Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politikari, tú eigur valdið og ábyrgdina

Enn einaferð standa vit í trupulum samráðingum, men tað átti ikki veri neyðugt at skula greiða frá umaftur og umaftur, at neyðugt er við munandi batum á lønarlagnum. Tað er løgið, at vit aftur sita við samráðingarborðið, og eingin tykist vera hugaður at viðgera trupulleikan, at vit eiga nakrar fakbólkar, sum eru ov illa løntir, og at okkurt má gerast. Eingin tykist halda, at ein rættvís løn er ein løn, ið stendur mát við útbúgving og ábyrgd.

Niðurlagið er, at vit viðgera ikki, hvat er rættvíst ella órættvíst, bert krónur og oyru.

Lyftini, samtalurnar við politikarar kring landið, í løgtinginum, í bý- ella bygdarráðum samsvara ikki við boðskapin, vit fáa við samráðingarborðið. Tí kennist tað, sum at politikarin ikki veit av, at hann eigur valdið og ábyrgdina av útspælinum frá almenna arbeiðsgevarunum.

Ein loysn hevði verið at skipa lønarlagið í einari almennari lønarskipan soleiðis, at fólk fáa eina rættvísa løn í mun til útbúgving og ábyrgd. Tað eigur at vera eitt mál fyri eitt vælvirkandi samfelag og tískil eisini eitt mál fyri politikaran. Tí at gera mun á fólki, sum skipanin í dag leggur upp til, er bert við til at skapa misstrivnað í samfelagnum.

At flestu fakbólkar, sum kenna seg vera fyri missmuni, samstundis eru kvinnur, og vit í Føroyum hava tørv á, at fáa kvinnurnar at trívast Føroyum, sum seinasta átakið frá Vinnuhúsinum og kommunufelagsskapunum eisini vísti á, er aftur ein orsøk at taka hetta í álvara.

Kenna tit politikarar yvirhøvur tykkara egnu ”krøv” til okkum sum lønarbólk ella fakfelag? Vita tit yvirhøvur hvat Føroya Pedagogfelag hevur kravt og hví?

So góðu politikarar í bý- og bygdarráðum kring landið og løgtingslimir – tað eru tit, sum gera av, hvussu lønarspurningar verða handfarnir í framtíðini – tað eru tit, sum hava valdið og ábyrgdina. Um tit veruliga meina at námsfrøðingar hava uppiborið eina verri løn enn onnur á líknandi útbúgvingarstigi og við líknandi ábyrgd, so sigið tað við okkum – so hava vit í minsta lagi tað at fyrihalda okkum til.

Postkort til politikararnar: http://www.pedagogfelag.fo/uploads/media/Postkort_til_politikararnar.pdf

Kelda: www.pedagogfelag.fo