Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Plúmm – Catch: Tess meira eg lurti – fái eg eina góða kenslu!

Tá eg hoyrdi um nýggju útgávuna, setti eg mær fyri, at eg bara vildi hava eina skjótast tilber, tí talan mátti vera um eina serstaka útgávu.

Manningin í Plúmm er millum teir úrmælingarnar, eg havi fylgt í nógv ár, tí ikki bara hava teir hugin til at skriva og gera tónleik, men eisini fái eg hesa kensluna av einum samanspæli og gróðrarbotni, sum bara kann fáa alt upp í eina hægri eind.

Tónleikur skal hava eitt element av dugnaskapi og skapan, sum kann fáa meg at setast at lurta og at liva meg inn í tað eg hoyri.

Tað er ikki bara nakað ein setur seg at gera, tí tað skal so nógv meira til, og har má eg siga at manningin í Plúmm er í serflokki, tí ikki bara er talan um sera dugnaligar tónleikarar, men júst hetta við tí nærlagna og viljanum til at skapa dygd, ger meg til stórfjeppara!

Catch
Tá eg hoyrdi um nýggju útgávuna, kundi eg sjálvandi ikki lata vera við at hugsa, at her mátti vera okkurt av tí ”gamla”, men har má eg siga, at eg haldi at útgávan meira er ein nýskapan, tí her er ikki ein sangari, men ein instrumental útgáva, sum í stíli brýtur frá tí ”gamla”, men kortini fær meg at hugsa Plúmm.

Tað er júst tað sum fær meg at hugsa um hetta fjølbroytni, eg vil hava, tí tónleikur skal fáa meg at kenna meg undirhildnan – og so má gjarna okkurt serstakt eisini stinga seg upp!

Ongin ivi er í mínari verð um, at júst hesir fýra hava spælt seg so nógv saman, at tað onkursvegna rennur saman í júst tað, ið vit hava fingið lagt fyri dagin.

Her eru so nógvir smálutir, sum fær alt at renna saman upp í hesa hægru eindina, tí ikki bara er komponeringin og annað framúr, men her er hvør tóni lagdur í sína føstu legu.

Eg kom beinanvegin at hugsa um eina samanbering millum okkara Plúmm og íslendsku Mezzoforte, tí ikki so fáar ferðir fái eg eina kenslu av hesum neyvleikanum, sum aftur gevur einum ”kritiskum” oyra nakað fyri pengarnar!

Sjangran er nokkso skiftan frá rocki yvir í nakað av jazzi og poppi, men her hoyra vit aftur hetta við væl samansettum tónleiki, sum kann geva okkum øllum nakað og har ein við forvitni eisini kann leita sær íblástur.

Hugsaði eisini um hetta við sanginum, men her haldi eg tað er frálíkt við júst hesum instrumentala, tí tónleikurin verður meira ”nakin” og krevjandi fyri tann einstaka og bólkin.

Catch er ein varði í føroyska tónleikinum, so frá mær fær hon 6 av 6 stjørnum!

Fríðálvur A. Jensen