Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politikkur eigur at spretta úr fólkinum

Dan Klein --- 10.01.2018 - 09:45

Almenna hoyringin og fólksliga tilgongdin í sambandi við ætlaðu fólkaatkvøðuna um nýggja Stjórnarskipan Føroya er ikki nøktandi. Føroya fólk eigur at sleppa nógv meira framat og politikarar eiga at stilla upp til almennar politiskar kjakfundir

Samgongan arbeiðir í løtuni við at gera eitt lógaruppskot um Stjórnarskipan Føroya og ætlar at skipa fyri einari fólkaatkvøðu í hesum sambandi, seinni í ár.

Ein stjórnarskipanarlóg er nakað heilt serligt - ein fólksins lóg, ein lóg, sum skal halda í nógv ár og ættarlið, rúma komandi neyðugum samfelagsbroytingum og menning, aðrar lógir skulu antin beinleiðis ella óbeinleiðis byggja á eina stjórnarskipanarlóg o.a. 

Talan er um eina lóg, sum skal tryggja fólkaræði, frælsi, rættvísi, støðufesti og samanhald, og verja fólkið ímóti politiskari valdsmisnýtslu og skilaleysum handlingum.

Føroya Væl, sum er veljarafelag Sambandsfloksins í Suðurstreymi, heldur, at tilgongdin í arbeiðinum at gera eina nýggja stjórnarskipanarlóg ikki livir upp til minstukrøvuni at fyrireika eina slíka lóg. Ongar almennar og ítøkiligar viðmerkingar eru til fyriliggjandi lógaruppskot - viðmerkingar, sum skulu brúkast at stuðla seg til í sambandi við tulkingar. 

Almenna hoyringin er farin fram í einum afturlatnum samanhangi, soleiðis at skilja, at fólkið alt og veljararin ikki alment og breitt er sloppin til orðanna og er kunnaður um innihald, endamál, tulkingar og avleiðingar - fólkið hevur ikki fingið høvið andlit til andlit at stilla spurningar og gera viðmerkingar til okkara politikarar. 

Hetta er ikki nøktandi í einum so týðandi máli. 

Vit vita, hvat vit hava, og tað kann ikki vera rætt, at fólkið ikki nágreiniliga veit, hvat tað fær við einari nýggjari stjórnarskipan. 

Tað eigur tí at verða skipað fyri enn fleiri almennum politiskum kjakfundum um evnið - vónandi fer løgmaður og landsstýrið at skipa so fyri í komandi tíðum. Alt annað er ábyrgdarleyst og ódemokratiskt.

Fari tí at heita á fólk um at møta fjølment til fyrsta politiska kjakfundin av hesum slag í Aulini í Finsen, í gamla Kommunuskúlanum - í annaðkvøld kl. 19.00-21.00, har í hesum umfari 3 av teimum stóru politisku flokkunum og tess formenn fara at leggja fram og svara spurningum frá fólkinum.

Johan Dahl
formaður í Føroya Væl