Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Piddi sligin niður við steiki-pannu

Og stungin við knívi, sum tó ikki er funnin.

Løgreglan hevur nógvar metingar ella gitingar um, hvat kann vera hent Pidda, men synd at siga, at tey hava so nógv ítøkiligt at halda fast um. Sum skilst hevur løgreglan heldur ikki tey nógvu teknisku prógvini, at halda seg til.

Tó at leiðarin fyri kriminaldeildina hevur sagt, at løgreglan ikki hevur annan persón illtonktan fyri at hava beint fyri Dánjal Peturi Hansen, so hevur kortini ljóðað í seinastuni, men ikki váttað, at arbeitt verður við einum øðrum møguleika, at fleiri hava verið saman um at burturbeina Pidda.

Piddi var væl bygdur, og segðist eisini at vera sterkur og hartil ein bulmikil maður, sum ongin trýr, at hasin spinkli kroatin syfti einsamallur, um hann í heila tikið eigur nakran lut í, at Piddi er horvin.

Ein av møguleikunum, løgreglan arbeiðir við er, at bardagi hevur verið heima hjá Pidda. Løgreglan hevur váttað at onkur hevur barst í sovikamarinum heima hjá Pidda, tó at onnur hava sagt, at talan kann líkaso væl vera órudd frá einum manni, sum hevur livað einsamallur, og ikki hevur havt bestu evnir at rudda upp eftir sær.

Vit hava fyrr víst á, at tvey rúm vóru vaskaði gullrein, meðan onnur rúm bæði vóru óruddilig og skitin. Vit hava eisini hoyrt, at fyrrverandi kona Pidda og kroatin, vóru byrjaði at vaska húsini tí Dánjal Petur Hansen, var farin úr húsinum, tá tey bæði ætlaðu at flyta inn.

Oyggjatíðindi hevur kannað tingblaðið fyri at vita, um eitt møguligt motiv kundi finnast har fyri at fáa Pidda út úr húsinum, men konan hevur staðið fyri húsinum, sjálvt um Piddi hevur búð har, og vit vita nú eisini, at Piddi og konan eru skild, og at avtalan teirri millum var, at hann endaliga skuldi út úr húsinum, og sum eisini er sambæriligt við frágreiðingina um, at tey vaskaðu húsini, tí Piddi var fluttur.

Lesi hesa og nógvar aðrar sera avdúkandi greinar í blaðnum.

------

Greinarnar í blaðnum kunnu annars keypast við gjalds-kortið fyri kr. 7,50. Hendan tænastan hevur tó ikki rigað í longri tíð, og tí hevur Knassar sett seg í samband við PayPal-skipanina, sum arbeiðir við hesum trupulleikanum. Vit siga frá, tá hetta er komið uppá pláss, og at tað ber til hjá einum og hvørjum at keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar:

 http://oyggjatidindi.com/arkiv.html

Hava tygum goldið kvartalsgjald, men ikki hevur fingið blaðið sendandi, er orsøkin helst tann, at tygum hava ikki sent okkum telduadressuna. Hava tygum goldið kr. 150,00, so send adressuna her:

oyggjat@olivant.fo

Á hesari adressuni ber eisini til at tekna blaðhald, og fáa blaðið sendandi beinleiðis til tygara teldu, sum ikki hevur nakað við PayPal at gera á verandi støði.

 

Add to Cart