Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Posta fegnast um at enn ein føroysk frímerkjaútgáva er heiðrað uttanlands

“Asiago – Premio Internazionale d’Arte Filatelica” hevur í ár heiðrað føroyska frímerkjaarkið “Føroyski báturin” við “The Olympic Acadamy Prize for Culture”.

Edward Fuglø hevur teknað smáarkið, sum vísir føroyska bátin og lutir umborð. Svenskarin Martin Mörck hevur graverað. Smáarkið varð givið út 25. februar 2013.

Brot úr úrskurðinum hjá dómsnevndini:

“Frá fornari tíð hava menniskju í hesum heimi brúkt síni evni og hugflog at geva teimum lutum, teimum tørvaði, tað skap og tann eginleika, ið var fyri neyðini.

Handverkarar og bóndur hava lagt lunnar undir øll stór mentanarsamfeløg. Framvegis í dag - eftir fleiri enn túsund ár - eru handverkarar og bóndur til staðar í gerandisdegnum við virksemi, sum samfelagið ikki fær verið fyri uttan.”

Meiri kunning um frímerkjaútgávuna er at finna á www.stamps.fo

Myndirnar vísa Svanbjørg Manai, leiðara á Frímerkjadeildini við medaljuni umframt eina mynd av sjálvum frímerkjaarkinum og heiðursritinum.