. Tað var eitt umskifti í hennara og okkara gerandisdegi. Fyri einum lítlum ári síðani upplivdi mamma ta stóru sorg brádliga at missa sítt elsta barn, systir okkara Jórun, sum hon var sera tætt knýtt at.

Tað var steinur oman á byrðu. Hesa sorg stríðist hon manniliga fyri at koma ígjøgnum við lærusetninginum, sum hon altíð hevur tikið til: ”Lat ikki mótið falla”.

Við hesum orðum bera vit systkini familjunnar vegna mammu kvøðu á níti ára degnum við ynskinum um, at lívskvøldið verður tær blítt.

Suffía, Magni, Ólavur og Jógvan.

Føðingardagsmóttøka verður í Høllini á Hafnia hósdagin 30. august kl. 15.00-17.30