Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politisk raðfesting skal til

Skulu samráðingar á almenna økinum bera frukt fyri báðar partar, so er umráðandi, at mann kennir treytirnar fyri krøvunum hjá hvørjum øðrum. Torfinn Højgaard, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Løgtingsvalið er farið aftur um bak, og nýggja Løgtingið er mannað. Tað er klárt at fara til arbeiðis, klárt at leggja ætlanir fyri næstu árini.

Vit plaga at siga, at politikkur er at raðfesta. Raðfesta, hvussu og nær fólksins peningur skal brúkast.

Undir valstríðnum var stundum ført fram, at almenni geirin er ov stórur í mun til samlaðu arbeiðsmegina í landinum. Fleiri valevni mæltu til, at almenni geirin eigur at skerast munandi, men ongin var so frægur at kunna geva eitt boð um, hvat skerjast skal, og hvussu nógv skal skerast.

Hóast valevni úr fleiri flokkum eru samd um at gera sparingar, so ber ikki til at finna nakran felagsnevnara, tí har vóru snøgt sagt ongi boð um, hvussu fram skal farast. Skal politiska skipanin virka og takast í álvara, so mugu fólk og flokkar finna saman, soleiðis, at bæði tey og vit vita, hvussu komast skal fram til eitt øðrvísi bíti.

Fyri at kunna hava eitt virðiligt samstarv millum politisku skipanina og arbeiðstakarar, má minsta kravið vera, at vit kenna gongdina komandi árini. Løgtingið hevur samtykt, at javnvág skal vera á fíggjarlógini í 2016, men ongar raðfestingar eru gjørdar fyri, hvussu vit koma til hesa javnvág.

Skulu samráðingar á almenna økinum bera frukt fyri báðar partar, so er umráðandi, at mann kennir treytirnar fyri krøvunum hjá hvørjum øðrum. Ger mann ikki tað, so er skjótt at ósemja setir dagsskránna, og tað gagnar hvørgum parti.

Vit siga okkum at hava eitt vælferðarsamfelag, sum vit ynskja at varðveita. Skal so verða, mugu vit hava skipað og greið viðurskifti millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Hava vit ikki tað, so er vandin stórur fyri, at vælferðarsamfelagið ferð fyri skeyti.

Boðini til nýggja landsstýrið má tí verða, at tað meldar greitt út, hvør politikkur ræður í almenna geiranum. Skulu skerjingar gerast, so eiga vit at fáa vita nágreiniliga, hvat skal skerjast og yvir hvussu langa tíð. Tá kunnu vit partarnir møtast á jøvnum føti, sum tað sømir seg í einum vælferðarsamfelagi.

Kelda: Føroya Lærarafelag og Skúlablaðið:

http://www.skulabladid.fo/Heim.aspx?ID=610&M=News&PID=1962&NewsID=5316