Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Postkort til politikararnar

Steðgur er enn í sáttmálasamráðingunum, og meðan bíðað verður, hevur Føroya Pedagogfelag sent kommunal- og landspolitikarunum eitt postkort at minna teir á, at tað í veruleikanum eru teir, ið hava valdið og ábyrgdina.

Síðani ein stuttan fund fríggjadagin 4. oktober hevur steðgur verið í sáttmálasamráðingunum millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.

Men Pedagogfelagið liggur ikki á løtu síðuni, meðan bíðað verður eftir aftur at sleppa til samráðingarborðið. Felagið hevur roynt at hugsa eitt sindur kreativt og hevur sent landsins kommunal- og landspolitikarum eitt postkort at minna teir á, at tað eru teir, ið hava evsta valdið og evstu ábyrgdina av, hvussu viðurskiftini hjá námsfrøðingunum eru og verða.

“Hetta er bara ein eitt sindur øðrvísi máti at gera vart við okkum upp á, og vit vænta og vóna eisini, at samráðingarnar skjótt fara at bera á mál, tá vit taka tær upp aftur eftir heystfrítíðina”, sigur Jógvan Philbrow, næstformaður í Pedagogfelagnum.

Hann hevur fylgt postkortinum upp við einari grein, sum kann lesast aðra staðir her á heimasíðuni.

Sáttmálarnir millum Føroya Pedagogfelag og almennu arbeiðsgevarafeløgini gingu út 1. oktober, og kvøldið fyri kom stígur í samráðingarnar.

Postkortið til politikararnar og greinin hjá Jógvan Philbrow kunnu lesast við at trýsta á leinkini her niðanfyri.

Postkort til politikararnar: http://www.pedagogfelag.fo/uploads/media/Postkort_til_politikararnar_01.pdf

Kelda: www.pedagogfelag.fo