Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politisk tabuøkir - 1.

Kenni tað sum mína skyldu, at varpa ljós á nøkur samfelagsøki, sum í størstan mun hava tørv á endurskoðan, men har umrøðan og viðgerðin onkursvegna verða fjald, ella tagd burtur. Henda røð av viðmerkingum byggir á politisku royndir mínar, sum landsstýrismaður, løgtingsmaður, borgarstjóri, nevndarlimur í KSF, og nevndarformaður í SEV. Orðini standa tí fyri egna rokning.

Eitt sjúkrahús ov nógv!

Samstundis sum vit hava tørv á at tillaga almennu útreiðslurnar til almennu inntøkurnar, er neyðugt at fáa sum mest fyri tøku pengarnar. Heilsuverkið er mangan okkara evsta álit, men er samstundis ein pengaslúkur, um stýringin ikki er neyv. Fjøltáttaðu viðgerðirnar, og serviðgerðin, krevja at vitanin verður savnað og styrkt.

Sum liður í fullveldistilgongdini varð farið undir at byggja nýtt Landssjúkrahús, og skipaða umvæling av gamla partinum. M.a. varð skurðøkið uppraðfest, so at nógvar framkomnar skurðviðgerðir kundu fremjast skjótt og væl í Føroyum.

Tíggju ferðir bíligari á Landssjúkrahúsinum

Hóast skurðstovur í meistaraflokki, sum fyri lítlan kostnað kunnu fremja rutinuviðgerðir, velur politiska skipanin at fremja fleiri av hesum skurðviðgerðum á eitt nú Klaksvíkar Sjúkrahúsi, fyri ein kostnað sum mangan er 5-10 ferðir so høgur sum neyðugt. Tað er púra órationelt at skurðviðgera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri 30.000 kr. , somu viðgerð sum á landssjúkrahúsinum kostar 3000 kr. Samstundis vita tey flestu innan heilsuverkið at skurðstovur á besta sjúkrahúsi okkara standa tómar.

Hettar fer fram í dag hóast pengatrot í samfelagnum og eigur ikki at tolast. Við Norðoyatunlinum fekk meginparturin av norðurøkinum í Føroyum fast samband við meginøkið, og tað eigur at merkja møguleikar fyri almennum rationaliseringum. Tvey sjúkarhús í Føroyum er nóg mikið við verandi infrakervi. Suðuroyar Sjúkrahús er neyðugt, ikki minst av hesi orsøk, men eisini sum tilbúgvingarsjúkrahús.

Lat meg leggja afturat at eg meti starvsfólkaliðið í samlaða sjúkrahúsverkinum gera eitt gott menniskjaligt og fakligt arbeiði. Tabuøkið eg her velji at viðgera er poltiskt og ikki starvsligt.

Ongin heilsupolitikkur

Í dag er ongin almennur føroyskur heilsupolitikkur, sum greinar hvørjar tænastu borgarin skal fáa, hvussu langir bíðilistarnir í mesta lagi kunnu vera, og hvør skipar tilboðini á verandi sjúkrahúsum. Heilsupolitikkurin eigur at skipast, so hann ikki verður tengdur at lokalpolitiskum áhugamálum, men byggir á heilsu og fíggjarfakligt grundarlag.

Páll á Reynatúgvu