Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Posta Logistics heiðrað við Gazellu viðurkenning

Fyri fimm árum síðani tók Posta avgerð um at lata upp terminal og skrivstovu í Kolding við navninum Posta Logistics.

Síðan byrjan hevur Posta Logistics havt áhaldandi vøkstur og hevur prógvað sítt virði sum ein týdningarmikil viðleikari, tá tað snýr seg um frakt í norðuratlantsøkinum.

Við vaksandi aktiviteti sást skjótt, at kapasiteturin mátti økjast – bæði í vavi og í starvsfólkatali. Tí lat Posta Logistics fyrr í ár eina deild upp í Keypmannahavn. 

Har sita okkara serfrøðingar innan flogfrakt, og í Kolding sita serfrøðingar innan sjófrakt. Saman við fraktdeildini hjá Posta, tryggja vit bestu loysnina, tá tað snýr seg um frakt til og úr Føroyum.
Børsen Gazelle viðurkenning

Stóri vøksturin førdi til stórfingna viðurkenning, tá vinnublaðið Børsen lat Posta Logistics eina Gazellu í farnu viku. Hendan viðurkenning verður givin fyritøkum, sum seinastu fýra árini hava havt stóran vøkstur í umsetninginum ella bruttoúrslitinum og sum samanlagt í hesum tíðarskeiði, hava tvífaldað hetta við góðum úrsliti.