Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pólendingarnir komnir á Hotel Føroyar

Í samráð við allar partar í málinum hevur kommunan innkvarterað pólendingarnar á Hotel Føroyum, so leingi tey hava tørv á tí.

Tá pólendingarnir komu í land av Brimli í morgun, var tað í samráð millum skipara, løgreglu, brandstøðina og borgarstjóran sum gestir hjá Tórshavnar kommunu.

Borgarstjórin var umborð saman við umboðum fyri løgreglu og brandstøð og heilsaði uppá, og bilar hjá sløkkiliðnum koyrdu tey skipbrotnu niðan á Hotel Føroyar, har tey fáa innivist og mat, so leingi teimum tørvar.

Bilar hjá Brandstøðini skulu eisini frakta pólendingarnar millum hotell og sjúkrahús og hjálpa til, tá seglbáturin kemur til lands.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur í stuttari viðmerking, at sjálvandi tekur býurin sær av hesum fólkunum, so leingi, tey hava tørv á tí.