Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

G! Festivalurin fegnast um at vísa føroyingum Phlake - danska stjørnuskotið, sum við risafetum leggur Danmark undir seg.

Fyrsta plátan hjá Phlake varð slept í farnu viku, teir skaptu kaos á Roskilde, tá túsundatals fólk streymaðu til konsertina á Rising pallinum og nú geva lokkandi løgini um kærleika og funky tónin endurljóð í donsku miðlunum. 

Tað er ikki mongum bólki unt, at næsta staklagið vinnur platin. 

Konsertferðin hjá donsku Phlake varð útseld uppá fáar tímar og nú ríða teir á tónleikaligu alduni - og beint heim á G!

Phlake spæla hóskvøldið á G!, sum fer at vera eitt rimmar gildi. Saman við lekru tónunum hjá Phlake, verða millum onnur eisini SBRC aka The Bloody Beetroots, Punjab, Zion Train og Konni Kass á palli hóskvøldið.