Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politiska dagsskráin uttan kós

Tað er trupult at síggja, bæði hjá vanliga fólkinum og teimum, sum hava áhuga í samfelagsviðurskiftum og politikki, hvørji mið og mál verandi samgonga arbeiðir eftir.

Eftir politiska arbeiðinum at døma, eru sera fá mál á skránni, sum flyta mørk, men talan er heldur um ósemjur og verjurøður, sum ongan enda taka.

Nakrir politikarar í samgonguni eru meira slitnir og útbrendir enn aðrir. Verandi politiska manning í samgonguni sýnist at hava lítlar og ongar visjónir fyri føroyska samfelagið. Samskiftið millum politikarar og almenningin er næstan onki, men varpað verður út ein endaleys røð av innsløgum um klandur og stríð, persónjagstran o.a. Hetta er niðurbrótandi fyri land og fólk.

Verður hugt eftir, hvørji mál eru til viðgerðar og samtyktar í Løgtinginum í løtuni, so er talan um mál, sum so at siga ongi mørk flyta ella byggja land – reinur rakstur og viðlíkahald av samfelagnum. Dømini eru fleiri: Uppskot um loyvi at skjóta grágæs, útbygging í Tinganesi og avlurtingarpakki.

Hesi mál verða viðgjørd á endaleysum fundum við 33 politikarum og einari stórari fyristing. Tað, sum kemur út í hinum endanum av “framleiðslu” í politisku skipanini, eru tillagingar og smáting, og hevur onga sum helst menning við sær.

Tað, sum eg meini við er, at hesi mál fylla politiskt lutfalsliga alt ov nógv, meðan onnur nógv meira viðkomandi mál fyri menningina av samfelagnum verða sópað undir teppið.

Tey veruliga stóru politisku málini, sum t.d. nýskipan av fiskivinnuni, effektiviseringar av samfelagsbygnaðinum, vinnuligir karmar, vælferðarmál, oljuvinna o.a. verða so at siga ikki viðgjørd.

Hetta vánaliga politiska arbeiðslagið er nú vorðið so sjónligt, at veljarin nú reagerar – sí nýligu veljarakanningina. Framtíð Føroya er ógreið og politisku raðfestingarnar burturvið ella ongar.

Hví støðan er sum hon er, kann antin skyldast, at tingfólk ikki vita, hvat krevst fyri at menna og framtíðartryggja samfelagið ella vilja tingfólk ikki fremja menning og broytingar, sum kunnu hava við sær, at teir missa atkvøður.

Hetta politiska arbeiðslagið smittar eisini av upp á kommunala arbeiðið og samstarvið millum land og kommunur. Álitið millum land og kommunur er í vanda fyri afturstigi og møguleikin fyri at fremja størri reformar, sum tæna borgarunum eru í vanda fyri at fara av sporinum.

Verandi politiska ógreiða støða og fyriliggjandi veljarakanning vísir greitt, at tíðin er komin til sjálvrannsakan í Sambandsflokkinum.

Annfinn Brekkstein

Býráðslimir í Tórshavnar Býráð fyri Sambandsflokkin