Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pól fær virðisløn

Nám fevnir Rúmdina

Í dag vóru Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs handaðar á almennari samkomu, sum Tórshavnar kommuna skipaði fyri í Müllers Pakkhúsi í Havn. Tiltakið, sum er okkara einasta bókmentavirðisløn, varð sent beinleiðis í Útvarpinum. Í ár vórðu fimm virðislønir latnar.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir varð latin Pól Jespersen, høvunda og ritstjóra í Námi, fyri bókina Rúmdin - almenn stjørnufrøði (Nám 2012).

Magnus Tausen, stjóri í Námi er fegin um at fleiri bøkur, ið Nám, sum er fyrrverandi Føroya Skúlabókagrunnur, hevur givið út, hava fingið Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir.

Í 2010 fyri bókina Fiskar undir Føroyum, sum Rógvi Mouritsen skrivaði, í 2001 fyri Havið, sum Bogi Hansen skrivaði og í 1999 fyri bókina Villini súgdjór í útnorðri, sum Dorete Bloch skrivaði. Niels Petersen hevur verið ritstjóri á hesum bókunum. Í 1997 fekk Doris Hansen virðisløn fyri Søguna um Hini, sum Nám gav út, og í 1993 fekk Malan Marnersdóttir somu virðisløn fyri bøkurnar Fyri fyrst og Bylgjurnar leika í trá, sum Nám gav út.

- Eg haldi tað hevur verið ógvuliga spennanadi at samstarva við hesi framfýsnu fólk, og eg vóni at enn fleiri granskarar kunnu finna vegin til Nám, so vit kunnu stuðla upp undir at fáa teirra tekstir út í almenna rúmið, sigur Niels Petersen, leiðandi ritstjóri í bókatoyminum í Námi.

Umframt tey nevndu, hava fleiri aðrir høvundar, teknarar og myndprýðarar, og eisini Symfoniorkesturið, fingið virðsløn fyri bókmentanarlig og mentanarlig avrik annars, har Nám í fleiri førum hevur verið við at geva út, tey virðisløntu verkini.

- Umframt okkara bundnu uppgávu sum tænastuveitari til skúlan, eru vit fegin um at kunna staðfesta, at okkara mentanarliga arbeiði ger mun í almenna rúminum eisini, sigur Magnus Tausen, nú Pól Jespersen, sum sjálvur er ritstjóri í Námi, fekk virðisløn M.A.Jacobsens fyri bókina Rúmdin - almenn stjørnufrøði.

- Sølustjórin í altjóða bókaforlagnum Harper Collins, sum í hesum døgum gevur út nógvar bøkur um rúmdina, hevur biðið um at fáa bókina á bókamessuni, sum verður í Frankfurt í næsta mánað. Í allari eyðmýkt gleða vit okkum um enn einaferð at sleppa at gera mun á bókamarknaðinum, eisini uttanlands, sigur Magnus Tausen.