Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politiskur kjakfundur um sálarligt arbeiðsumhvørvi Politiskur kjakfundur um sálarligt arbeiðsumhvørvi

ALMENT KJAK: Umboð fyri politisku flokkarnar hittast í Miðlahúsinum mikukvøldið 4. februar kl. 19:00 at kjakast um áleikandi evnini strongd og sálarligt arbeiðsumhvørvi. Útgangsstøði er kanningin, sum Starvsmannafelagið lat gera í fjør og sum avdúkaði at strongd er eitt vandamál á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum má takst í størsta álvara

Annar hvør limur í Starvsmannafelagnum hevði havt illgruna um strongd undanfarnu trý árini. Umleið 5. hvør limur hevði verið hjá lækna við sínum illgruna og umleið 10. hvør hevði verið sjúkrameldaður fyri strongd, avdúkaði kanningin, har meiri enn 700 limir í Starvsmannafelagnum svaraðu.

Spátt verður at strongd fer at gerast álvarsamasta fólkasjúkan í heiminum um fá ár. Og kanningin gav eina greiða ábending um, at vandamálið er minst líka álvarsamt í Føroyum, sum aðrastaðni.

Í kjalavørrinum á kanningini fylgdi eitt orðaskiftið um strongd og sálarliga arbeiðsumhvørvið á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Sum m.a. avdúkaði, at Arbeiðseftirlitið hevur onga orku at taka sær av trupulleikanum, og tí varð uppskot lagt fyri tingið í heyst um at raðfesta eftirlitið.

Starvsmannafelagið skjýtur valárið í gongd við politiskum kjakfundi í Miðlahúsinum mikudagin 4. februar kl. 19:00, har evnið er sálarliga arbeiðsumhvørvið, við denti á trupulleikarnar við strongd.

Kjakast verður um orsøkirnar til at so nógv fólk verða rakt av strongd. Eru vit sum samfelag nóg tilvitað um týdningin av einum góðum sálarligum arbeiðsumhvørvi, tað verið seg øll, líka frá arbeiðsgevarum, politikarum og fakfeløgum til arbeiðseftirlit og heilsuverk?

Eisini verður spurt um hvørji mál teir politisku flokkarnir seta sær, tá ið sálarliga arbeiðsumhvørvið umræður og bardagan móti fólkasjúkuni strongd.

Kjakfundurin í Miðlahúsinum er almennur, og verðut sendur í RÁS 2.