Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politiska elitan spælir kvotabaronar

Stórtíðindi nú Kringvarpið boðar frá, at "makrelbólkurin" nú er farin at ressast. Tí nú skulu virðini í havinum kring Føroyar lutast út, og tað eru ikki smávegis serfrøðingar ið koma at avgerða hvør í verður fremstur í røðini, ella hvørjir ið fáa molarnar av borðinum ið teir sjálvsettu makrelbarónanir erulidnir at luta fólksins ogn út.

Føroya Løgmaður, Fiskimálaráðharrin, Fíggjarnevndarformaðurin, Fíggjarmálaráðharrin, Jákup Mikkelsen, Jenis av Rana. Kanska havi eg gloymt onkran, never mind.

Hoyrdi av tilvild Fiskimálaráðharran á Rás 2 herfyri, har imillum annað viðurskiftini í fiskivinnuni, eins og hvussu fiskivinnan skuldi skipast vóru umrødd, nú nøgdirnar av uppisjóarfiski vóru so øgiligar um okkara leiðir.

Miðskeiðis í orðaskiftinum hoyrdist Fiskimálaráðharrin nærmast ýlanadi gera vart við, at tað stóð øllum frítt at keypa seg inn í vinnuna. Undraðist tá eg herfyri las Sosialin 09.03.2014 har eg legði til merkis, at ein bátur sum eg ikki kendist við, hevði goldið kr. 5.547.974,00 í tilfeingisgjaldið í 2013.

Hugsaði við mær sjálvum, at hetta var eitt sindur løgið, at ein bátur sum eg ikki hevði hoyrt um fyrr, kappliga í fjør hevð goldið eitt tilfeingisgjald sambært Fiskiveiðieftirlitinum uppá 5,5 milliónir krónur.

Sambært Sosialinum 02.05.2014 so vísur tað seg at hetta skipi bert hevði eitt royndarloyvi, bara at royna eftir hvítingsbróðuri. Sambært sama Sosiali so landaði hetta skipi bara tvær lítlar lastir av hvítingsbróðuri, ávikavist 17 of 48 tons fjør. Báðar lastirnar fóru til Havsbrún.

Hóast lítla og onga roynd av hvítingsbróðuri, so kundi reiðaríið tó gleðast um, at teimum varð tillutað ikki eitt, men átta ymisk makrel- og sildaloyvi í fjør. Orsøkin til ein sovorðnan marglætissáttmála var, at reiðaríið P/F Thor ið einki skip hevur í uppisjóarvinnuni, hevði hóast tað, eina rúgvu av makrel- og sildaloyvum íliggjandi í eini skuffu úti í Fiskimálastýrinum .

Hesi loyvi fekk P/F Thor eisini lutaði út sum royndaloyvi, vegna manglandi móttøkuorku á fiskifeltinum fyri 2 - 3 árum síðan. Tí tykist tað margháttligt at hetta felagið við ongari veiðiorku, skal kunna opna eina makrel- og sildakiosk við nøkrum skuffuloyvum, sum Fiskimálaráðharrin sær út til at hava konfirmerað.

Upp aftur margháttligari tykist tað, at eitt skip við einum royndarloyvi eftir hvítingsbróðuri, soleiðis úr leysari politiskari luft, frá einum degi til annan fær átta makral- og sildaloyvir úr samu skuffu í Fiskimálaráðnum. Lat meg sláa fast, at hesar viðmerkingar ikki á nakran hátt vilja lasta eigarnum av hesum skipi, at teir ikki hava ligið vestfalli av sær, men fult út hava fingið optimalt burtur úr hesi "gularótini".

Hinvegin, um hetta er tað sum Fiskimálaráðharrin ýlur um, at øll og allir hava sama rætt til at keypa seg inn í fiskivinnuna, so er tað hinvegin nepotisma eins og korruptión av ringasta kaliber. At eitt reiðarí ið ikki eigur so frætt sum eitt einasta uppisjóarskip skal, hava eina rúgvu av makrel og sildaloyvum liggjandi í eini skuffu úti í Fiskimálastýrinum, tað gongur út yvur mítt vit og skil. Eru vit ikki eitt rættatsamfelag, ella hvat. Tvey av skipunum hjá Thor eru helst endaði sum gamalt jarn, meðan tað triðja varð selt til Rusland. At hesi skip við at hava fingið royndarloyvi, skulu kunna gera krav upp á at loyvini er permanent, ella so leingi sum vit hava ein landsstyrismann í setur allar rættarreglur til viks, ja, ein hevur ikki orð fyri tí.

Tað vil við orðum siga, at føroyski fiskimaður fyri at fáa part í fólksins ogn, so skal hann fara við hattinum í hondini til Hósvíkar at bidda sær sær eitt uppisjóarloyvi. Nei, nei, tað skulu ongar marknaðartreytur galda. Nú er tað P/F Thor, Fiskimálaráðharrin, Fíggjarmálaráðharrin, Fíggjarnevndarformaðurin ið vorðnir eru makrel- og kvotabarónar. Ein rotin og mafiakend skipan, sum neyan finnur sín líka í framkomnum samfeløgum á okkara leiðum. Ímeðan situr politiska elitan við stjórnarleiðarnum á odda og tjarðar út av fólksins ogn. Og disse regeres vi af.

Frank Davidsen

PS. Sambært yvirlitinum frá Fiskiveiðieftirlitinum eigur Vágar 2,6 % av ogn landsins. So tað er sum Havnamaðurin segði: Tú ein lítlan ,eg ein stóran. Eg ein stóran og tú ein lítlan , o.s.fr.

Frank Davidsen