Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politikarar og almenn tænastufólk fáa sjálvi skattafríar pensjónir

Nógv hevur verið tosað um, at samgongan ætlar at skatta pensjónir við inngjaldi hjá teimum, sum annars hava havt avtalu um skatting við útgjaldi.

Fakfeløgini hava talað harðliga at, og hava eisini hótt við at seta mótmælistiltøk í verk.

Tað er hinvegin lætt hjá politisku skipanini, at smoyggja avtalur omanyvir fakfeløgini, tá landsstýrisfólk, tingfólk, og almenn tænastufólk, sjálvi fáa pensjónsgjøldini skattafrí úr landskassanum, og sleppa eisini undan at gjalda skatt við útgjaldi av pensjónini.