Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Piddi varð niðursligin við steikipannu

Úr arkivinum: Og stungin við knívi, sum tó ikki er funnin, skrivaði Oyggjatíðindi longu 3. februar 2012:

Løgreglan hevur nógvar metingar ella gitingar um, hvat kann vera hent Pidda, men synd at siga, at tey hava so nógv ítøkiligt at halda fast um. Sum skilst hevur løgreglan heldur ikki tey nógvu teknisku prógvini, at halda seg til.

Tó at leiðarin fyri kriminaldeildina hevur sagt, at løgreglan ikki hevur annan persón illtonktan fyri at hava beint fyri Dánjal Peturi Hansen, so hevur kortini ljóðað í seinastuni, men ikki váttað, at arbeitt verður við einum øðrum møguleika, at fleiri hava verið saman um at burturbeina Pidda.

Piddi var væl bygdur, og segðist eisini at vera sterkur og hartil ein bulmikil maður, sum ongin trýr, at hasin spinkli kroatin syfti einsamallur, um hann í heila tikið eigur nakran lut í, at Piddi er horvin.

Ein av møguleikunum, løgreglan arbeiðir við er, at bardagi hevur verið heima hjá Pidda. Løgreglan hevur váttað at onkur hevur barst í sovikamarinum heima hjá Pidda, tó at onnur hava sagt, at talan kann líkaso væl vera órudd frá einum manni, sum hevur livað einsamallur, og ikki hevur havt bestu evnir at rudda upp eftir sær.

Vit hava fyrr víst á, at tvey rúm vóru vaskaði gullrein, meðan onnur rúm bæði vóru óruddilig og skitin. Vit hava eisini hoyrt, at fyrrverandi kona Pidda og kroatin, vóru byrjaði at vaska húsini tí Dánjal Petur Hansen, var farin úr húsinum, tá tey bæði ætlaðu at flyta inn.

Oyggjatíðindi hevur kannað tingblaðið fyri at vita, um eitt møguligt motiv kundi finnast har fyri at fáa Pidda út úr húsinum, men konan hevur staðið fyri húsinum, sjálvt um Piddi hevur búð har, og vit vita nú eisini, at Piddi og konan eru skild, og at avtalan teirri millum var, at hann endaliga skuldi út úr húsinum, og sum eisini er sambæriligt við frágreiðingina um, at tey vaskaðu húsini, tí Piddi var fluttur.

Tað er tó rættiliga greitt, at tað virkar skít býtt at beina fyri einum persóni fyri at fáa hann út úr húsinum, sum løgreglan saktans kundi hjálpt einum við. Her er sostatt onki motiv, tí sambært tingblaðnum hevði Piddi ikki nakran tinglýstan búðrætt.

Men uttan mun til hesi viðurskiftir, arbeiðir løgreglan eisini við tí møguleika, at fleiri hava verið um at beina fyri Pidda, tí hann var ikki bara sterkur, men eisini tungur, og als ikki so lættur at syfta. Av tí sama heldur løgreglan seg vita, at Piddi er sligin í høvdið við einari steikipannu fyri at fáa hann neutraliseraðan.

Síðani verður hildið, at meðan Piddi liggur niðri, verður hann stungin við einum knívi, og síðani burturbeindur, men Oyggjatíðindi hevur onki annað at halda seg til, enn vælvitandi keldur, sum vita hvat rørist í løgregluni um málið.

Tað verður hildið, at løgreglan kann hava teknisk prógv fyri, at blóð av Pidda er funnið í húsinum, men hetta kann ikki brúkast til so nógv, um møgulig álopsfólk ikki eisini kunnu linkast til staðið. Tað er í hvussu so er ikki undarligt um spor verða elle eru funnin av kroatanum í húsinum, tí tað er, sum skilst, ongin loyna, at kroatin hevur verið heima hjá Pidda, men harfrá og so til at linka hann til, at Piddi er deyður, er langur vegur.

Sannleikin er helst tann, at løgreglan hevur onki at halda um. Tað, sum ger støðuna hjá løgregluni so ómetaliga veika er, at sera eftirfarandi vitnir hava sæð Pidda leygardag, sum løgreglan hevur staðið fast uppá, at Piddi er burturbeindur dagin fyri – fríggjadag.

Hann skal vera sligin niður við einari steikipannu, og seinni stungin við knívi. Sum skilst er tað rættiliga víst, at løgreglan finnur ikki knívin, sum gitt verður, at Piddi er stungin við.

Løgreglan kann halda fast um, at Piddi er burturbeindur fríggjadag, og ikki leygardag. Hetta kann hava nakað við bilsetrini at gera, sum vóru reinsaði í Lamba.