Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politiskar ballónir ræða

Politiskar útmeldingar um privatisering og útveiting leypa ekka á starvsfólk. Hóast ætlarnar eru ólidnar og avleiðingarnar umstríddar, so aftra politikararnir seg ikki við at jonglera við starvsfólkum og arbeiðsplássum fyri at vísa politiskar vøddar.

  • Selma Ellingsgaard, forkvinna
  • Starvsmannafelagið:

Kringvarpið skal privatiserast. Eldrarøktin skal útveitast. Strandferðslan skal privatiserast. Ferðaráðið skal....

Okkara politikarar hava í seinastuni roynt seg í kynstrinum, at senda ballónir upp í luftina. Ballónir, sum skulu vísa veljarunum, at teir eru til. Til dystin fús á vøllinum. Við meiningum, sum skulu geva fólki ta fatan, at teir hava dirvi og áræði.

Seinasta vikuskiftið var tað landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum royndi seg, tá hann kunngjørdi fyri landsfundi Miðfloksins og føroyingum, at Kringvarpið – ábyrgdarøkið hjá landsstýrismanninum í mentamálum – skuldi privatiserast.

Alt á gosi. Ein grundsúla í fólkaræðinum ridlaði. Lagnan hjá meiri enn 70 starvsfólkum hekk í klønum tráð.

Men líka so skjótt alt byrjaði var alarmurin avblástur. Privatiseringin var av ongum, ja hon hevði ongantíð verið upp á tal. Bedýraðu bæði mentamálráðharri og løgmaður.

Dagin eftir var landsstýrismaðurin í vinnumálum á pallinum. Nú stóð Strandferðslan fyri tørni. Eitt lógaruppskot var ávegis. Eisini tos um, at útveita tænastur hjá Strandferðsluni, sum í dag er arbeiðspláss hjá meiri enn 90 starvsfólkum. Lívligt kjak aftur og fram, um hvussu hettar nú skuldi gerast.

Alt meðan hetta hendir, er alment kjak um, hvat fer at henda við eldrarøktini, tá ið hon verður løgd út til kommunurnar. Eisini her er eitt av loysunarorðunum privatisering ella útveiting. Partar av tænastuni kunnu útveitast. Men hvussu innihaldið í tænastuni skal tryggjast, veit eingin rættuliga. Og eisini grundleggjandi rættindi skulu ætlandi strikast í nýggju lógini. Alt hongur í leysum lofti.

Privatisering og útveiting eru gandaorð, sum verða dúliga nýtt í hesum døgum. Eitt er at politikarar, við heitum liberalum hjarta, halda, at alt verður so ljósareytt, bara tann almenna manningin verður skift um við eina privata. Trupulleikin er bara, at nógvar av ætlanunum eru ikki meira enn hálvlidnar. Ofta bara leysir tankar, sum verða endavendir, tá ið teir hava verið ígjøgnum tað politiska maskinaríið. Og haraftruat eru eru nógvar og ymiskar meiningar um tað virkar.

Seinasta dømi var Ferðaráðið, sum skuldi einskiljast. Men tá avtornaði var ikki undirtøka fyri hesum í samgonguni kortini. Og nú vit eru í ferðavinnuni, so stendur Atlantsflog sum eitt aktuelt dømi um hvussu privatiseringin lættliga kann blíva ein túrur tur/retur.

Mest álvarsamt er tó, at aftanfyri politisku markeringarnar eru starvsfólk og mannalagnur. Starvsfólk, sum hvønn einasta dag stríðast fyri at gjalda aftur dýr húsalán og vinna sær og sínum til lívins uppihald. Starvsfólk, sum sjálvsagt verða ótrygg og bangin, tá politikararnir senda ballónir upp í loft um at privatatisera ella útveita teirra arbeiðspláss.

Haraftrat er vandi fyri, at jongelingin við almennum stovnum kann geva samfelagsbúskaparligan baksláttur. Ballónpolitikararnir tykjast ikki at hava skilt, at ekkin, sum politisku útmeldingarnar, elvur til, kann fáa fólk, at aftra seg við at brúka tað sindri av peningi, tey hava um hendi. Og harvið kunnu útmeldingarnar fáa neiliga ávirkan á nýtsluna og pengarenslið.

Starvsmannafelagið átalar framferðina og mælir politikarunum staðiliga frá, at senda politiskar ballónir upp í luftina fyri at vinna sær ókeypis politiskan løtuvinning. Hetta er, at spæla við mannalagnur og leypa ekka á familjur og forsyrgjarar, har Kringvarpið, Strandferðslan, Ferðaráðið og eldraøkið ikki bara eru nøvnini á nøkrum tilvildarligum stovnum. Men sjálvt grundarlagið undir tilveruni hjá mongum menniskjum. Grundarlagið undir teirra og okkara felags framtíð.